Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 48 Bátatreff Vikutema Nýggj teldu- og telefontænasta Gott Keyp hevur latið upp ein handil í Tróndargøtu 26 í Havn við øllum til­ hoyri innan fartelefonir/smart­phon­es. Somuleiðis umvæla vit hesar skjótt og væl. Alt hetta til sera kappingarførar prísir. Fleiri av teimun nýggju tele­fon­ unum eru sera viðkvæmar, tola ikki harðar stoytir og eru tí í vanda fyri at glas/skermur brotnar. Allar hesar umvælingar átekur Gott Keyp sær. Vit umvæla øll merki. Eisini hava vit sæð ein tørv á at hjálpa borgarunum við at loysa teldu­ trupulleikar, sum nú einaferð kunnu stinga seg upp. Teldur eru mestsum hjá hvørjum húski í dag og eru tí ikki øll sum kenna seg trygg við at inn­ stallera eitt hvørt forrit, sum nú einaferð er neyðugt. Uppsetan av beinara, antivirus, firewall ella bara taka trygdarkopi av tí sum liggur á harðdiskinum. Vit átaka okkum allar hesar uppgávur til sera kappingarførar prísir. Gott Keyp heldur til í Tróndargøtu 26 mitt í býnum – beint við Salong Madonnu. Vit veita tænastu bæði til privatfólk og vinnuligar kundar, sigur Jógvan Sune Danielsen dagligur leiðari í handlinum. Gott Keyp í Tróndargøtu 26 í Havn Berg Motors í Suðuroy Í hesum døgum sýnir Berg Motors fram nýggjar bilar á Krambatanga í Suðuroy. Á framsýningini eru fleiri bilar av teimum ymisku merkjunum sum Berg Motors selur. Berg Motors selur bilmerkini Kia, Suzuki, Subaru, Renault, Land Rover og Scania. Axel Ljósheim, søluleiðari hjá Berg Motors, sigur, at teir hava hópin av góðum tilboðum at bjóða, eins og teir bjóða fígging á staðnum. Vit halda til á havnaøkinum á Krambatanga í einum Renault Master vørubili og hava fleiri nýggjheitir við okkum. Ein nýggjheit er Renault Clio diesel, sum koyrir umleið 30 km/l. Framsýningin verður til og við mikudagin 26. juni. Øll eru vælkomin at vitja framsýningina og royndarkoyra bilarnar, sigur Axel Ljósheim sum hevur telefon 224690. Prógv sum zonuterapeutar Hesi hava fingið prógv sum zonuterapeutar frá Vestegnens Zoneterapiskole. Aftast frá vinstru: Maria Samson, Jakubina H. Hansson, Malena Arn­ holdsdóttir, Elinbjørg Hansen, Sú­ sanna Køtlum, Katrin Krosstein, Kára Arthursdóttir, Jonna Petersen. Mitt fyri frá vinstru: Eva heinesen, Rúna Debess, Jóhanna Henriksen, Dóra Joensen, Durita D. Djurhuus, Sven Holst (lærari) Fremst: Lars Hansen Axel Ljósheim søluleiðari hjá Berg Motors Bilasølan er í einum Renault Master á Krambatanga