Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 64

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 28 Suðuroy Vikutema Vinnulív og trivnaður fylgjast - Vit hava góð vinnulívsfólk í kommununi, og tað fegnast vit almikið um. Bygdaráðið ásannar, at vinnulív og trivnaður hanga saman, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu Vilmund Jacobsen Í Hvalbiar kommunu eru tey rættiliga farin at pynta um kring um í bygd­ unum. Í sínari tíð keypti kommunan eina trøð á umleið 7.000 fermetrar, sum liggur niðanfyri skúlan í Hvalba. Upprunaliga var ætlanin at byggja barnagarð á trøðni, og hetta er framvegis ætlanin hjá kommununi. Bygdaráðið er samt um, at ein kommuna, sum hevur nógv vinnulív og nógv børn, sum Hvalbiar kommuna hevur, sjálvandi eigur at hava ein barnagarð. Men, líka so neyðugur, sum barnagarðurin er, eins neyðugt er, at ikki verður lopið fram av, soleiðis at íløgan gerst ov stór og tung at bera. - Barnagarðurin skal byggjast á fíggjarliga forsvarligum og hóskiligum grundarlagi. Tað sigur borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson. Planta trøð Nú kommunan eigur nevndu trøð, eru eisini stig tikin til at planta eina viðarlund á økinum, har barnagarðurin fer at verða bygdur. – Skúlanæmingar hava soleiðis í ár sett nøkur hundrað trøð niður í øki­ num, og sum tíðin gongur, verða enn fleiri trøð sett niður her. Samstundis, sum kommunan er farin undir hetta átak, er eisini fingið í lag, at hvørt einstakt húski í kom­ mununi hevur fingið ein plantupakka. – Eg veit, at tað eru kommunur, sum geva plantupakka á hvørjum ári, og nú ætla vit, at hetta eisini skal gerast fastur áttur hjá okkum á hvørjum ári. Trúgvi Gudmundarson sigur, at ætlanin er eisini, at Ung í arbeiði skulu byrja at gera gøtur á trøðni. – Eg vænti, at vit soleiðis kunnu fáa eitt vakurt fríøki her í bygdini, og longu nú hava vit sæð, at trøðini, sum eru sett niður, veksa væl. Vit eru spent upp á hesa ætlan, sum kemur at gera kommuna ríkari. Umframt at planta trø og gera gøtur, fer kommunan eisini at gera benkur og borð at seta upp ymsastaðni í Hvalbiar kommunu. – Fríðkað og pyntað verður eisini rundan um sambýlið í bygdini, har eitt nú flísar verða lagdar, soleiðis at betri er komandi við rullustóli. Fyri fáum árum síðan varð kom­mu­ nalt wc við brúsu bygt nærindis nýggja og stóra spæliplássinum, og um hesar leiðir verður nú eisini kampingplássið, sum kommunan eigur, asfalterað. – Jú, her hendur nógv, og vit gleða okkum til hesar fríðkingar og betringar, sum fara at skapa enn størri trivnað í kommununi, sigur borgarstjórin. Nógv vinnulív Fleiri skip eru heimahoyrandi í Hvalba, og her er eisini fiskavirkið. – Vit hava góð vinnulívsfólk í kommununi, og tað fegnast vit almikið um. Bygdaráðið ásannar, at vinnulív og trivnaður hanga saman. Trúgvi Gudmundarson sigur, at kommunan eisini hevur gjørt um­ støðurnar rundan um fiskavirkið betri og rúmari, soleiðis at pláss eitt nú er fyri frystibingjum á havnalagnum. – Vit hava tikið bygningin, har gomlu egningarskúrarnir vóru, niður, og her verður pláss gjørt fyri frysti­ bingjum, sum tørvur er á í sambandi við virksemi hjá TB Seafood. Trúgvi Gudmundarson sigur, at í bygd­ini verður eisini asfalterað í løtu­ ni. – Jú, eg vil siga, at her hendur nógv, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um tað, sum verður gjørt, sigur borg­ arstjórin. Vit kunnu leggja aftrat, at í Hval­ biar kommunu, sum eisini fevnir um Sandvík og bygdina í Nesi, búgva 710 fólk, og talið av skúlanæmingum í Hvalbiar skúla táttar í 100. Lánsskuldin hjá kommununi liggur um 4,5 miljónir krónur, og árliga skattagrundarlagið liggur um 18 mil­ jó­nir krónur um árið. Jamies - lekkur matstova á Tvøroyri Matstovan Jamies heldur til í hugnaligum hølum mitt á Tvøroyri. Opið er bara í vikuskiftinum og eftir avtalu, men hølini kunnu leigast til ymisk tiltøk og endamál Vilmund Jacobsen Tað er 21 ára gamli Jamie D. Findelton, sum eigur bygningin, har Jamies matstovan heldur til á Tvøroyri, men tað er pápi hansara, David Findleton og daman hjá honum, Simona Jensen, sum reka matstovuna. David er skoti, ið kom til Føroya sum sjómaður hin 27. november í 1987. Aftrat Jamie, eigur David eisini 13 ára gamla sonin, Ian. Í konseptinum hjá Jamies er eitt nú enskur (skotskur) búffur, pizza, kebabs, burgarar og fish & ships, har fiskurin er hýsa. Opið í vikuskiftinum David Findleton sigur, at Jamies hevur opið í vikuskiftinum og annars eftir avtalu, um ferðaløg, eitt nú ítróttarfólk og bólkar annars, vilja sleppa inn á gólvið. – Tað ber saktans til, at fólk, sum koma til Tvøroyrar í bólkum, sleppa inn at seta seg. Her kunnu tey brúka internet, og um tey ynskja tað, fáa tey eisini okkurt til matna. Hann vísir á, at Jamies hevur opið fríggjadag frá klokkan 11-13 og frá klokkan 17-23. Síðan verður latið uppaftur klokkan 03 um náttina, og opið verður tá, til seinasti persónurin er farin. – Leygardag hava vit opið frá klokkan 17-23, og so verður latið uppaftur klokkan 03. Sunnudag er opið aftur frá klokkan 17-23, men opið er ikki náttina til mánadag. Hann sigur, at í tíðini, tá matstovan ikki er opin, fæst hann við at gera klárt til næstu upplating, og eitt nú kann tað vera trupult at fáa fatur á hýsu. – Eg koyri eisini lastbil, men havi ikki bil sjálvur. Tað eru menn, ið eiga bilar og hava koyring, sum heita á meg um at koyra. David Findleton sigur, at hann eisini plagar at avskipa hjá Varðanum Pelagic. Møguleiki at leiga Tá Jamies bara hevur opið í viku­ skiftinum, ber saktans til at leiga hølini til ymisk tiltøk, eitt nú føðingardagar, veitslur og frokostar. – Her eru nógvir møguleikar, og fólk eru vælkomin at spyrja seg fyri á tlf. 215210, sigur David Findleton. Til ber eisini at senda teldupost til davidf@olivant.fo Tey bæði skipa fyri í hugnaligu Jamies matstovuni á Tvøroyri, Simona Jensen og David Findleton Mynd: Vilmund Jacobsen Her hendur nógv, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um tað, sum verður gjørt