týsdagur 25. juni 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
profilurin Áki Joensen
Pætur Albinus
Áki Joensen gjørdist spastik
ari vegna trupulleikar undir
føðingini og er rørslutarnaður,
men uppvøkstur hevur hann
fingið á sama hátt sum flest
onnur. Hann hevur ging
ið í barnagarði, fólkaskúla
og fekk summarið 2002
studentsprógv í studenta
skúlanum í Hoydølum. Hann
gjørdist ársins studentur
hetta árið. Undir lesnaðinum
fekk hann eisini koyrikort og
egnan sergjørdan bil.
Áki flutti árið eftir til Dan
markar og er í dag búsitandi í
Aalborg, har hann má sigast
vera ítróttarmaður fulla tíð.
Hann man vera ein av teim
um fáu, sum kann erpa sær
av at vera á tveimum lands
liðum í tveimum ymiskum
ítróttargreinum. Nevniliga
koyristólafótbólti, har hann
umboðar Danmark, og boccia
umboðandi Føroyar.
Hevur verið til HM
Áki hevur altíð verið áhug
aður í fótbólti.
– Eg havi altíð viljað spælt
fótbólt. Eg var altíð málmað
ur, tá ið vit spældu bólt í skúl
anum, men tá ið eg bleiv eldri
spældi eg ikki longur. Tá ið eg
kom til Danmarkar hoyrdi eg
um, at ein kundi spæla koyri
stólafótbólt. Hetta mátti eg
royna og havi spælt síðani
2004, sigur Áki, sum umvegis
fótbólti í koyristóli hevur
fingið mong góð minni – okk
urt skarar tó framúr.
– Vit spældu HM í 2007 í
Japan. Tað var ein stór upp
living, sigur Áki, sum av lyndi
er lívsjáttandi og ógvuliga
smílandi.
Vøllurin í koyristólafót
bólti kann í mesta lagi vera
30 m langur og 18 m breiður.
Fýra leikarar eru á hvørjum
liði. Málmaðurin tekur van
liga lut í álopsspælinum og
tað er ikki óvanligt, at hann
eisini skjýtur mál. Mest
loyvda ferðin hjá leikarunum
er 10 km/t.
Silvur í DM
Áki spælir við koyristólafót
bóltsliðnum í Aalborg, sum
kallast Aalborg Powersoccer.
Teir venja hvønn mánadag,
og einaferð um mánaðin
eru teir til kapping. Fýra tey
bestu liðini koma víðari til
endaspælið, og higar rukku
Áki og liðfelagar hansara úr
Aalborg Powersoccer.
Tað eydnaðist Áka og teim
um at spæla seg heilt fram til
DM-finaluna, hetta umvegis
ein 1-0-sigur ímóti Tjørring
Dolphins í hálvfinaluni.
Í
finaluni
møttu
teir
Aarhus Rolling Devils, sum
í nógv ár hevur myndað
oddan í koyristólafótbólti í
Danmark. Vanliga leiktíðin
endaði við málleysum javn
leiki, men longda leiktíðin
gjørdist endastøðin hjá Áka
og teimum. Aarhus Rolling
Devils skoraði í evstu løtu og
kunnu tískil kalla seg dan
marksmeistarar, meðan Áki
kann kalla seg silvurvinnara.
– Vinnarin vann sær lut
tøku í Champions League, so
tað var harmiligt, at vit ikki
vunnu, sigur Áki um final
una.
Trívist við fótbóltin
Tað hevur eina góða ávirkan
á Áka, at hann spælir koyri
stólafótbólt. Vit spurdu hann,
hvat hann fær burturúr.
– Tað er so nógv. Felags
skapur, spenningurin um
hvussu tað fer at ganga og
hvussu góð kenslan er at
skjóta mál, sigur Áki.
Hann
og
liðfelagarnir
venja einaferð um vikuna –
hvørt mánakvøld.
EM í boccia
Kappingarárið í koyristóla
fótbólti er júst at enda komið,
men Áki skuldi ikki bíða leingi
eftir síni næstu avbjóðing.
Hann hevur síðstu vikuna
nevniliga verið í Portugal,
har hann hevur luttikið í
EM í boccia. Kappingin var
í býnum Guimarães, har 135
spælarar frá 23 ymiskum
londum kappaðust kappast
um
evropameistaraheitið.
Luttakaratalið var hitt mesta
nakrantíð.
Áki reyk út úr bólkaspæl
inum eftir at hava tapt báðar
sínar dystir.
– Tað gekk ikki soleiðis
sum eg hevði vónað. Eg eri
vónbrotin, tí eg veit, at eg
kann gera tað betri, segði Áki
um kappingina.
Hann er nú afturkomin til
Aalborg, har hann eitt nú fer
at fyrireika seg til HM kom
andi ár. Enn er ikki greitt,
hvar kappingin verður, men
Suðurkorea
hevur nýliga
bjóðað seg til at vera vertur.
albinus@sosialurin.fo
Áki er á tveimum
landsliðum
Tilveran í koyristóli forðar honum ikki í at gera tað, sum hann elskar. Hann er ítróttarglaður og
kappingarsinnaður, og so er gaman í, at hann spælir bæði boccia og fótbólt. Tað, sum hann hevur
avrikað í lívinum, vitnar um, at viljin er sera sterkur. Hetta speglast eisini aftur í ítróttaravrikum hansara
í løtuni, har hann hevur úr at gera – og tað á hægsta stigi. Hann er nevniliga á landsliðnum í bæði
koyristólafótbólti og boccia. Fyri tveimum vikum síðani vann hann silvur í DM í koyristólafótbólti og um
vikuskiftið luttók hann í EM í boccia. Profilurin hesaferð er 32 ára gamli Áki Joensen úr Tórshavn
Áki og liðfelagar hansara
vunnu silvur í DM. Her
fær hann handað
sivlurmedaljuna
Áki, sum er mittastur í
myndini, saman við
liðfeløgum sínum frá
Aalborg Powersoccer