týsdagur 25. juni 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 71
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heilsa síða 8
Hvat
er leptos
pirose?
Tøkni síða 17
Ikki
heilt væl
eydnað
Rættiligur vargur kom í tunnils
tilgongdina hjá Kára P. Højgaard
mánamorgunin, tá Bárður Nielsen,
fíggjarnevdarformaður, tók blaðið
frá munninum og mælti ímóti ætla
nunum hjá Kára P. Højgaard at gera
avtalu við danskt felag um at byggja,
eiga og reka Skálafjarðartunnilin í
50 ár.
Tað undrar stórliga, at fatanin
kann vera so ymisk í somu
samgongu og andstøðu, at alt fer
upp at leika í í tólvta tíma, tá ið
fíggjarnevndarformaður kemur við
somu ávaringum, sum fleiri onnur
hava ført fram, serliga umboð úr
andstøðuni.
Vit kunnu býta tað upp soleiðis,
at áðrenn viðmerkingina hjá Bárði
Nielsen helt sjálvt løgmaður at alt
var í fínasta lagi, og hann heitti á tey,
sum ikki vildu gjalda fyri tunnilin,
um at koyra hinvegin. Samstundis
speirak hann tey, sum einaferð
tosaðu um eyka útreiðslu upp á
800 milliónir fyri síðani at tosa um
milliardir í eykaútreiðslum.
Hvat ætlaðu løgmaður og Kári
P. Højgaard? Hvørjum reaktiónum
høvdu teir roknað við? Hví er tað
eitt problem, at politiska skipanin
vil hava at vita, hvat hendir? Og
hví reageraði eingin í politisku
skipanini, tá Kári P. Højgaard í
apríl boðaði frá, at nú fór hann
undir realitetssamráðingar við ein
møguleikan byggiharra?
Andstøðan sigur, at tey tóku
sum givið, at málið endaði aftur í
tinginum, áðrenn endaliga avgerðin
varð tikin.
Vit onnu kunnu so undrast á, at
Innlendismálaráðið, sum er okkara
løgmálaráð, í fyrsta umfari er
sannført um, at allar løgfrøðiligar
heimildir eru í lagi, eins og løgmaður
– fyri síðani at taka nýggja støðu og
bera eitt lógaruppskot í tingi.
Sosialurin viðgjørdi í februar
eina alternativa ætlan um at
binda
Føroyar
saman
á
ein
alternativan hátt við brúgvum
og tunlum. Ein ætlan, sum Frank
Hansen,
verkfrøðingur
hevur
víst á, har tað er óneyðugt at gera
undirsjóvartunnil millum Streymoy
og Eysturoy fyri at binda meginøkið
í Føroyum saman.
Kári P. Højgaard vildi als ikki
hoyra um hesa ætlan, tá Sosialurin
spurdi hann. Hinvegin vísti hann á,
at hann bara arbeiddi eftir politiska
viljanum hjá løgtinginum. Ein
vilji, sum nú kortini skal vigast av
nýggjum í løgtinginum.
Vit mugu krevja, at politiska
handverkið er á hægri støði, tá
landsins kostnu taka støðu til
milliardaíløgu, okkara vegna.
politiskt makkverk
Hetta vikuskiftið skipar fót
bóltsfelagið Víkingur fyri Vík
ingadøgum í Leirvík. Víkingur
er ein samanlegging millum
gomlu bóltfeløgini LÍF úr
Leirvík og GÍ úr Gøtu, og Vík
ingadagarnir skiftast ímillum
Leirvík og Gøtu.
Hesaferð verða Víkinga
dagarnir hildnir á nýggja kai
økinum í Leirvík, og har verða
tiltøk av ymsum slagi allan
leygardagin.
Víkingadagarnir tjóðstarta
tó við stóra fótbóltsdystinum
í Gøtu fríggja
kvøldið,
tá
ið
Víkingur og HB
spæla
í
Effo
deildini.
Ein
fastur
táttur á Víkinga
døgunum
er
at
ganga
upp
um fjall – eftir
gomlu bygdagøtuni úr Leirvík
til Norðragøtu. Hetta verður
leygardagin, og frásøgumaður
er Kristian Martin Eliasen.
Kl. 23.00 leygarkvøldið verð
ur røða, fýrverk og felagssangur
á kaiøkinum, og frá midnátt og
út á náttina spælir Tinganest til
dans í tjaldinum á kaiøkinum.
Víkingadagar í Leirvík
Í gjár vitjaði Sigmundur Davíð
Gunnlaugsson, nýggi forsæt
isráðharri Íslands, Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmann.
Stjórnarleiðararnir høvdu ó
formligan fund seinnapartin
í gjár. Á fundinum greiddi ís
lendski forsætisráðharrin frá
ætlanunum
og
avbjóðingu
num hjá teirri nýggju stjórnini
í Íslandi. Løgmaður kunnaði
eisini um nakrar av teimum
stóru
avbjóðingunum
hjá
Føroyum.
Stjórnarleiðararnir
vóru
á einum máli um, at Ísland og
Føroyar hava fleiri mál av felags
áhuga. Búskaparvøkstur, møg
uleikar í arktiska økinum og
støða til Evropiska Samveldið
eru dømi um felags áhugamál.
Staðfest varð, at tað er sera
týdningarmikið at menna fram
haldandi tað góða samstarvið,
ið er millum Føroyar og Ísland.
Í sambandi við, at løgmaður
nú hevur havt Sigmund Davið
Gunnlaugsson á vitjan, sigur
løgmaður:
– Eg fegnist um, at nýggi for
sætisráðharri Íslands nú hevur
vitjað í Føroyum. Fyri sam
starvið og viðurskiftini mill
um londini bæði er tað týdni
ngarmikið, at vit knýta bond
og halda fram við at styrkja
samstarvið. Á fundinum fekk
eg gott innlit í ætlanirnar hjá
teirri nýggju stjórnini í Íslandi.
Tað var áhugavert at staðfesta,
at avbjóðingarnar og ætlani
rnar hjá stjórnunum báðum á
fleiri økjum líkjast nógv.
Vitjanin hjá íslendska for
sætisráðharranum er partur av
rundferð í Norðanlondum, har
hann hittir sínar starvsfelagar.
Forsætisráðharrin fór av landi
num í dag.
Nú ein dagin spurdi tíðinda
kvinna í Kringvarpinum ein
politikara: “Hevur títt døgn
fleiri tímar enn mítt?” Og á
permuni á blaði, ið verður
borið kostnaðarfrítt í hvørt
hús, stendur “Kundi hugsað
mær, at døgnið var 48 tím
ar”. Eisini sæst javnan, at
fyritøkur lýsa við, at tær
hava “døgntænastu”. – Hvat
er hent við okkara egna orði
“samdøgur”?
Tá ið ein dansklig orðing
verður fest á blað, elvir hon
til málspillu. Her mugu
blaðfólk vera so mikið at
sær komin, at tey laga til og
ritstýra, so tað er vandaligt
mál, ið kemur á prent. Og
ikki minst hava kringvarps
fólk serligar skyldur.
Eg fari at endurgeva tað,
ið stendur um hetta í riti
num Orðafari, sum í mong
ár var málgagnið hjá Mál
nevndini. Her úr riti nr. 43,
mars 1996: “Summi teirra,
ið bera okkum tíðindi, nýta
javnan hitt óføroyska orðið
"døgn". Hitt rætta føroyska
orðið er “samdøgur”. "Døgn
tænasta" t.d. átti tí at itið
“samdøgurstænasta”.”
Fólk, ið eru óhjálpin, hava
tørv á samdøgurshjálp, og
ein samdøgursstovnur er
ein stovnur, sum hýsir fólki
alt samdøgrið. Eitt samdøg
urslag er lætt tónleikalag,
sum bert er frammi eina
tíð o.s.fr.
Í hesum viðfangi kann
verða lagt aftur at, at
danska orðingin “í loypi av”
ella “í leypi av”, t.e. at nakað
hendir, meðan eitt ávíst tíð
arbil ella tíðarskeið líður,
nevnist á føroyskum “eftir”,
t. d. eftir einum samdøgri,
eftir einum tíma, eftir ein
um degi, eftir einari nátt og
eftir einum mánað.
Døgn – samdøgur
Tað kann ikki vera eitt mál,
at tingfólk einki skulu vita
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Sigmund hitti Kaj Leo