Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 58

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 Suðuroy Vikutema Biltek við øllum førleikum Umframt at gera arbeiði fyri viðskiftafólk í Suðuroy og aðrastaðni, ger Biltek í Trongisvági eisini skaðasýn og umvælingararbeiði fyri bæði tryggingarfeløgini, tá bilskaðar eru Vilmund Jacobsen Í summar eru sjey ár liðin, síðan Jákup Midjord yvirtók Magn-støðina í Trongis­vági, har hann eisini hevur bilaverkstaðið Biltek við dugnaligum mekanikarum á øllum økjum. Á verkstaðnum gera teir alt vanligt mekaniskt arbeiði. Her er eisini sproytu­ ­kabina, eins og lærlingur er innan fakið, sum verður avlærdur um eitt fjórðingsár. Biltek hevur soleiðis førleika á øllum økjum innan umvælingararbeiði av bilum, og eisini innan el-økið hevur verkstaðurin fólk við drúgvum roynd­ um. Umframt at gera arbeiði fyri við­ skiftafólk í Suðuroy og aðrastaðni, ger Biltek eisini skaðasýn og umvælingar­ arbeiði fyri bæði tryggingarfeløgini, tá bilskaðar eru. Biltek hevur eisini bonk at rætta bilar uppaftur við og testara til luft­ ventilatión í bilum. Vælvirkandi tænasta Umframt bilaverkstaðið hevur Jákup Midjord eisini Magn-støðina, og her er dagligi leiðarin, Sunneva Hammer. – Magn-støðin hevur eina góða tænastu, og her hava vit eisini fingið milk-chake, sum fólk hava tikið sera væl ímóti. Jákup Midjord sigur, at Magn- støðin – umframt at selja brenni – eisini hevur vanligar kioskvørur, bak­ ara­vørur og donsk vikubløð. Í Trongisvági er Magn-støð og bilaverkstaðurin Biltek Mynd: Vilmund Jacobsen Í sjey ár hevur Jákup Midjord átt og rikið Magn- støð og bilaverkstað í Trongisvági Mynd: Vilmund Jacobsen Smyril siglir soleiðis á jóansøku Á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins – www.ssl.fo - kunnu fólk nú kunna seg um, hvussu Smyril siglir um jóansøkuna 2013 Vilmund Jacobsen Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at á túrunum - klokkan 13 og 18.30 av Havnini fríggjadagin 28. juni - verður eingin farmur sigldur. – Á túrunum leygardagin 29. juni klokkan 10 av Havnini og klokkan 21 av Tvøroyri hava kappróðrarbátar framíhjárætt umborð á Smyrli, sigur hann. Siglingin annars Um jóansøkuna verður annars siglt soleiðis: Fríggjadag 28. juni – av Tvøroyri klokkan 07, úr Havn klokkan 13, av Tvøroyri aftur klokkan 15.30 og aftur úr Havn klokkan 18.30. Leygardag 29. juni er fyrsti túrur av Tvøroyri klokkan 07, úr Havn aftur klokkan 10, av Tvøroyri klokkan 21 - og so at enda úr Havn aftur klokkan 23.30. Sunnudag 30. juni er fyrsti túrur av Tvøroyri klokkan 08.30, úr Havn klokkan 11, av Tvøroyri aftur klokkan 17.30 - og aftur úr Havn klokkan 20. Jens Petur Brattalíð, ferðslu­sam­ skipari, sigur, at busssamband verður í Suðuroy til túrarnar hjá Smyrli. Busssamband verður til túrarnar hjá Smyrli á Tvøroyri um jóansøkuna