Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 73 · 28. juni 2013 2 VIKUSKIFTI Vikuskifti Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Enn ein sesong við Vikuskifti er løgd afturum. 38 Vikuskifti hava ver­ ið í Sosialinum fríggjadagar síð­ani september í fjør, og á teimum um­leið 600 blaðsíðunum, vit hava fram­leitt, hava vit bjóðað samrøður, bak­grunds­ greinar, kjaktilfar, undirhald, ummæli, klummur, góð ráð og mangt annað. Dagsins Vikuskifti er tað seinasta í hesum umfari. Vikuskifti fer at hvíla seg í summar, men kemur sterkt aftur í seinnu helvt av september. Avloysarin Meðan Vikuskifti heldur summarfrí, bjóðar Sosialurin sínum lesarum eitt annað vikuskiftisblað. Blaðið kallast Summar og verður fyrstu ferð í Sosial­ inum komandi fríggjadag. Hetta er fjórða summarið, at Summar er í Sosialinum, og vikuskiftisinnleggið fer næstu vikurnar at bjóða samrøður, ferðafrásagnir, klummur, hugleiðingar og onkrar fastar tættir. Vit, sum hava lagt til rættis, skrivað, fotograferað og framleitt Vikuskifti, takka fyri hetta umfarið. Takk øll tit, sum hava lisið Vikuskifti, og tit, sum vit hava samstarvað við á ymsan hátt. Málið má ikki verða forðing Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Bjarni Mortensen / Mynd: Ólavur J. Hansen klumman Simona Weihe Dagsins Vikuskifti er seinasta útgáva fyri summarferiuna, men næsta fríggjadag er avloysarin til reiðar at taka við Mær dámar so væl at svimja nakrar hundrað metrar, áðrenn eg fari til arbeiðis. Umframt at svimja, so verða sauna, gosboð og ísa­kaldi potturin dúgliga brúkt. Vit eru nokk so nógv, sum vitja í svimjihøllini hvønn dag um somu tíð. Hetta eru hugnaligar løtur og vit smápráta um ymiskt gerandis. Tá eg hitti hesar svimjarar í býnum, heilsa vit. Tó tað viðhvørt er eitt sindur trupult við at kenna fólk aftur, tá tey eru í gerandisbúna og hárið er turt. Fyri einum 12 árum síðan búði eg eitt ár í Viborg. Var so heppin at búgva beint við flottu svimjihøllina. So har stóð eg uttan fyri hvønn morgun, tá tey lótu upp. Sum í Havn, so vóru tað somu fólkini, sum møttu um somu tíð. Men ein munur var: Minnist meg ikki hava tosað nakað serligt við nakran. Eri farin at hugsa um, hví so mundi vera. Eg dugi jú væl – sum allir føroyingar – at tosa danskt. Eg havi tó ein eitt sindur serligan accent, tað má eg viðganga. Man tað vera hann, sum hevur gjørt, at tað ongantíð bleiv nakað prát? Var tað eg, sum helt meg aftur, ella vóru hini kanska bangin fyri at spyrja uppaftur? Ella kanska eitt heilt triðja? Tá fyri 12 árum hugsaði eg als ikki um tað. Men eri farin at undrast á hetta, nú nakað av kjaki hevur verið um útlendingar í Føroyum. Eg vóni at tey ikki halda seg aftur, tí tað týdningarmiklasta er at vit tosa við hvønn annan. Sjálv havi als ongan trupulleika av at tosa danskt við ekspeditrisu á t.d. Apotek­inum ella í Miklagarði. Skilja vit betur hvør aðra á donskum, so er tað ok. Tá eg seinni aftur keypi frá hesi ekspeditrisu, so biður hon meg bara tosa føroyskt, hon skilir tað longu. Ikki so løgið, tí í samskiftinum koma útlendingarnir skjótt eftir málinum. Men hvussu ber tað til, at hóast fólk frá nógvum ymiskum tjóðum búgva í Føroyum, so eru ógvulig fá av t.d. eysturlendskum uppruna at síggja í t.d. handilsvinnuni? Munnu handilsleiðarar halda kundarnar hava nakað ímóti at keypa frá fólki, sum eru í ferð við at læra seg føroyska málið? Sjálv haldi eg teir fara skeivir, um teir hugsa soleiðis. Ella munnu tey sjálv halda seg aftur? Tað hopi eg ikki. Eg haldi hetta eru sera áhugaverdir spurningar. Og ynski at í framtíðini verða hesi fólk meira sjónlig í tænastuvinnuni. Málið má aldri verða nøkur forðing. Tí tað kann ikki vera so syrgiligt, at málið kann vera forðing fyri at læra málið. So segði hann... Vikuskifti í summarfrí – Verða okkara tilmæli fylgd, trúgvi eg upp á, at okkara mál um 50 heiltíðarstørv í føroyskari filmsvinnu og ein fulltíðar føroyskan spælifilm um tíggju ár gerast veruleiki. Jákup Veyhe, sum hevur verið við at orða álit um føroyskan filmspolitikk Ísland snarar aftur til høgru Valið leygardagin nr. 47 26. apríl 2013 sosialurin Føroyingar eru Fittastu FerðaFólkini oluFFa Hansen nr. 22 22. februar 2013 sosialurin Lærir føroyskar kvinnur poLe-dans Joan-Heidi østerø nr. 28 8. mars 2013 sosialurin Pedofili kann ikki steðgast Bjørt lind nr. 16 8. februar 2013 sosialurin Føroyskur designari í Milano Frida Poulsen nr. 61 31. mai 2013 sosialurin Gevur steinum listarliGt floG Jórun HøGnesen nr. 31 15. mars 2013 sosialurin Eftir 38 útgávur síðani september fer Vikuskifti at hvíla seg í summar