týsdagur 25. juni 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KOM OG ARBEIÐ HJÁ JANUAR
OKKUM TØRVAR EVNARÍK UNG FÓLK VIÐ ÁRÆÐI.
ERT TÚ ÁHUGAÐ(UR) Í SAMFELAGS VIÐUR SKIFT UM/BÚSKAPI, OG KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR
AT ARBEITT Í TÍ PRIVATA VINNULÍVINUM, KUNNU VIT BJÓÐA TÆR EINA VERKLIGA OG
ÁSTØÐILIGA ÚTBÚGVING, SUM TÚ IKKI FÆRT BETRI Á HESUM ØKI.
T Í N V A N G A M Y N D
» Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur
students-, HF ella HH prógv í summar,
og at tú ert áhugað(ur) í eini búskapar-
ligari útbúgving.
» Tú var/er millum tey stinnastu í flokki-
num hjá tær og hevur hug at sameina
eina teoretiska útbúgving við eina
prak ti ska útbúgving.
» Eisini heldur tú tað vera spennandi at
sleppa at virka í vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu
syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú
vinnur pening. Vit geva tær møguleika fyri
eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst
betri í Føroyum, og sum til fulnar er á
sama støði, sum tað besta, ið verður
bjóðað aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar.
Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella
lík n andi sum fulltíðarlesandi í t.d.
Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu
vit kanska útvega tær arbeiði í lestrar-
tíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand.
merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis
sum tú arbeiðir í Føroyum.
Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at
gerast statsautoriseraður og løggildur
grann skoð ari. Hevur tú vilja, evni og
rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv
sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur
tær fyri.
M E I R A A T V I T A
Størvini skulu setast eftir summarfrí-
tíðina (umleið 1. september 2013), men
longu í juli mánaði kunnu vit gera eina
setanar avtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú
ringja til okkara og seta teg í samband við
Jógvan Amonsson ella Hans Laksá.
U M S Ó K N
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum
upp lýsing um skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 28. juni 2013.
P / F J A N U A R
L Ø G G I L T
G R A N N S K O Ð A N A R V I R K I
H O Y V Í K S V E G U R 5
P O S T B O X 3 0
F O 1 1 0 T Ó R S H A V N
Starvslýsing //
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst
og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt
sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum
afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við
áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har
nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum
umhvørvi.
JANUAR er eitt grannskoðara- og ráð gevingar felag, sum
er ein samanrenning av grann skoðanar fyritøkunum
INPACT og NOTA, sum báðar hava meira enn 40 ár á
baki. Umframt at gera lógarbundna grann skoðan veita
vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bók-
haldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/um skipan av
virkjum, skattamálum v.m.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum
grannskoðara, men innanhýsis setur felag okkara enn
størri krøv til persón ligu eginleikarnar hjá einum grann-
skoðara. Hann skal m.a. veraábyrgdarfullur, álítandi,
trú verdur og skilja týdningin av tagnar skyld uni. Fakliga
støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og
starvs venjing – sigast má tí beinanvegin, at neyð ugt er,
at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak.
Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum
bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast so skjótt
og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera
innanfyri ávísa klokkutíð. Hetta setur síni krøv til
starvs fólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart, men
eisini spennandi.