Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 60

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Suðuroy Vikutema ”Operahús” reist í Froðba - Tá eg segði við sonin, at eg nú ætlaði at byggja honum eini hús, segði hann, at tað verður helst operahúsið í Sydney, sum hann fór at fáa. Orðið fangaði, sigur Andreas Ejdesgaard, sum er útbúgvin snikkari Vilmund Jacobsen Í Froðba eru eini sjáldsom hús reist. Við fyrsta eygnabráð minnir reisingin á húsunum ikki sørt um kenda operahúsið í Sydney. Men, hetta er ikki eitt operahús. Hetta eru húsini, sum Andreas Ejdesgaard, ið er útbúgvin snikkari, byggir fyri sonin, Rógva. – Frammanundan havi eg bygt húsini, sum dóttir mín Sára Ellendersen eigur. Tá eg segði við Rógva, at eg nú ætlaði at byggja honum eini hús, segði hann, at ”hetta verður helst opera­ húsið í Sydney…” Andreas Ejdesgaard sigur, at hann hevur roynt at eftirlíknað húsini, hann nú byggir, við kenda operahúsið í Sydney. - Her verður eisini eitt bilhús á umleið 80 fermetrar, og eg ætli, at tað eisini skal hava reising, sum líkist hesari, ið sethúsini hava, sigur hann. Plattatilfar Tá Andreas Ejdesgaard bygdi húsini, sum dóttirin eigur, brúkti hann mest plattatilfar, sum hann límaði saman og hølvaði til brúks. – Hetta eru eini rættiliga bílig hús í mun til, hvat onnur sethús verða bygd fyri. Hann sigur, at yvirtromin á hús­ unum, sum hann nú byggir til sonin, er partur av egningaskúrunum, sum hann hevur tikið niður í Hvalba - fyri Hvalbiar kommunu. – Jú, tað ber saktans til at byggja eini sethús bíliga, men her liggja nógvir arbeiðstímar. Andreas Ejdesgaard sigur, at so­ leiðis, sum húsini hjá soninum Rógva standa í dag, er íløgan neyvan meiri enn 45.000 krónur. – Eg vænti, at tá hesi húsini standa klár at flyta inn í, fara tey at kosta einar 400.000 krónur, sigur snikkarin í Froðba. Andreas Ejdesgaard dugir at fáa nógv burtur úr lítlum Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg vænti, at sethúsini fara at kosta einar 400.000 krónur, tá klárt er at flyta inn, sigur snikkarin, Andreas Ejdesgaard Mynd: Vilmund Jacobsen