Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 78

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 42 vikustólurin Kundi hugsað mær at døgnið var 48 tímar Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Ágrýtin, glaður og ótrúliga TOLIN. Hvat merki er bilur tín? Sjálvandi ein Opel Insignia og ein Peugeot. Hvat merki er telefon tín? Iphone 5. Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Tað má verða Miami saman við konuni og Voxbotn 2012. Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast? Vh Rúni Djurhuus.  Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Heildini. Hvat ger teg í góðum lag? Tá ið alt gongur væl hjá mínum nærmastu, og tá ið tað gongur væl á arbeiðsplássinum. Hvat stressar teg? Tá ið eg ikki náði tað sum eg skal gjøgnum dagin. Kundi hugsað mær at døgnið var 48 tímar. Hvør er tín yndisrættur? Kotilettinar hjá pabba og ræst kjøt. Hvat gleðir teg? Tá ið Manchester United og H71 vinna. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tá ið eg fekk inniskóganvir í pápagávu frá Liam. Hvar arbeiðir tú? Auto Service, Luux, Voxbotn og einari rúgvi afturat. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Spennandi og avbjóðandi, eingin arbeiðsdagur er líka. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?   í Auto Service má tað verða mín góði vinur og lærimeistari Páll Danielsen, hann hevur altíð eina góða at fortelja. Man er altíð í góðum lag, tá ið Páll er har. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Uhha næstan alt frá Iron Maiden til Nik og Jay. Hvat er besta uppfinningin og hví? Iphone, hvat skuldi man gjørt uttan. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Tað má vera heimið á Argjum, altíð gott at koma heim til eitt deiligt heim. Hvat er títt besta heimaráð?  Vaska sóvsaplettir av við hár­ shampoo, riggar næstan altíð. Hevur tú nakað húsdjór?  Ja, ein friðarligan hund sum eitur Yoshi.  Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?  Goldið skuld. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Goldið skuld og slappað eitt sindur av. Hvat er best við Føroyum og hví? Øll tey deiligu menniskjuni, sum eru her, sum gera dagligdagin eitt sindur nemmari. Hvar ert tú um 10 ár? Ringt at siga, men vónandi sama stað. Navn: Rúni Martinson Djurhuus Tað besta við Føroyum er øll tey deiligu menniskjuni, sum eru her, sum gera dagligdagin eitt sindur lættari