hósdagur 27. juni 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Nú skal eitt ungdómsráð
skipast í Havnini.
Tað samtykti Tórshavnar
Býráð einmælt mikukvøldið.
Tað hevur leingi verið
tosað um, hvussu stóran
týdning tað hevur at seta
eitt ungdómsráð á stovn í
Tórshavnar kommunu og nú
verður tað veruleiki.
Ungdómsráðið skal um
boðað tey ungu í kommun
uni.
– Endamálið er at styrkja
fólkaræðið í kommununi, við
at skipa eitt ráð, har ung, sum
ikki hava valrætt til býráðið
ella løgtingið, fáa eina rødd í
politisku skipanini og verða
ein partur av fólkaræðinum,
siga býráðslimir.
Í løtuni verður arbeitt
við at snikka viðtøkurnar
fyri eitt ungdómsráð saman,
men ætlanin er, at tað skal
stovnast nú í summar.
Tað,
sum liggur í kortunum, er,
at ungdómsráðið skal vera
fyri ung ímillum 15 og 18 ár,
altso fyri tey, sum ikki hava
valrætt.
Men fleiri býráðs
limir seta spurnartekin við
aldursmarki. Eitt nú halda
summi, at ovara markið á 18
ár er nakað lágt sett, tí eitt
ungdómsráð eigur eisini at
umboða ung, sum eru eldri
enn 18 ár.
Men tað vóru eisini bý
ráðslimir sum løgdu dent á,
at verður eitt ungdómsráð
skipað, má tað eisini takast
í álvara og fáa eina veruliga
ávirkan á viðurskifti, sum
viðvíkja teimum.
Spurningurin
um
at
stovna ungdómsráðið fer
nú til viðgerðar í mentanar
nevndini hjá býráðnum og
har verður tað viðgjørt sum
skjótast, sigur forkvinnan,
Helena Dam á Neystabø.
Ung
í Føroyum eru ikki heilt
ókend við fólkaræðið í verkið,
hendan myndin er frá einum
ungdómstingi.
Sum beinleiðis avleiðing av loyniliga
leistinum hjá Innlendismálaráðnum
í tunnilsmálinum hevur Sosialurin
sett sær fyri at finna grundgeving
arnar aftanfyri føgru orðini. Tað
meta vit vera okkara skyldu, ikki
minst tí talan er um størstu sam
ferðsluíløgu í søguni.
Úrslitið er skakandi. Tí sam
stundis sum forsprákarar fyri
Skálafjarðartunnilin tosa um bú
skaparvøkstur og –menning sum
avleiðing av at knýta miðstaðarøkið
tættari saman, so verður hóttanin
við fólkafráflyting brúkt sum arg
ument fyri at váðin er stórur og
avkastið tískil má vera tilsvarandi
høgt. Kunnu báðir partar fáa rætt,
soleiðis at vit fáa eitt manntómt
kraftsentur mitt í Føroyum?
Kann álitið ”Fólkaflyting og fólk
avøkstur” brúkast sum argument
fyri at Føroyar eru eitt ótrygt stað
at gera íløgur? Kann bókin ”Exit
Føroyar” brúkast sum bensin á
sama bál?
Og kann man tá út frá somu
argumentatión siga, at argumentið
viknar í takt við at tey 37 átøkini í
heildarætlanini um fólkavøkstur
verða framd?
Vit freistast til at spyrja, um
løgna argumentatiónin – sjálvandi
væl ballað inn í fínar cost-benefit
og risikoanalysur – er ein orsøk til
tys-tys taktikkin.
Sosialurin hevur tosað við eina
langa røð av fólki, sum eru vald at
taka avgerðir vegna Føroya fólk. Tey,
sum vita nakað, hava tagnarskyldu.
Og tey, sum vita eitt sindur, fáa eftir
øllum at døma ongantíð alt at vita.
Tí sum tað liggur í kortunum vera
búskaparligu aspektini í sáttmála
num verandi loynilig.
Vit skilja fyri sovítt væl, at eitt
pensjónsfelag ikki tímir at tosa hart
um sínar potentiellu íløgur. Fyri
sovítt, tí at reglurnar loyva teimum
tað. Men bara fyri sovítt, tá teirra
tilverugrundarlag jú eru pensjóns
pengarnir hjá tær og mær.
Vit skilja tó als ikki, hví landsins
leiðsla letur sær lynda at spæla við
á henda hátt. Sambært landsstýris
manninum er bara eitt privat felag,
ið vil gera Skálafjarðartunnilin, og
kravdi hetta felag, at alt fer fram í
trúnaði.
Er íløgan somikið góð og áhugin
at gera tunnlin somikið lítil, sum
tað verður sagt, so átti at borið til
at upplýst fólk um alt. Tí hvat hevði
felagið svarað, um landsstýrismað
urin kravdi opinleika?
Kanska hevði eitt opið kjak um
tunnilin eisini nomið við potentiellu
avtoftingina av Føroyum sum ein av
størstu váðunum fyri verkætlanini.
Tá kundu vit so kjakast um, hvørt
nakar verður eftir at koyra undir
Skálafjørð og Tangafjørð um tíggju,
tjúgu ella hálvtrýss ár.
Álit um fólkavøkstur og Exit
Føroyar gera íløguna ótrygga
Fólk í Svínáum í Eysturoy
eru av sonnum komin í eina
serstøðu – sum hevur nakað
við kommunusamanlegging
at gera – tó við øvugtum
fortekni.
Tað var Rólant Poulsen,
býráðslimur í Eiðis komm
unu, sum herfyri legði fram
uppskot um at taka samráð
ingar upp við Sunda komm
una um at yvirtaka Svínáir,
sum syðsta bygd í Eiðis
kommunu, beint norðran
fyri Norðskála.
Uppskotið kom í kjalar
vørrinum av, at bygdarráðið
skuldi samtykkja at játta
120.000 kronur til lyktapelar
í Svínáum.
Eisini vísti Rólant Poul
sen á, at nógv av fólkinum
í Svínáum er skrásett í øðr
um kommunum og sostatt
ikki rinda skatt til Eiðis
kommunu.
Men
uppskotið
varð
felt.
– Vit eru sera glað fyri
okkara borgarar í Svínáum,
og vit síggja fyri okkum
stórar vakstrarmøguleikar í
Svínáum. Tí kemur tað ikki
upp á tla at Svínáir fer nakr
an veg burtur úr kommun
uni, sigur Jógvan í Skorini,
borgarstjóri.
Hann tekur frástøðu frá
úttalilsunum hjá Rólanti
Poulsen.
Hóast Heðin Zachari
asen, borgarstjóri í Sunda
kommunu heilsa Svínáum
vælkomnum
í
Sunda
kommunu, so ger Jógvan í
Skorini tó greitt, at Svínáir
fer ongan veg.
Tímir ikki at
eiga Svínáir
FÓLKAFLYTING dýrkar tunnil
Ungdómurin í Havn størri
ávirkan á politikkin
Mótar
beiðir egn
um ætl
anum
Óluvá í gong
kjak á síðu 22
Tí eru
Føroyar
eitt heima
stýri
Helig abrahamsen
kjak á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000