týsdagur 25. juni 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði
Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv
sum lektari ella adjunktur í búskaparfrøði leyst at søkja
Starvsøki
Gransking og útbúgving í búskaparfrøði er virkisøki í menn-
ing á Fróðskaparsetri Føroya. Ætlanin er í fyrsta umfari at
seta Fróðskaparsetrið ført fyri at bjóða lesandi akademiska
útbúgving í búskaparfrøði. Somuleiðis skal støði leggjast
undir gransking í búskaparfrøði, sum saman við frálæruni
skal geva gott innlit í búskaparfrøði og serstakliga í føroysk
búskaparviðurskifti.
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í búskap-
arfrøði. Tann, ið fær starvið, skal sum partur av einum toymi
skipa fyri B.Sc.-námi í búskaparfrøði og menna granskingina
á økinum. Góður kunnleiki til viðurskiftini í føroyska búskapin-
um er ein fyrimunur.
Førleikar
Lektaraumsøkjarar skulu hava ph.d.-prógv ella samsvarandi
førleika og skjalprógvaðan granskingarførleika á altjóða stigi.
Teir skulu hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingar-
royndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/
ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvar-
andi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað
granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-rit-
gerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta
lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.
Út frá eini heildarmeting tilskilar Fróðskaparsetrið sær rætt
til at seta ein adjunkt í starv fram um ein lektara, um profilur-
in v.m. hjá adjunktinum hóskar betur saman við innihald í og
ætlan við lýsta starvinum.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðs-
royndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og fram-
tíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um
tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísindaligar greinir.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð-
skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt-
mála við Akademikarafelag Føroya.
Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkjar-
anna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum før-
leikum.
Freist
Umsóknarfreist er 28. juni 2013. Miðað verður eftir at seta
starvið skjótast tilber. Umsóknir skulu sendast við telduposti
til umsokn@setur.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til
Maluna Marnersdóttur, dekan, malanm@setur.fo.
Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo