Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Tað var á sjómannadegnum 2009, at menn fóru at tosa um at skipa fyri einum felag fyri træseglskip, og sama árið varð settur ein bólkur, at fyri­reika eitt slíkt felag. Tá so felagið var stovnað, kom hugskotið um at skipa fyri einari regatta fyri træ­ segl­skip. Fyrsta árið fall regattain sam­an við ólavsøkuni, og tað var fyri so vítt gjørt við vilja. Men tað vísti seg, at tiltakið drukn­aði í ólavsøkuni, so nú verð­ur Føroya Regatta hildin fyr­s­ta vikuskiftið í juli. Eftirmeting var gjørd eftir fyrstu regattaina, og av­ gerð varð tikin um at halda fram. Alt verður gjørt sjálv­boð­ ið, so talan er um blóð, sveitta og tjøru, tí fíggjarliga eru træ­segl­skipini á knøunum. - Tað skal eitt stórt arbeiði til at halda hesi skipini, og tað krevur rættiliga nógv fíggjarliga, hóast alt ar­beiði er sjálvboðið, siga teir báðir, Hans Eli Hansen, for­mað­ ur, og Jens Marius Poul­ sen, skrivari í Felagnum Træseglskip. Nú vita fólk, at Føroya Re­gatta er, og serliga tað, at kommunurnar hava tikið so væl ímóti tiltakinum, hevur gjørt, at menn hava hug at halda fram. Tjald verður sett upp við mati, har er tónleikur, væl­ koms­t­røður verða hildnar, har verður skipað fyri felags­ sangi og so verður dans­að­ur føroyskur dansur um kvøld­ ar­nar, tá lagt er til kai, sigur teir báðir. Opið skip Tað verða væntandi 11 skip við í regattaini í ár, umframt onn­ur skip og bátar. Skipini savnast á Polli­ num í Fuglafirði klokkan 18 hós­dagin 4. juli, har VIP'arar koma umborð, áðrenn siglt ver­ð­ur seinasta teinin inn á Fugla­fjørð. Tað plaga at vera fleiri róðr­ar­bátar í fylginum, so tað er ein vøkur sjón, tá flot­ in kemur inn at bryggju. - Vit royna altíð at koma at bryggju um 19-tíðina, tí vit hava áður upplivað, at vit eru komnir til kai longu um 17-18 tíðina. Tá hevur nógv fólk verið har, men so eru tey farin heim at eta, og eru so ongan­tíð komin oman aftur á bryggjuna. Tí hava vit gjørt av, at leggja til bryggju um 19 tíð­ina, siga Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen. Síðani verður al­menn­ ing­ur­in bjóðaður umborð at síg­g­ja skipini, og hetta fer so fram í einar tveir tímar. - Tað eru langt frá øll, sum hava verið umborð á gomlu sluppu­num og sæð, hvussu um­støður­nar hjá okkara for­ fedr­um hava verið, og hvussu trong­ligt teir hava livað. Tí er hetta eitt gott høvi hjá fólki at koma umborð at vitja, siga teir báðir. Tá so vitjunartíðin er av, fara fólk at hugna sær. Klokk­an 21 verður skipað fyri felagssangi, og klokkan 22 verður so tikið saman eina løtu. Eftir klokkan 23 dansa fólk so leingi teimum lystir. Suður og norð, eyst og vest Fríggjadagin gongur so leiðin av Fuglafirði á miðdegi, og so verður komið á Havnina klokk­an 19. Har liggur flotin so til á miðdegi dagin eftir, tá far­ið verður eitt legg suður á Skop­ un, ið hevur eina bygd­ar­ stevnu júst hetta viku­skift­ið. Ætlanin er, at fylgið skal verða har klokkan 14, og so ligg­ja í Skopun til klokkan 16, tá farið verður seinasta strekk­ið vestur á Miðvág. Eisini í Miðvági er ætlanin at legg­ja til bryggju klokkan 19. Sunnudagin 7. juli leggur so allur flotin av Miðvági á mið­degi, og hvør siglir tá í sína ætt. Fyrireikararnir hava gjørt av, at skipa fyri tveimum rutum, sum so verða sigldar annað­hvørt ár. Skiftivís verð­ ur byrjað ella endað í Vági ella á Tvøroyri, meðan rutan annaðhvørt ár gongur meira eyst­ur og vestur. Felags fyri báðar ruturnar er, at tað er møguleiki hjá fólki at verða við á ferðunum um­borð á onkrum av skipu­ num. Tað kostar eina ávísa upp­hædd, alt eftir, hvussu leingi tú ynskir at vera við. Tað ber til at keypa ferðaseðil fyri allan túrin, ella fyri hvørt strekkið sær. Einasta treytin er, at ferða­fólk mugu finna sær inni­vist á teimum støðum, har vitjað verður, tí tað er ikki pláss at liggja nátt um­ borð á skipunum. Stórt virði Teir báðir, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, siga, at tað hevur stórt virði, at vit eiga so nógvar sluppir og træ­segl­skip, sum vit gera. Tað finst ikki ein einasta slupp eftir í Íslandi, nakað, sum íslendingar eru sera harm­ir um, og eingin er held­ ur at finna á Bretska megi­n­ landi­num ella í oyggjunum. Hetlendingar lótu sína sein­astu slupp til Føroya, og eingin er heldur eftir í Orkn­ oyggju­num ella He­brid­un­ um, og tað sama er gald­andi í Skotlandi og Ong­landi. Ansa vit ikki eftir, verða eingi træskip til yvirhøvur. Tað er tí at fegnast um, at Løgtingið hevur staðfest eina lóg til at varðveita gom­ lu træskipini. - Land, kommunur, feløg og einstaklingar mugu øll vera við, um gomlu træ­skipu­ num skal verða lív lagað, siga Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen frá Felagið Træ­segls­kip. Skipini, sum verða iði á regatt­aini í ár, eru: Jóhanna, West­ward Ho, Norðlýsið, Drag­in, Thorshavn, Brimnes, Fram, Norðan, Heimdal, Høg­ na Jákup og Fiefie of Sand. Manningin telur til­sam­ ans millum 50 og 60 fólk, menn og kvinnur. Føroya Regatta verður komandi viku Tað er Felagið Træseglskip, ið skipar fyri Føroya Regatta 2013, ið er fjórða regattain av sínum slag. Í ár verður siglt eystur og vestur, og byrjað verður í Fuglafirði og endað í Miðvági