hósdagur 27. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Heimið til minnisveik á
Mýrunum
við
Toftavatn,
verður ikki stongt og bú
fólkini verða sostatt heldur
tvingsilsflutt á aðrar stovnar.
- Tað ger Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum, púra greitt í dag.
- Tað verða heldur eingir
aðrir bústovnar stongdir, utt
an at búfólkið hevur okkurt
at annað tilboð, leggur hon
afturat.
Á almennum fundi í Løks
høll týskvøldið um støðuna í
eldraøkinum, vóru starvsfólk
á Heiminum á Mýrunum og
avvarðandi, rættiliga upp
reitt um støðuna á eldra
økinum.
Tey vísa á, at myndug
leikarnir ætla at steingja
heimið tey minnisveiku á
Mýrunum og at flyta tey átta
búfólkini á aðrar stovnar.
Eisini forkvinnan í stýri
num fyri Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim gjørdi greitt, at
tey høvdu mótmælt ætlanini
og tað sama hava kommun
urnar gjørt.
Men Annika Olsen ger
púra greitt, at hetta hevur
ongantíð verið ætlanin at
steingja heimið á Mýrunum
og tvingsilsflyta búfólkini.
- Eingin skal flyta út ímóti
sínum vilja. Eru búfólkini
ikki ístand til at taka eina
avgerð, skulu tey avvarðandi
spyrjast til ráðs.
Annika Olsen sigur, at
ætlanin annars er ætlanin at
niðurlagað heimið á Mýru
num stigvíst, við tí fyri eyga,
at eingi nýggj búfólk verða
tikin inn so hvørt sum búfólk
doyggja, ella flyta.
- Hetta er sostatt ein til
gongd, sum kann taka langa
tíð, ásannar hon.
Í eini spariætlan hjá Al
mannaverkinum er Heimið
á Mýrunum umrøtt undir
yvirskriftini ”aðrir møgu
leikar at spara”. Har stend
ur orðarætt, at ”tað er í
umbúna at niðurleggja 8
demenspláss.
Sparing
av
hesum kann evt nýtast til
at hækka dagsprísin. Næsta
ár -um sparing verður fult
implementerað- kann partur
av sparing nýtast til deild til
frontaldement á Boðanes
heiminum”.
Eina aðrastaðni stendur,
at ”Búfólkini á Mýrunum
kundu flutt í tey 6 um
lættingarplássini
í
Gøtu
brá, meðan 2 kundu flutt á
Eysturoyar Røktarheim.”
Vit spurdu landsstýris
kvinnuna í Almannastovuni,
hvussu hesi boðini skulu
skiljast og um hon ikki skilir,
at starvsfólk og avvarðandi
fata hetta sum um, at heimið
skal leggjast niður?
- Jú, men eitt er, hvørji
uppskot eru um sparingar.
Eitt annað er, hvørjar av
gerðir, eg taki sum ovasti
myndugleiki og tað hevur
ongantíð ligið í kortunum,
at heimið skal latast aftur og
at búfólkið tvingsilsflytast.
Men hetta kundi bent á, at
onkusvegna verða boðini frá
mær ikki verða endurgivin
rætt niðurígjøgnum skipan
ina, og tað er ørkymlandi,
sigur Annika Olsen.
Hon leggur afturat, at
tað harmar hana almikið,
at hetta hevur loypt ekka á
starvsfólk, búfólk og avvarð
andi, tí tað er ongin grund
hjá teimum at stúra fyri bú
staðinum.
Annika Olsen sigur, at
fyri at beina allan iva burt
ur, fer hon nú at senda øllum
teimum, sum varða av heimi
num á Mýrunum, har hon fer
at greiða teimum fá støðuni.
Niðurlagast
Annika Olsen sigur, at ætlan
in at niðurlagað heimið á
Mýrunum, er ein partur í
eini yvirskipaðari ætlan at
niðurleggja sambýli og aðrar
bústovnar, sum ikki eru
hóskandi - ofta tí at talan er
um gomul sethús.
Men forkvinnan í Stýri
num fyri Eysturoyar Røkt
ar- og Ellisheim greiddi frá
á almennum fundi, at hon
hevur fingið at vita bein
leiðis frá tær, at talan um eitt
sparitiltak?
Sjálvandi er eisini talan
um eina sparing, Men talan
er ikki um eina sparing beint
nú. Tí endurtaki eg, at heimið
á Mýruni verður ikki niður
lagt ímóti viljanum hjá bú
fólki ella avvarðandi. Tað
verður niðurlagað so hvørt
við tað, at ongin verður tikin
inn, so hvørt búfólk doyggja
ella flyta.
- Eru tað búfólk á Mýru
num, sum vilja flyta, fer Al
mannaverkið at kanna eftir,
hvørjir aðrir møguleikar eru
at hýsa teimum.
Hon sigur, at samstundis
er ætlanin at skipa eitt dag
tilhald til minnisveik í Runa
vík.
Starvsfólk og avvarðandi
hava ført fram, at eitt dagtil
hald er als ikki nøktandi, tí
minnisveik mugu hava fólk
rundanum seg 24 tímar um
samdøgurið.
Tað er Annika Olsen samd
í. Hon sigur, at tey, sum eru
illa fyri, skulu sjálvandi á
stovn, men tey, sum eru betri
fyri, fáa stórt gagn av einum
dagtilhaldi.
Annars hava starvsfólk
ført fram, at minnisveik hava
ein heilt serligan tørv og so
statt kunnu tey ikki vera
saman við øðrum búfólkum?
- Tað er rætt og tískil
skulu serligar deildir fyri
minnisveik skipast á teimum
ymsu heimunum.
Í heiminum á Mýrunum
eru átta búpláss og Annika
Olsen ásannar, soleiðis sum
landið nú liggur, verður úrs
litið av, at heimið letur aftur
so líðandi, at tilsamans verða
tað átta røktarpláss færri í
Eysturoy, enn tað eru nú.
- Eg vil als ikki útihýsa, at
tað verður neyðugt at út
vega
eldraøkinum
eina
eykajáttan í ár.
Tað sigur Annika Ol
sen, landsstýriskvinna í al
mannamálum.
Tá ið Løgtingið fór í
summarfrí í mai í ár, varð
upplýst, at skal eldraøkið
sleppa undan sparingum
í ár, varð neyðugt við eini
eykajáttan á 6,2 miliónir.
Úrslitið av tí var, at eldra
økið fekk eina eykajáttan á
4,1 milliónir.
- Eg væntaði, at hetta fór
at taka broddin av teimum
álvarsligu
sparitiltøkum,
sum vóru fráboðað.
Men á tveimum almenn
um fundum, sum hava verið
um eldraøkið, hava bæði
starvsfólk og avvarðandi
rópt neyðarróp og eru kom
in við einari ræðusøgu fyri
og aðrari eftir um, hvussu
tey merkja støðuna á egnum
kroppi.
- Tað vísir seg ikki sum
um at broddurin er tikin
av sparingunum og støðan
er ikki nøktandi, staðfestir
Annika Olsen.
- Eg eri endurgivin fyri
at siga, at tørvurin á heima
hjálp er nøktaður. Men tað
havi eg ongantíð sagt. Eg
havi sagt, at næstan øll, sum
hava fingið játtað heima
hjálp, fáa heimhjálp. Men
tað er munur á teimum
tímunum, fólk fáa í heima
hjálp, og tí veruliga tørvi
num tey hava á heimahjálp.
Kanska eykajáttan
Tískil eru tey í Almanna
málaráðnum farin at lýsa
støðuna í øllum eldraøki
num og eitt endamál við tí
er at styrkja heimarøktina.
- Eg kann ikki liva vit
hesum og eg kann als ikki
útihýsa, at neyðugt verður
við eini eykajáttan afturat í
ár til heimarøktina og eldra
økið annars, sigur hon.
Men hon leggur afturat,
at avbjóðingin verður eisini
at fáa eina nøktandi játtan
næsta ár.
Men hon vil ikki út
greina, hvat hon hugsar um,
tá ið hon sigur, at hon ikki
kann liva við støðuni.
- Tað taka vit til ta tíð,
sigur Annika Olsen.
Nú hava tveir fundir ver
ið í seinastuni um støðuna í
eldraøkinum, men tú vart á
hvørgum teirra. Hevði tað ikki
verið hent hjá tær at hoyrt við
egnum oyrum, hvussu starvs
fólk, brúkarar og avvarðandi,
merkja støðuna.
- Jú, men tá ið fyrri fund
urin var, var eg uttanlands
og tá ið seinni fundurin var,
var eg bundin heima av føð
ingardegi hjá soninum.
Men tað merkir ikki, at
Annika Olsen ikki verður
kunnað um viðurskiftini, tí
hon skal nú á fund við ný
stovnaða Eldramálið um
støðuna á eldraøkinum.
Kannar møguleikan fyri
eykajáttan til eldraøkið
Ongin verður koyrdur á dyr
ELDRI OG SJÚK Vit fara hvørki at steingja heimið á Mýrunum, ella nakran annan bústovn til sjúk og eldri,
og at flyta fólk á aðrar stovnar ímóti teirra vilja, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Eingin skal noyðast
at flyta ímóti sínum vilja
Onki tvingsil
- Tað er rætt, at ætlanin er at niðurlagað Heimið á Mýrunum og aðrar óhóskandi bústovnar. Men talan verður
undir ongum umstøðum um at tvingsilsflyta nakran, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum