mánadagur 24. juni 2013síða 82
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
46
vikutíðindi
46
46
– Nú kanst tú trygt ringja fyri ein og sama lága kostnað í 32 londum við Passport frá
Vodafone. Fólk nýtast ikki longur at hugsa um, hvar tey eru, tí kostnaðurin er hin sami
– tey skulu bara njóta staðið, ið tey vitja, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone
Flestu okkara munnu gleða okkum til
summarið og summarfrítíðina. Hóast
summarið er ein tann besta tíðin
í egnum landi, so er tráanin eftir at
síggja onnur lond stór, og mong leita
sær til fjarskotin og heitari lond. Ein
partur av at ferðast er at halda sam
bandið við tey kæru her heima við líka
umvegis fartelefonina. Men hetta
hevur oftani víst seg at vera heldur
ørkymlandi og fløkjasligt fyri fólk, tí
kostnaðurin kann vera ymiskur frá
landi til land, og tað er torført at fáa
greiðu á telefonrokningini, tá ið tú ert
komin heim aftur til Føroyar.
Við hesum í hug hevur Vodafone
ment eina serliga tænasta, ið tey
rópa Passport. Vit hava hitt Gudny
Langgaard, stjóra á Vodafone, til eitt
stutt prát um júst ferðing og mongu
møguleikarnar við at hava fartele
fonina við.
Einfalt og trygt
– Vit hava varnast, at fólk kenna seg
ikki serliga trygg við at brúka fartele
fonina uttanlands. Tí var málið hjá
okkum at menna eina tænasta, sum
er einføld og trygg at brúka, sigur
Gudny Langgaard.
Tænastan er ókeypis og er til tey,
sum hava fast fartelefonhald frá
Vodafone. Við Passport kanst tú mót
taka eitt uppkall uttanlands, fyri sjey
krónur í byrjanargjaldi og null kónur í
mínuttgjaldi, og tá kanst tú tosað í ein
heilan tíma.
Hevur tú hug at ringja heim til
Føroyar, er kostnaðurin tvær krónur
um minuttin, umframt sjey krónur
í byrjanargjaldi. Hesin kostnaður er
eisini galdandi, um ringt verður til eitt
innlendis nummar ella millum umfat
aðu Passport lond.
– Eitt tað fremsta málið hjá Voda
fone er at menna seg saman við kund
unum, og okkara kundar hava víst á
tørvin at kenna kostnaðin av fartele
foni, tá ið tey ferðast, og út frá hesum
hava vit snikkað Passport. Tað skal
vera einfalt og bíligt at hava fartele
fonina við á tíni ferð. Við hesi tænastu
ber til at ringja fyri sama kostnað í
øllum umfataðu londum, og tað besta
er, at tú altíð kennir teg tryggan, sigur
Gudny Langgaard.
Hon leggur afturat, at fartelefonin
í dag er ein partur av okkara daglig
degi, tískil er tað ein sjálvfylgja, at
fartelefonin er ein partur av viðfør
inum.
Í nógvum londum
Passport frá Vodafone er m.a. gald
andi í Danmark, sum er landið flestu
føroyingar ferðast til. Men 31 onnur
lond í Evropa eru umfataði Passport
t.d. Bretland, Norra, Svøríki, Italia,
Spania og Týskland.
– Hendan samansetingin rakar
størsta partin av teimum føroysku
ferðandi, sigur Gudny.
Ferðast meira
– Í dag er skjótari frá hugskot til
handling. Vit kunnu uttan stórvegis
hóvasták koma til heitari og fjarskotin
lond, nógv lættari og skjótari enn fyri
bert fáum árum síðani, sigur Gudny
og nevnir ruturnar hjá Atlantsflog til
Barcelona og Milano sum dømi um
støð, føroyingar ferðast til.
Spurd, hvørt hon ætlar sær til
heitari lond í summar, svarar hon:
– Eg skal giftast í summar, so í løt
uni ferðast mínir tankar mest til fyri
reikingarnar, sigur Gudny brosandi, og
hon leggur afturat, at hon ynskir øll
um føroyingum eitt gott summar.
Bíligari og einfaldari at taka
telefonina í summar uttanlands
Sjálv fer hon ongan veg í
summar, tí hon skal giftast.
Men til hini hevur Vodafone
ment tænastuna Passport
Gundur Mortensen og 9 ára gamla
Kristianna Skarpheðinnsdóttir Joensen
eru ávíkavíst ferðaleiðari og ferðandi
í nýggju lýsingaherferðini til Passport
kampagnuna. Her eru tey avmyndaði
við Eiffeltorninum í bakgrundini