Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frá 1. september 2013 letur Klaksvíkar Kommuna upp serstovu í Barnahúsi- num Margit, har børn við serligum avbjóðingum fáa eitt betri námsfrøðiligt tilboð, og verður í tí sambandi søkt eftir 3 námsfrøðingum til serstovuna at byrja 1. september 2013: • 2 námsfrøðingar á 40 t/viku • 1 námsfrøðingur á 30 t/viku Harumframt søkir Barnahúsið Margit eftir 2 námsfrøðingum til vøggu- og barna garð- stovu at byrja 1. september 2013: • 2 námsfrøðingar á 30 t/viku Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Undir stovninum eru tvær vøggu- stovur, tvær barnagarðsstovur, serstovan og útibarnagarðurin Fjallafípan. Stovnurin er normeraður til 106 børn. Serstovan er ætlað børnum, sum eru fevnd av § 5 í dagstovnalógini. Starvsfólk í serstov- uni koma í gerandisdegnum at hava tætt námsfrøðiligt samstarv við hinar stovurnar á stovninum. Vit vænta, at umsøkjarar: • arbeiða inkluderandi • eru opnir, erligir og fyrikomandi • leggja seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag • síggja avbjóðingar og møguleikar fram um mørk • ynskja at menna seg námsfrøðiliga og at vera við til at mynda stovnin • hugsa tilvitað um menning fyri tað einstaka barnið • eru týðuligur í samskifti og leggja dent á gott samstarv ynskja at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF). Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo Umsóknir: Umsókn saman við avriti av prógvi, ummæli, cv o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 4. juli kl. 12:00 Barnahúsið Margit Traðargøta 31 FO-700 Klaksvík Fartel: 284530 margit@klaksvik.fo Námsfrøðingar til Barnahúsið Margit Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík I Tel. +298 410000 I Fax +298 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo MentaMálaráðið