Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 80

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað Leyvuparkin er altíð áhugaverd Vilmund Jacobsen Tá tú fert út at ferðast og at vitja ymisk áhugaverd støð, er altíð vert at lesa um vitjunarstaðið, áðrenn farið verður. Soleiðis ber eisini til at lesa um Givskud Zoo og um, hvat parkin hevur at bjóða. Givskud Zoo er ein rættiliga stór safaripark við alskyns djórum, sum tú kanst uppliva bæði til gongu og í bili inni í parkini. Parkin er býtt upp í eina røð av ymiskum safarirutum. – Ferðandi kunnu antin koyra í egn­um bili ella við safaribussinum hjá okkum, har bussførarin greiðir frá um tey djór, sum tú sært á ferðini í parkini. Tey, sum standa aftanfyri Givskud Zoo, sigur, at skulu ferðandi fáa tað opti­mala burtur úr túrinum, skulu helst einir 5-6 tímar setast av til vitjan­ina í parkini. Tá tú kemur til parkina, fært tú ein faldara, sum vísir tær á teir nógvu møgu­leikarnar í Givskud Zoo. vilmund@sosialurin.fo Ferðasíðan 44 Umtókt frítíðarstøð í Danmark Nærmasti granni hjá Lalandia í Billund er Legoland, ið øll hava hoyrt um, og eisini kann túrur gerast til forvitnisligu djóraparkina, Givskud Zoo, ið liggur ein hálvan tíma burtur í bili Í Lalandia í Billund hevur øll fam­ iljan møguleikan at fáa eina eina­ stand­andi frítíð. Her eru hópin av aktivitetum – alt frá frálíkum mat­ stovum til sera hugnaligt og tropiskt umhvørvi. Her kunnu ferðandi veruliga njóta summar­frítíðina fult út sum familja.  Í Lalandia í Billund er størsta vatnlandið í Skandinavia og stóra innan­dura spælilandið, Monky Tonky. Her eru eisini ymiskir ítróttar-og fitness møguleikar, og her ber til at vitja Lalandia Plaza, ið er eitt stórt suðurlendskt inspirerað paradís við mati, shopping og undirhaldi. Legoland og Givskud Zoo Nærmasti granni hjá Lalandia í Billund er Legoland, ið øll hava hoyrt um, og eisini kann túrur gerast í forvitnisligu djóraparkina, Givskud Zoo, ið liggur ein hálvan tíma burtur í bili. vilmund@sosialurin.fo Tá tú kemur til parkina, fært tú ein faldara, sum vísir tær á teir nógvu møguleikarnar í Givskud Zoo Tá tú vitjar í Jútlandi, er Givskud Zoo, sum eisini verður rópt Leyvu­ parkin, altíð eina vitjan verd