mánadagur 1. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Tíðliga leygarmorgunin fleyg
Atlantsflog sín fyrsta túr á
nýggju rutuni úr Vágum til
Milano. Ein av teimum, sum
var við á ferðini til Italia
um morgunin og heimaftur
seinnapartin,
var
Oliver
Joensen, ið hevur starvast
á Norðlýsinum stóran part
av arbeiðslívinum. Hann er
kendur, sum maðurin við
brillunum ytst á nøsini og
við myndatólinum hangandi
í einum belti, sum hann
hevur um hálsin.
Og tá ið Oliver lendi aftur
í Vágum, var arbeiðsdagurin
ikki liðugur.
– Tá ið eg kom heimaftur
úr Milano, fari eg til Fugloyar
á
Útoyggjastevnu,
segði
Oliver umborð á Airbus flog
farinum.
Í blaðnum í dag fortelja vit søguna
um Sólrun, sum hóast arbeiði
hvønn dag hevur trupult við at
fáa endarnar at røkka saman. Hon
er ein av 436 fíggjarliga sperdum
familjum, sum fingu hjálp frá
felagsskapinum Í menniskjum góð
ur tokki.
Vit vita ikki, um Sólrun livir
undir fátækramarkinum, tí eitt slíkt
hava vit framvegis ikki í Føroyum.
So seint sum í síðstu viku segði
landsstýriskvinnan, at arbeiðið at
áseta eitt fátækramark dregur út,
hóast tilmælið frá arbeiðsbólkinum
skuldi ligið á borðinum 1. apríl. Nær
ásetir tú eitt fátækramark, Annika
Olsen?
Sólrun arbeiðir hvønn dag. Hon
er stakur uppihaldari við tveimum
børnum, og hon hevur 2-3000 krón
ur at liva fyri um mánaðin.
Skal Sólrun arbeiða meira, so
gongur tað út yvir børnini. Ein
tvístøða, sum fyrst og fremst er
hennara egna, men sum samfelagið
eftir okkara tykki eigur sín part av.
Skal tað bera til at vera stak
ur uppihaldari í Føroyum? Rúm
ar vælferðarsamfelagið Føroyar
einligar mammur sum Sólrun? Og
tora vit at dúva uppá, at familju
bondini hjá hesum samfelagsbólki
framhaldandi vera sterkari enn
fíggjarligu fyrimunirnir við at flyta
til Danmarkar.
Kostnaðarstøðið í Føroyum er
høgt. Tað er dýrt at seta búgv, og
hartil er mangan trupult at fáa
eyga á fríu marknaðarkreftirnar,
ið annars skulu eitast at trýsta
prísirnar niðureftir. Tað gongur út
yvir allar borgarar, men sjálvandi
serliga hjá tí, sum bara hevur 2-3000
krónur at liva fyri. Eitt styrkt kapp
ingareftirlit kundi kanska bøtt um
ta støðuna.
Nýggja heildarætlanin ”Fólka
flyting og fólkavøkstur” vísir á,
at tað serliga eru stakir uppi
haldarar
við
smáum
børnum,
sum eru í fátækraváða í mun til
aðrar samfelagsbólkar. Tí mæl
ir heildarætlanin til at áseta ein
arbeiðsfrádrátt fyri stakar uppi
haldarar. Fyri landskassan kostar
átakið 10 milliónir krónur – fyri
Sólrun merkir tað, at hon hevur
1000 krónur meira eftir at liva fyri
um mánaðin.
Landsstýrið sigur seg ætla at
brúka tilmælini í Heildarætlanini.
Tað skal síggjast aftur í fíggjar
lógararbeiðinum í heyst. Tá fáa
vit kanska at vita, um vælferðar
samfelagið Føroyar vil gera nakað
meira fyri Sólrun og onnur í
hennara støðu. Tað er, fyri at
brúka orðini hjá politikarum, ein
raðfesting.
Tá tað er sagt, so er eisini nakað
at tríva í hjá fakfeløgunum. Er
tað framvegis í lagi, at inntøkan
sveiggjar við talinum av heili- og
frídøgum og sjúkradøgum hjá børn
unum? Skal tann tímalønti fram
vegis vera so illa vardur?
Tora vit at dúva uppá, at
familjubond framhaldandi
verða sterkari enn fíggjarligir
fyrimunir í Danmark
Seinnapartin í gjár var
eitt listarverk við 10 sjálv
støðugum
myndum
av
dúkað í kirkjukjallaranum
í Christianskirkjuni.
Christianskirkjan heldur
í hesum døgum sín 50 ára
dag, og í tí sambandi er
ymiskt gjørt við kirkjuna.
Altartalvan hevur fingið
høvuðsumvæling, og eisini
fær kirkjan nýggjar benk
ur.
Tað er listamaðurin Ed
ward Fuglø, sum hevur
gjørt
nýggja
verkið
til
kirkjukjallaran, og hann
hevur fingið hjálp frá Sjúrði
Sólstein at skera lutirnar
úr timbri og líma teir á træ
plátur.
Myndirnar
byggja
á
kendar søgur og støður í
Bíbliuni.
Christianskirkjan
fingið nýggja list
Vælferðarsamfelag fyri øll
Sunnukvøldið varð herverk
aftur gjørt á eina av stand
myndunum hjá íslendsku
listakvinnuni,
Steinunn
Þórarinsdóttir,
sum
eru
settar ymsastaðni í Havnini,
og sum ætlandi skulu sýnast
fram til 25. august.
Sunnukvøldið gekk her
verkið út yvir standmyndina,
sum situr á eini bonki uttan
fyri Kunningarstovuna á
Vaglinum í Havn.
Fyri góðari viku síðani,
leygarnáttina 22. juni, var
herverk gjørt á tvær av
standmyndunum hjá Stein
unn
Þórarinsdóttir,
sum
stóðu í Plantasjuni, so hetta
er aðru ferð í eina góða viku,
at hesar standmyndir ikki
fáa frið.
Serliga hugstoytt er tað,
at hesar standmyndir ikki
skulu fáa frið í Føroyum, tí
tær hava verið sýndar fram
í øðrum londum eisini, uttan
at nakar har gjørdi nakað við
tær.
Standmyndir fáa ikki frið
Úr Milano til Fugloyar
Føroyar
kunnu missa
Oyggjaleikir
Petur Elias Petersen
Síða 4-5
Eg
royni sum
frægast
Sólrun Durhuus
Síða 6-9
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Standmynd í miðbýnum í Havn varð sunnukvøldið koppað
Oliver Joensen í Milano
leygarmorgunin. Dagurin
endaði í Fugloynni, har Út
oyggjastevna var leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eitt av teimum 10 verkunum, sum Edward
Fuglø hevur gjørt til Christianskirkjuna
Mynd: Dávur Winther