mánadagur 24. juni 2013síða 74
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Summarkappingin
Vikukapping
vika 25 l 17. juni 2013
Í dag er annað umfar í summarkappingini, og hesaferð hava vit
fokus Keypmannahavn.
Framferðarhátturin er soleiðis, at meðan kappingin byrjar
í blaðnum mánadag, so heldur kappingin fram á Rás2 hvønn
mikudag millum kl. 11 og 12.
Fyri at vera við í kappingini skalt tú sms'a »summar« til 1940.
Hvørt sms'ið kostar 20 krónur.
Vit draga so millum innkomnu sms'ini, og tey hepnu sleppa
so at svara seks spurningum. Tað er umráðandi at fólk sita klár
millum klokkan 11 og 12 mikudag og hava blaðið framman fyri
seg.
Spurningarnir verða úr greinum og lýsingunum hjá teimum
handlum og fyritøkum, ið eru við í Summarkappingini.
Vinningurin hesaferð er eitt vikuskifti fyri tvey vaksin á
marglætishotellinum Crowne Plaza Keypmannahavn, har
morgunmaður er íroknaður.
Tú skal avstað ein ávísan dag og Rás2 fer at ringja til hepna
vinnaran, meðan hann er burturstaddur.
Annað umfar í Summarkapping
í VikuBlaðnum
Hvar fert tú at ferðast í summar?
Eg verið heima í Føroyum. Børnini koma heim. Beiggi mín og
systkinabarnið koma eisini heim við familju, og dóttur mannin
giftist á summarfestivalinum.
Hvussu plagar tú at ferðast
– í skipi ella flogfari?
Eg plagi at ferðast við flogfari, elski at flúgva. Tá børnini vóru
smá, sigldu vit við Norrønu. Tað var bíligast, men sera strævið
við barnavogni og øllum.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Eg havi ikki verið so røsk at halda frí yvirhøvur, men ja, eg
ferðist mest í Føroyum. Maður mín hevur sama alsk til
móðurlandið sum eg, og hann er altíð til reiðar til eina útferð.
Hvar dámar tær best at
ferðast í Føroyum?
Nólsoy er ein perla, men Viðareiði er sanniliga eisini hugnaligt
á sumri. Annars eru smáplássini sera hugnalig, og tú møtir
bygdafókinum.
Hvussu velur tú títt ferðamál?
Tað er langt síðan, at eg havi valt eitt ferðamál, men ein
wellness ferð í Pólandi fór í vaskið fyri tveimum árum síðan, tí
maðurin var øskufastur í Grønlandi. Tá endaðu vit á Bornholm
í nakrar dagar. Tað var stak hugnaligt. Annars dámar mær væl
felagsútferðir ella ferðalag við góðum vinfólkum.
Hvat er besta landið, tú
hevur ferðast í?
Eg havi ongantíð sjálv valt eina uttanlandsferð. Havi oftast
ferðast í samband við arbeiði. Finland er fantastiskt um
summarið.
Hvør er besti býur – og hví?
Keypmannahavn ella Dublin, kongens København er ein perla.
Er tað nøkur ferð, tú
minnist serliga væl?
Summarferia hjá familju í Tunesia, har eg upplivdi allar
fyrireikingarnar til eitt brúdleyp og brúdleypið sjálvt. Tað var
sum í ævintýrunum.
Leitar tú eftir sól ella upplivingum?
Eg havi ongantíð verið eina charterferð, men eg søki ikki
nógvan hita. Mær dámar væl sólina, men havi ongantíð
uppliva eina sólferiu. Upplivingar í avslappaðum tempo er
tað allar besta.
Hvør er tín dreymaferð?
Besta vinkonan Ingvør og eg hava ætlanir um at fara til New
Orleans, tá vit fylla 50. Vit ætla at jolla okkum og lurta eftir
jazz og blues tónleiki. Vit fylla báðar ólavsøkudag.
Summar 2013
Maud Wang Hansen