mánadagur 24. juni 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
26
Suðuroy
Vikutema
Porkeri eigur
eitt fyrimyndar-
ligt bygdarhús
Í Porkeri hava tey fingið eitt sera snotuligt
bygdarhús - húsið við Á - sum er sett í besta stand
og er karmur um ymisk tiltøk í bygdini
Vilmund Jacobsen
Í bygdarhúsinum, sum er í tveimum
hæddum, er góður ídnaðarkøkur, og
her er wc og brúsa, ið eisini er at
komilig í rullustóli.
Upprunaliga var bygningurin ein
møblasøla, har møblar eisini vórðu
polstraðir.
Góðir karmar
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Por
keris kommunu, sum hevur 320
íbúgvar, sigur, at ætlanin við húsinum
er, at tað skal verða karmur um ymisk
tiltøk, bæði til ung og eldri.
– Her hevur ymiskt verið á skránni,
sum bygdarfólkið hevur skipað fyri, og
húsið hevur eisini verið útleigað til
bólkar, sum eru komnir til bygdar, eins
og húsið hevur verið útleigað til ymiskt
fundarvirksemi.
Mikkjal sigur, at annan hvønn leyg
armorgun hevur verið skipað fyri
felags morgunmati, har alt bygdar
fólkið hevur havt høvi at koma. Hetta
tiltak hevur verið væl vitjað.
- Tað er ikki soleiðis, at kommunan
hevur lagt út fyri morgunmatin. Tað
hava fólk, sum komin eru á gátt hesar
morgnar, gjørt sjálvi. Hetta tiltak
hevur verið sera hugnaligt, har bæði
ung og eldri hava skift orð um mangt
og hvat.
Borgarstjórin sigur, at kvinnur í
bygdini eisini hava skipað fyri tiltøkum
í bygdarhúsinum.
– Vit hava eina nevnd, sum er
mannað við bæði ungum, miðal
aldrandi og eldri, ið skal taka sær av
tiltøkum í húsinum, men kanska er
henda nevnd í so stór. Eg vænti, at vit
til heystar fara at hyggja upp á, um
nevndin kanska skal umskipast nak
að.
Mikkjal Sørensen sigur, at sjálvur
raksturin av húsinum liggur uttanfyri
kommununa.
– Her eru óteljandi møguleikar.
Umframt at vit í Porkeri brúka húsið
sjálvi, kann bygdarhúsið eisini leigast
út til ymiskt fundarvirksemi, føðingar
dagar, veitslur og bólkar.
Byggiøki tøk
Fólkatalið í Porkeri hevur sum í so
nógvum øðrum smærri kommunum
verið minkandi í fleiri ár, og í dag búgva
helst eini 100 fólk færri í bygdini enn
fyri 25 árum síðan.
– Vit hava byggiøkir tøk á tveimum
ymiskum støðum í kommununi. Talan
er helst um eini 15 grundøki tilsamans.
Vit hava selt hesi fyri 80.000 krónur
- alt eftir stødd, og tá er vegur til økið,
gøtuljós, kloakk og íbindingargjøld
annars íroknað prísinum.
Borgarstjórin sigur, at eini sethús
standa í gerð í Porkeri í løtuni.
Í Porkeri eru umleið 25 skúlanæm
ingar úr 1. upp í 7. flokk. Tá barnaskúlin
er liðugur, fara næmingarnir í fram
haldsskúla í Vági.
Mikkjal Sørensen sigur, at Porkeris
kommuna eisini hevur hækkað barna
frádráttin úr 5.500 krónum upp í
6.000 krónur fyri hvørt barnið.
Porkeri eigur eitt sera snotuligt bygdarhús við óteljandi møguleikum,
bæði hjá bygdarfólkinum sjálvum og øðrum, ið vilja brúka húsið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mikkjal Sørensen er borgarstjóri
í Porkeris kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógvir møguleikar við Thorshavn
Frítíðarskipið Thorshavn, sum hevur
heimstað á Tvøroyri, er vorðið virkið í
ferðavinnuhøpi og bjóðar ferðafólki nógvar
ymiskar túrar og upplivingar í summar
Vilmund Jacobsen
Tað er Kunningarstovan á Tvøroyri,
ið tekur sær av tilmeldingum og
kunning um ferðir, sum Thorshavn
ger.
Skipið ger ymiskar túrar, eitt nú
út í Stóru Dímun, og siglt verður
eisini tætt fram við landi vestanfyri
Suðuroynna, eins og skipað verður
fyri ymiskum øðrum áhugaverdum
túrum eisini.
Sum ferðafólk við Thorshavn
sært tú nátturu, ið tú gjarna ikki
hevur sæð áður, og umborð verður
borðreitt við mati og drekka.
Túrarnir eru lagdir soleiðis til
rættis, at eisini ber til hjá ferðafólki
norðanfjørðs at koma suður og
sleppa heimaftur sama dag.
Umframt at Kunningarstovan á
Tvøroyri
veit
at
siga
um
ferðaætlanina hjá Thorshavn í
summar, ber eisini til hjá fólki at
hyggja inn á facebook-profilin MS
Thorshavn og síggja, hvørjir túrar og
møguleikar eru í boði við hesum
snotuliga skipi.
Í útboðnum hjá MS Thorshavn
eru eisini fiskitúrar og grilltúrar.
Thorshavn
bjóðar ferðafólki
áhugaverdar
upplivingar, eins og
matur og drekka
eisini fæst umborð
á skipinum
Mynd: Bjarni Nygaard