Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgin hósdagin HITalag avfall lufttrýstið mikudagin Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5-10 m/s. Um kvøldið minni vindur av landsynningi og eystri. Skýggjað og út á náttina fer at regna. Hitin um 10 stig. Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 3-8 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Um kvøldið gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s og nakað av regni. Hitin um 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8-13 m/s. Skýggjað og regn. Seinnapartin landsynningur og turrari, men onkur æl. Hitin um 10 stig. 5-10 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 8/12°C 8/12°C 8/12°C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 12,0°C 10° Hitin í dag Minsti hiti máldur -2,4°C fyri juni fyri juni ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 2 mm higartil Miðal (1961-90): 61 mm Miðal (1961-90): 9,1°C Miðal hiti máldur 6,3°C Ferðavinna og matídnaður Útoyggjastevnan varð hesa ferð hildin á Kirkju Bøndur í neyð av friðaðum fugli - Villgæs eru nú ein so stór plága hjá føroyskum bónd­ um, at okkurt má gerast. Tað heldur Finnbogi Mid­jord, sýslumaður. Hann sigur, at tað er hvønn einasta dag, at fleiri bøndur ringja til hansara at kæra sína neyð um villgæs, sum herja bø og veltur. Hetta er tíðin, villgásin flytur norðureftir og á leið­ ina seta gæs í ovur­stórum tali seg í Føroyum, áðrenn tær halda leiðina longur norður. Meðan hon situr í Føroy­ um ger hon sær dælt av nýsáddum bøi og veltum. - Bøndurnir eru komnir í neyð, tí gæsnar rætt og slætt herja bæði bø og veltur og eta alt, sum er fyri, sigur sýslumaðurin. Hann sigur, at gamalt er, at ein gás við ungum etur líka nógvs sum ryssa við fyli, so tað skal ikki nógv hugflog at hugsa sær til, hvussu stóran skaða, ein gás kann elva til á bønum og í veltum. Samstundis dríta tær alt til, so bøurin og veltur­ nar eru ikki tespuligar. Finnbogi Midjord sigur, at tað er ikki dagur, at ikki eini tríggir, fýra fimm bønd­ ur ringja til hansara at kæra sína neyð. Tað er serliga í Sandoy, í Sundalagnum og við Skála­ fjørð, at trupulleikin er stórur, men hann er at kalla allastaðni í landinum, sigur hann. Men sýslumaðurin fær einki gjørt, tí gásin er friðaður fuglur og sostatt er ikki loyvt at skjóta. Tískil hevur Finnbogi Midjord skrivað landsstýri­ num bræv, har hann heitir á myndugleikarnar um at geva loyvi til at skjóta villgás eina ávísa tíð á árinum, um tað so bara var ein mánað, tá ið støðan er ringast. Hann vísir á, at bøndur leggja nógva orku og brúka nógvar pengar upp á at sáa og at velta epli, røtur og annað og tí er tað nógv kravt av teimum, at teir skulu noyðast at standa hjálparleysur og hyggja at ímeðan friðaðar villgæs skræða alt í seg. Hann heldur ikki, at hetta kann halda fram, tí endin kann vera, at onkur verður provokeraður at taka lógina í egnar hendur og tað er eingin orsøk at trýsta bøndur út í eina slíka støðu fyri at bjarga grøðini undan villgásini. Hetta er ein trupulleiki, sum hevur verið í fleiri ár, men nú vónar sýslumaðurin, at myndugleikarnir avtaka friðingina ein part av ári­ num. Sýslumaðurin vísir á, at í Íslandi er villgásin eisini ein stórur trupulleiki. Men har er loyvt at skjóta og har hava bøndurnir gjørt tað til eina inntøkukeldu at leiga fólki byrsur og loyvi at skjóta eitt ávíst tal av villgás, kanska einar tvær í part.