hósdagur 27. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
»Thi kendes for ret
Landssjúkrahúsið
skal
betale Poul Johannes Joen
sen og Heidi Poula Joensen
kroner 487.412,00 i erstatn
ing...«
Soleiðis ljóðaði dómurin
um endurgjald fyri deyðs
fallið av Nanly Joensen heilt
afturi í 2000.
Tað var nakað so banalt,
sum nýrasteinar, ið førdu til,
at Nanly doyði, bert 57 ára
gomul.
Hon var kallað inn á
Landssjúkrahúsið
við
tveimum innkallingarseðl
um í senn, har annar segði,
at hon skuldi hald fram
við viðgerðini hon var í,
meðan hin var ein innlegg
ingarseðil við boðum um
skurðviðgerð.
Tað skuldi vísa seg at vera
hesin seinni, ið var galdandi,
og 23. februar 2000 bleiv
Nanly Joensen so løgd inn á
Landssjúkrahúsið, og dagin
eftir varð hon so skurðvið
gjørd fyri gallstein.
Tað skuldi skjótt vísa
seg, at har var ikki alt farið
fram sum tað átti. Fyri
tað fyrsta var fuskað við
sjúkrajournalini hjá Nanly,
fyri tað næsta hevði læknin,
ið framdi skurðviðgerðina
ikki neyðugu pappírini, og
fyri tað triðja fór sami lækni
av landinum dagin eftir, at
skurðviðgerðin var framd,
nakað, ið sambært øðrum
læknum er óhoyrt.
Tað visti seg eisini skjótt,
at Nanly fekk óvanliga nógva
pínu, gjørdist bleik og gul,
fekk fepur og fór at spýggja.
Alt hetta vóru tekin um,
at alt ikki ruggaði rætt við
skurðviðgerðini.
Pínan og sjúkueyðkennini
hildu fram, og hóast tað átti
at verið týðiligt fyri bæði
læknum og sjúkrasystrum,
at her ruggaði ikki alt rætt,
hendi lítið annað, enn at
Nanly varð fylt við morfin.
Rættslæknaráðið fíltist á,
at eingin varnaðist tað inn
lýsandi, nevniliga at gall læk
úr gallgongdini inn í maga
sekkin.
Hjartastopp og deyði
Familjan sá forfærd ólukku
skilið, men fekk alla tíðina at
vita, at her var alt, sum tað
átti.
Men Nanly gjørdist bara
verri og verri, og leygar
kvøldið, tá ein systirdóttir fór
oman á Landssjúkrahúsið at
vita, hvussu til stóð, fekk hon
at vita, at Nanly hevði havt
eitt hjartastopp, og nú lá í
respiratori.
Boð vórðu send suður til
Vágs at fáa familjuna at koma
norður sum skjótast, tí nú
stóð illa til. Men boðini komu
frá familju í Havn og ikki frá
Landssjúkrahúsinum.
Úrslitið gjørdist, at familj
an í Vági fekk boðini so seint,
at ikki slapst norður um
fjør fyrr enn klokkan 15.30
seinnapart sunnudag.
Bilur stóð fyri teimum á
kaini og tað var beina leið
út á Landssjúkrahúsið. Har
lá Nanly í respiratori, og
ongantíð fekst samband við
hana aftur. Klokkan 12.53
mánadagin tann 28. februar
2000 var Nanly søgd deyð at
vera.
Poul Johannes Joensen
lovaði á Landssjúkrahúsi
num har og tá, at hann ikki
vildi sleppa Landssjúkra
húsinum snikkaleysum frá
hesari vanrøkt. Men at tað
var eitt lyfti, sum skuldi
kosta so nógv og taka so
langa tíð, hevði hann ikki
droymt um. 13 ár og fýra
mánaðir næstan upp á dagin
skuldu ganga, áðrenn ein av
gerð - fyribils- fall í málinum.
Á miðdegi mikudagin 26.
juni segði dómarin, Peter
Flügge, dómin, ið gevur faðir
og dóttir smáar 500.000
krónur í endurgjaldi. Poul
Johannes
Joensen
fær
435.500 krónur, meðan dóttir
in fær 51.912 krónur, ið svarar
til 721 krónur um mánaðin í
72 mánaðir fram til hennara
24. ár.
Dómarin
avvísti,
at
endurgjald skuldi fara fram
eftir nýggju lógini frá 2008,
tá hendingin fór fram í 2000.
Eisini dró niður, at Nanly var
57 ára gomul, og at hon ikki
hevði havt týðandi inntøkur
undan deyðanum.
Taksturin verður settur
út frá fullum avlamni. Í føri
av deyða, verður roknað 50%
av fullum avlamni, og síðani
kann justerast niður ella upp,
og í hesum førinum hevur
dómarin justerað niður frá
575.000 krónum, ið er 50% av
1.150.000, ið verur latið fyri
fult avlamni.
Umhugsar støðuna
Poul Johannes Joensen hev
ur fingið dómin og umhugsar
í løtuni støðuna.
- Eg fái ikki sagt so nógv,
tí vit hava ikki havt stundir
at nærlisið dómin og tosa við
sakføraran. Men tað sigur seg
sjálvt at tað er hart at fáa at
vita, at skipanin í sambandi
við patientkærumál í Føroy
um var so út av lagi í mun
til í øðrum londum, at tað
kann samanberast við til
afturskomin lond, sigur Poul
Johannes Joensen.
Skipanin vísti seg eisini
at verða soleiðis, at ein
tilvildarligur sakførari og eitt
starvsfólk frá Tryggingar
felagnum Føroyar saman við
Landssjúkrahúsinum høvdu
høvi til at draga máli út í
meira enn 13 ár, tó at tað var
eyðsýnt hvat var fari fram á
Landssjúkrahúsinum, sigur
Poul Johannes Joensen.
Hann hevur - eins og mót
parturin - fýra vikur at kæra
dómin.
- Eg dugi ikki at siga, hvat
eg fari at gera. Tað er nakað,
vit mugu tosa við sakføraran
um, og í løtuni veit eg ikki,
um nakað meira verður
gjørt við málið, sigur Poul
Johannes Joensen.
Hann dylur ikki fyri, at
hetta hevur verið ein sera
drúgv - og kostnaðarmikil -
tilgongd.
- Tað hevur verið ein hørð
tíð at koma ígjøgnum, og
hetta málið hevur kostað
bæði so og so. Fyribils fari eg
at umhugsa støðuna, og eg
havi fýra vikur at taka eina
avgerð í, sigur Poul Johannes
Joensen.
Nanly var verd
undir hálva millión
Mikudagin fall dómur í sakarmálinum, har Poul Johannes Joensen og dótturin, Heidi Poula Joensen,
kravdu Landssjúkrahúsið eftir endurgjaldi fyri ikki at hava sæð eyðsýndu tekinini um um eftirrák
eftir eina skurðviðgerð fyri gallstein. Faðir og dóttir fingu undir hálva millión í endurgjaldi