Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 20 Suðuroy Vikutema Jóansøkan verður nú miðsavnað á Tvøroyri - Eitt, sum er spildurnýtt á jóansøku hesaferð, er pallurin, sum verður settur upp á parkeringsplássinum í miðbýnum. Øll tiltøk, ið snúgva seg um tónleik og undirhald, eru ókeypis. Soleiðis kunnu gestir - nær og fjar - verða við til undirhald allar dagarnar á jóansøku, sigur Sunneva Hammer, sum er í jóansøkunevndini Vilmund Jacobsen Tað er ein stevnunevnd, sum saman við Kunningarstovuni á Tvøroyri hevur sett saman fjølbroyttu og áhugaverdu skránna fyri jóansøkuna 2013. Sunneva Hammer, sum er í stevnu­ nevndini, sigur, at tað, sum er nýtt við skipanini av stevnuøkinum hesaferð í mun til onnur ár, er, at nú verða øll tiltøk miðsavnað á økinum millum Eik og Bónus. – Áður hevur tað verið so, at til­ tøkini vóru meiri spjadd, og eisini vóru tiltøk niðri á bryggjuni. Nú verður alt meira miðsavnað, og vit vænta og vóna, at hetta fer at rigga væl. Pallur í miðbýnum Sunneva sigur, at eitt, sum eisini er spildurnýtt á jóansøku hesaferð, er pallurin, sum verður settur upp í miðbýnum. – Pallurin verður á stóra par­ker­ ingsøkinum omanfyri Bónus og uttan fyri bygningin hjá Føroya Banka. Øll tiltøkini, ið serliga snúgva seg um tónleik og undirhald annars, eru ókeypis. Soleiðis kunnu gestir - nær og fjar – verða við til áhugavert undirhald allar dagarnar á jóansøku. Nógvur tónleikur Sunneva Hammer vísir á, at tiltøkini á pallinum byrja longu fríggjakvøldið 28. juni klokkan 19, tá fløguaktuelli, Beinir úr Kulum Rótum, fer á pallin. – Sama kvøld klokkan 20 fer Jákup Eli úr Sumba á pallin, og eftir hetta verður tað Evi, Jens Marni og Ólavur. At enda fríggjakvøldið fer Poul Hammer at spæla dansitónleik. Hon sigur, at leygarkvøldið 29. juni verða eisini fleiri áhugaverd tiltøk á pallinum. – Tá verður lagt fyri klokkan 18, har steypahandan verður í sambandi við FM-kappróðurin. Sunneva Hammer sigur, at klokkan 19 fer Tróndur Enni á pallin, og næstur honum verður tað Azyllex. – Sum leygarkvøldið gongur, fer eisini sangbólkurin Keldan á pallin, og klokkan 22.30 fer John Danielsen at syngja og undirhalda. Egil heldur røðu Á midnátt leygarkvøldið á jóansøku verður pallurin karmur um felagssang og midnáttarrøðu við Egili Olsen, ið er kendur úr vinnulívinum. Sunnudagin seinnapartin - hin 30. juni – verða aftur tiltøk á pallinum í miðbýnum á Tvøroyri. – Klokkan 16 fer klovnurin BU BU á pall, og ein tíma seinni fer barnakór úr Frelsunarherinum at syngja. Hon sigur, at tá klokkan verður 18 kemur Jóhan í Fámará á pall, har hann fer at undirhalda, og sunnukvøldið endar við útimøti, sum samkoman Salem skipar fyri. Sunneva Hammer er í jóansøkunevndini. - Nú verður jóansøkan savnað í miðbýnum, og á pallinum í miðbýnum verður ókeypis undirhald allar dagarnar, sigur hon Mynd: Vilmund Jacobsen Á midnátt leygarkvøldið á jóansøku verður felagssangur og midnáttarrøða við Egili Olsen, ið er kendur úr vinnulívinum