mánadagur 24. juni 2013síða 66
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
30
Suðuroy
Vikutema
Hovs kommuna er væl fyri
Hovs kommuna hevur ikki ligið á teirri latu síðuni, tó at skúlin fór við fittum parti av fíggjarligu
orkuni í fleiri ár. Nú er tann íløgan afturgoldin. - Vit hava eitt nútímans vatnreinsiverk, og
spillivatnsætlanin verður liðug seinni í summar, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri
Vilmund Jacobsen
Hov er gomul og bygd við nógvari
søgu, og tað var her, at søgan sigur,
at høvdingurin Havgrímur búði.
Hovsfjørður, sum var ein av fyrstu
firðunum, ið varð brúktur til aling,
liggur opin móti eystri.
Tá aling er á fjørðinum, hevur
fiskurin seinni árini verið blóðgaður
í flytbarari støð, og síðan er hann
koyrdur aðrastaðni til virkingar.
Skúlin goldin
Í Hovi búgva umleið 115 fólk, og
borgarstjóri seinastu trý skeiðini er
Delmar Tausen.
Tað var tann tíð, tá fleiri fólk búðu
í Hovi, men seinnu árini er fólkatalið
minkað spakuliga.
Í fyrru helvt av áttatiárunum
fekk bygdin nýggjan skúla. Hetta var
ein rímiliga stór íløga eftir tátíðar
mátistokki, men í mars mánaði í fjør
varð íløgan afturgoldin.
Síðan ellis-og røktarheimið Hamra
garður varð bygt í Vági, hevur Hovs
kommuna borið sín lutfalsliga part
av hesi íløgu, men henda íløga er
munandi lættari at bera, enn íløgan í
skúlan var.
Letur væl at
Delmar Tausen letur bara heilt væl at
gongdini og sigur, at kommunan eftir
umstøðunum er væl fyri fíggjarliga.
Í fleiri ár hevur skattainntøkan hjá
kommununi ligið um tríggjar miljónir
krónur. Okkurt árið væl meiri og okkurt
árið nakað minni.
Sum ein av fáu kommununum í
landinum valdi Hovs kommuna at
lækka kommunuskattaprosentið við
einum hálvum prosenti, og hetta er
helst ein orsøkin til, at skatta
inntøkurnar í ár ikki heilt halda stand.
Tó verður mett, at inntøkurnar fara at
liggja um tríggjar miljónir krónur, tá
árið er lokið.
– Samanumtikið vil eg siga, at nú
vit eru liðug at afturgjalda íløguna í
skúlan, er kommunan væl fyri, og
skuldin liggur væl niðanfyri eina
álíkning.
Hóast eingin næmingur er í skúla
num, er bygningurin tó komin væl við,
og fólk eru fegin um at eiga teir góðu
karmar, sum bygningurin rúmar, eitt
nú við góðari fimleikarhøll.
–
Skúlin
verður
brúktur
til
nógv ymisk tiltøk og endamál, og
barnaansingin, sum vit samstarva
við aðrar kommunur um, hevur eisini
notið gott av góðu umstøðunum,
sigur borgarstjórin.
Vatn og kloakk
Hovs kommuna hevur ikki ligið á teirri
latu síðuni, tó at skúlin fór við fittum
parti av fíggjarligu orkuni í fleiri ár.
– Vit hava eitt nútímans vatn-
reinsiverk, sum eisini letur vatn til
skúladepilin. Haraftrat var okkara
kommuna millum tær fyrstu, sum
fingu góðkenda spillivatnsskipan. Vit
hava arbeitt við at fremja hesa ætlan
seinnu árini, og í summar verður
seinasti partur av hesum arbeiði
greiddur úr hondum.
Delmar Tausen sigur, at lítil set
húsabygging hevur verið í kommununi
seinnu árini, men okkurt hús er komið
upp, og okkurt summarhús er í gerð.
Hóast Hovs kommuna bert telur 115 fólk, er kommunan væl
fyri fíggjarliga. Borgarstjóri í triði skeiði er Delmar Tausen
Mynd: Leivur Nygaard
Summarplantur selja sum heitt breyð
Karl Øster Blómuhandil á Tvøroyri priklaði - ella setti niður - út við 12.000 summarplantur í vár. Hóast hetta,
er tað mesta longu selt, harav umleið tríggir fjórðingar av plantunum eru seldar norðanfyri Suðuroyarfjørð
Vilmund Jacobsen
– Øll vakstrarhúsini hjá okkum hava
verið full, og rættiliga stórur eftir
spurningur hevur verið eftir okkara
plantum.
Tað sigur Barbara Nolsøe, sum er
dagligur leiðari av blómuhandlinum á
Sevmýru.
Hon vísir á, at tá alt, sum vakstrar
húsini kunnu framleiða, er selt,
innflyta tey plantur úr útlandinum.
Umframt at selja summarplantur,
selur Karl Øster Blómuhandil eisini
avskornar blómur alt árið, eins og
handilin ger kransar og bukettir til
jarðarferðir.
Áhugaverdur handil
- Vit hava eisini stórt útboð av vasum,
stakum, ljósum og ymiskum prýði. Vit
hava ymiskt gravarprýði, eins og vit
eisini selja til urtagarðin.
Barbara Nolsøe sigur, at nú næm
ingar í stórum tali fáa prógv, selja tey
nógvar bukettir og blómur, sum
foreldur, systkin, abbar og ommur og
avvarðandi annars vilja geva teimum,
sum hava fingið prógv.
Ymiskt til húsbrúks
Í onkrum av vakstrarhúsunum á
Sevmýru hava tey eisini eitt minni tal
av súreplum, agurkum og tomatum,
men hetta er alt til húsbrúks hjá
familjuni.
- Í fjør fingu vit stívliga 20 súrepli,
men í ár verða tey helst fleiri enn 50 í
tali, sigur Barbara Nolsøe, sum leggur
aftrat, at tey hava havt súreplatræ í
eini trý ár.
Nú tað stundar til jóansøku, fer
Karl Øster Blómuhandil eisini at hava
onkur jóansøkutilboð í handlinum á
Sevmýru.
Barbara Nolsøe er dagligur
leiðari av Karl Øster
Blómuhandli á Sevmýru
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú næmingar í
stórum tali fáa prógv,
selur Karl Øster
Blómuhandil nógvar
bukettir og blómur
Hóast eingin
næmingur er
í Hovs skúla,
eigur kommunan
við skúlanum
góðar karmar um
ymiskt virksemi