týsdagur 25. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit biðja ongantíð um eitt
leitiloyvi, uttan at vit eisini
rokna við at skula bora ein
leitibrunn.
Søren Blegvad Andersen,
leitistjóri hjá Dong Energy,
er avgjørdur, nú hansara
felag hevur biðið um og fing
ið loyvi til at gera enn eina
roynd at leita eftir olju í før
oyska landgrunninum.
Dong Energy hevur verið
við í føroyskari oljuleiting
síðani aldarskiftið, og felagið
var við, tá fyrstu sporini av
olju vórðu funnin í Marjun
brunninum í 2001.
Men tá, fyri 12 árum síða-
ni, vóru ivamálini stór. Úrs
litini vístu ikki nóg neyvt,
hvussu nógv olja var í land
synningspartinum av føroys
ku undirgrundini, heilt upp at
bretska markinum. Eisini var
ivi um sonevndu goymslu
eginleikarnar í brunninum.
Tí spurdist einki burtur úr, og
oljufeløgini lótu inn aftur síni
leitiloyvi í økinum, ið annars
millum manna hevði fingið
eyknevnið Gullhornið.
Lata upp
Síðstu árini hevur áhugin
fyri føroysku undirgrundini
verið minkandi. Tað var ein
høvuðsorsøk til, at Vinnu
málaráðið broytti strategi.
Farið var frá skipaðum út
bjóðingar-umførum til eitt
meira opið principp, ið á
enskum stutt sagt verður
rópt ”open door.” Við broyt
ingini, ið kom inn í kol
vetnislógina í 2010, kunnu
oljufeløg sjálv venda sær til
Jarðfeingi, um tey hava áhu
ga í at kanna okkurt øki á
føroyska
landgrunninum.
Eftir eina slíka áheitan skal
Jarðfeingi alment boða frá
sýnda áhuganum og geva
øðrum oljufeløgum 90 dagar
til at bjóða upp ímóti.
- Vit hava verið í Føroyum
í nógv ár eftirhondini, vit
kenna økið við Marjun
brunnin, og við nýggjari tøk
ni tøkari hava vit valt at fara
inn aftur í økið. Tað sigur
Søren Blegvad Andersen, leit
ingarstjóri hjá Dong Energy,
sum við tveimum leitiloyv
um í hondini hevur stovnað
eitt føroyskt dóttirfelag til
endamálið.
Tøknin
- Síðani vit vóru inni á øki
num seinast, hevur tøknin
verið í rúkandi menning. Í
dag kunnu vit fáa nýggjar
upplýsingar úr gomlum data,
sum vit ikki hava fingið áður,
sigur Søren Blegvad Ander
sen og heldur fram:
- Við hesar tøkni meta vit,
at tíðin er búgvin til at fara
inn aftur í Marjunbrunnin
og endurskoða alla ta vitan,
ið seinasta boring gav. Vit
skulu snøgt sagt meta um
av nýggjum, hvørt tað er
fíggjarliga forsvarligt at gera
eina nýggja royndarboring í
Marjunbrunnin, sigur Søren
Blegvad Andersen.
Sambært leitistjóranum
við ábyrgd av virkseminum
hjá Dong Energy í bretskum
og
føroyskum
sjógvi
er
tað ikki minst innanhýsis,
tøkniliga menningin í Dong
Energy, sum fær felagið
til aftur at trúgva uppá, at
kolvetin, og harvið pengar,
kunnu fáast burtur úr
Marjunbrunninum.
Dong Energy hevur tó
ikki bundið seg til at bora
nakran brunn. Kanningarnar
næstu tvey til trý árini skulu
vísa, hvørt tað loysir seg.
Søren
Blegvad
Andersen
vísir í sama andadrátti á,
at so seint sum í fjør vórðu
nýggjar seismiskar kann
ingar við 3D-tøkni gjørd
ar í økinum. Og tær koma
sjálvandi
afturat
gomlu
vitanini. Hartil hevur Dong
Energy góðar royndir í øki
num, beint hinumegin før
oyska markið.
Vísir tað seg, at Dong
Energy fær røttu svarini úr
nýggja
kanningararbeiði
num, so verður borurin sett
ur í undirgrundina.
- So skulu vit fyrst til
at bora ein sonevndan av
markingarbrunn. Men tað er
greitt, at so koma vit eisini at
satsa stórt upp á hetta økið,
sigur Søren Blegvad Ander
sen.
Jón Brian Hvidtfeldt
- Eg meti áhugan frá Dong
Energy at vera eitt fantast
iskt stig fyri Føroyar og
føroyska oljuleiting. Tað
sigur landsstýrismaðurin í
vinnumálum, sum fegnast
um endurkveikta áhuga
num hjá DONG Energy fyri
føroysku undirgrundini.
Johan Dahl vísir á týdn
ingin av, at oljuleiting fer
fram í føroyskum øki, so
nógv sum yvirhøvur tilber.
- Týdningurin kann ikki
yvirmetast, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum er íðin for
sprákari fyri at lata før
oysku undirgrundina upp á
víðan vegg fyri oljufeløgini.
Amboðið í somáta er broyt
ingin í kolvetnislógini frá
2010, sum letur upp fyri,
at feløg sjálvi kunnu bjóða
seg fram at gera kanningar
í føroysku undirgrundini
eftir sonevnda ”open-door”
princippinum.
- Støðan í dag vísir, at
avgerðin um at lata upp
var røtt. Nú DONG Energy
er komið inn aftur fara
Vinnumálaráðið og Jarð
feingi aktivt at marknaðar
føra føroyska landgrunnin
í eini roynd at fáa onnur
oljufeløg at bjóða seg fram,
sigur Johan Dahl, lands
stýrismaður í vinnumálum.
Marknaðarføring
- Við open-door heimildini
bleiv tað munandi meira
smidligt hjá oljufeløgum
at koma inn í øki, har virk
semi hevur verið fyrr. Sam
stundis hevur tú varðveitt
møguleikan
hjá
øðrum
feløgum at bjóða upp í móti,
sigur Johan Dahl.
Sambært
landsstýris
manninum í vinnumálum
vóru eisini onnur feløg, ið
vístu áhuga fyri økinum í 90
daga tíðarskeiðinum, með-an
økið var frítt at bjóða uppá.
Men tá avtornaði hevði Dong
Energy besta boðið, sambært
landsstýrismanninum.
Síðstu árini hevur verið
heldur drúgt millum vitjan
irnar frá altjóða oljufeløg
unum, men fesku oljuloyv
ini til Dong Energy geva
landsstýrismanninum blóð
á tonna.
- Vinnumálaráðið fer í
heyst aktivt út at markn
aðarføra føroysku undir
grundina. Við open-door
amboðnum í hondini fara
vit aktivt út at marknaðar
føra undirgrundina fyri á
tann hátt at fáa oljufeløgini
at fara undir leiting her hjá
okkum, sigur Johan Dahl.
Marknaðarføra undirgrundina
Fyrsta royndin at lata upp fyri oljufeløgum skal slóða fyri nýggjari
marknaðarføring av føroyska landgrunninum. Tað sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnumálum, sum fegnast um áhugan frá Dong Energy
Nýtt lív í Marjuna
Danski oljurisin Dong Energy fær sjey ár at finna út av, um olja kortini kann vinnast
burtur úr Marjunbrunninum og leitiøkjunum í tí, sum einaferð varð nevnt Gullhornið
FAKTA
- loyvini hjá
Dong Energy
Dong Energy fær loyvi
at leita eftir olju á
tveimum økjum við
Marjunbrunnin, ið
varð boraður fyri 12
árum síðani. Økini
eru býtt sundur í
Marjunleiðina, ið er eitt
øki á 75 ferkilometrar,
og eitt umleið 830
ferkilometrar øki
nærhendis. Bæði økini
liggja í ein landsynning
úr Føroyum, beint upp
at bretska markinum.
Loyvini eru galdandi
í sjey ár, men Dong
Energy hevur ikki bundið
seg til at bora nakran
brunn.