Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ung í arbeiði Kom við arbeiðsuppskotum Er nøkur gøta, ið tú dagliga gongur framvið, ið kundi trongt til eina kerliga hond? Ella hevur tú lagt merki til nakran garð, ið hevði tolt at verði málaður av nýggjum? Seinastu trý árini hava borgarar í Tórshavnar Kommunu havt møguleika at koma við ymsum uppskotum, ið tey ungu kundu taka sær av. Hetta eydnaðist stak væl og verður sjálvandi ein møguleiki aftur í ár. Arbeiðsuppskot kunnu skrásetast gjøgnum heimasíðuna hjá kommununi www.torshavn.fo ella á teldupost: ungiarbeidi@torshavn.fo. Tórshavnar kommuna Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum radio-/teleteknikara at umsita rakstur og menning av radio-/ teleútbúnaði hjá Vodafone. Ábyrgdarøki Uppsetan, rakstur, umsiting og eftirlit av: Sendistøðum (2G/3G BTS) Endurvarparum (2G/3G repeater) Radiolinkum (15-25 Ghz) Mastra- og antennuanleggum Backup, Battarí og køliskipanum Sentralútgerð (BSC og RNC) Vit bjóða Eitt starv, har tú ert ein týðandi persónur í fyritøkuni og fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi um- hvørvi. Førleikar og royndir hjá umsøkjaranum Vit ynskja, at umsøkjarin er ein liðspælari við góðum teldukunnleika, ið dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ynskja vit, at umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Løn og setanartreytir verða gjørdar í sam- ráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terji L. Hansen tel. 502074 ella senda teldupost á tlh@vodafone.fo. Freistin at søkja er 1. juli 2013 og skulu umsóknir, lívsrensl (CV) og viðmæli sendast til tlh@vodafone.fo ella Óðinshædd 2, FO-100 Tórshavn. Vodafone er ein fjarskiftisfyritøka, ið bjóð- ar tænastur innan GSM, fastnet telefoni, IP net og ADSL. 32 fólk starvast Vodafone. Vodafone søkir eftir radio-/ teleteknikara Bachelor í orku- og umhvørvis verkfrøði Har tú millum annað fært svarini uppá spurningarnar omanfyri! Hetta er ein spildurnýggj útbúgving, sum Setrið bjóðar eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin er grundað á føroysk viðurskifti og heimligu náttúruna, men hon viðger samstundis ein altjóða tørv. Varandi orkukeldur verða alsamt meiri eftirspurdar, og tí er ein útbúgving innan orku og umhvørvi viðkomandi og nýtilig um allan heim. Tað tekur 3 ár at lesa til orku- og umhvørvisverkfrøðing, harav 1/2 ár kann takast uttanlands. Prógvið gevur nógvar møguleikar, bæði til gransking, størv og víðari lesnað. Hvussu sleppa vit undan stóru oljunýtsluni? Hvar skal okkara orka koma frá í framtíðini? Hvørji árin hava ymsu orkusløgini á samfelagið og umhvørvið? Kom og les Bsc í orKu- og umHvørvis verKfrøði umsóknarfreist er 1. juli 2013 les meiri á www.setur.fo Sosialurin 341800