týsdagur 2. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Nú verður tað nógv bíligari
at eiga børn í Klaksvík.
Klaksvíkar býráð hevur
sett sær fyri, at hesi næstu
árini frá 2013 til 2016, skulu
gjøldini fyri at hava børn í
ansing, lækkast heili 35%.
Tað merkir, at nú hevur
býráðið einmælt samtykt, at
fyrsta januar skulu gjøldini
lækka 20 prosent.
Samstundis ætlar býráðið,
at tey næstu trý árini skulu
gjøldini harafturat lækka
fimm prosent um árið.
Samstundis hevur býráð-
ið samtykt, at avslátturin
fyri at hava systkin í barna-
ansing, eisini verður hækk
aður. Tað merkir, at tey for
eldur, sum hava fleiri børn í
ansing, skulu bara rinda full
an prís fyri fyrsta barnið, tí
fyri hini børnini fáa tey av
sláttur.
Í dag er systkinaavsláttur
in 20 prosent, men á nýggjár
inum hækkar hann sostatt
upp í 25 prosent.
Spara fleiri túsund
Jóhann Lützen, formaður í
sosialu nevnd hjá býráðnum,
sigur, at hetta merkir, at eitt
barn, sum er í vøggustovu,
kostar nú 2400 krónur, men
á nýggjárinum fer gjaldið
niður í 1950 krónur.
Eiga somu foreldur eisini
eitt barn í barnagarði, kostar
tað 1700 krónir í dag, men á
nýggjárinum lækkar tann
prísurin niður í 1020 krónur.
– Á nýggjárinum fara eini
foreldur við einum barni í
vøggustovu og einum barni
í barnagarði sostatt at spara
1130 krónur um mánaðin,
fyri at nevna eitt dømi um,
hvussu stór, sparingin verður
fyri eina barnafamilju.
Um árið verður sostatt
talan um eina beinleiðis spar
ing á 13.560 krónur hjá eini
barnafamilju við tveimum
børnum.
– Heilt runt roknað man
hetta svara til meiri enn
heila mánaðarløn eftir skatt
og øll onnur gjøld hjá einum
verkafólki, heldur Jóhann
Lützen.
Yvir tríggjar milliónir
Formaðurin í Sosialu nevnd
hjá Klaksvíkar Býráðis stað
festir, at hetta er ein lætti,
sum fer at kosta kommununi
3,1 til 3,2 milliónir krónur um
árið.
– Hóast tað er dýrt, er
hetta eitt átak, býráðið er
samt um at fremja.
– Fólkasamansetingin í
Klaksvík er skeiklað nakað
við tað, at børnini og tey
ungu eru nakað fá í tali.
Hetta er sostatt eitt sosialt
politiskt átak, sum er bein
leiðis vent ímóti smábarna
familjunum
Jóhann Lützen heldur, at
hetta er avgjørt eitt gott átak
í royndunum at lokka barna
familjur til Klaksvíkar – og í
royndunum at halda fast um
tær.
Hann vísir eisini á, at
ansingin fyri barnaansingina,
er ein tyngjandi útreiðsla hjá
familjunum, helst hjá teim
um, sum hava fleiri børn í
ansing.
Barnafamiljur
er
tær,
sum eru harðast fyrispentar,
tí tær hava ikki upparbeitt
sær tær høgu lønirnar við
starvsaldri og nógvar hava
eisini húsalán og lestrarlán
at stríðast við.
Á býráðsfundi í Klaksvík
varð upplýst, at í Klaksvík
eru 356 børn í ansingarskip
anini.
Tað eru 29 børn í Klaksvík,
sum ikki eru í ansingarskip
anini.
aki@sosialurin.fo
Bíligari at eiga børn í Klaksvík
Ókeypis hjá børnum í Klaksvík at íðka ítrótt
Hetta er sostatt eitt sosialt politiskt átak,
sum er beinleiðis vent ímóti smábarnafamiljunum
Barnalætti
Ein familja í Klaksvík við
einum barni í vøggustovu og
einum barni í barnagarði,
fer at spara yvir 13.000
krónur um árið, sigur
Jóhann Lützen, formaður í
sosialu nevnd í býráðnum
Áki Bertholdsen
Klaksvíkar býráð fer nú at
gera tað lættari og bíligari
hjá børnum og ungum í
Klaksvík at hava eitt frítíðar
ítriv og at taka lut í ymsum
mentanarligum virksemi.
Jóhann Lützen, formaður
í sosialu nevnd hjá Klaks
víkar Býráði, sigur, at tey
hava stórar ætlanir um at
lætta um barnafamiljunum
í kommununi, bæði hjá for
eldrum við smærri børnum
undir skúlaaldri og børnum
í skúlaaldri.
Serliga skulu hesir lættar
koma teimum familjum til
góðar, sum eru hart fyri
spentar fíggjarliga av yms
um orsøkum.
Sum sæst í hinari grein
ini, hevur býráðið longu
samtykt at lækka gjøldini
fyri at hava børn í ansing.
– Næsta stigið verður at
gera tað lættari hjá teimum
børnunum í skúlaaldri, og
teimum ungu, sigur Jóhann
Lützen.
Ókeypis frítíðarítriv
Jóhann Lützen dugir ikki
at siga, akkurát nær, ein slík
skipan verður sett í gildi,
men hetta er eitt mál, tey
nú fara at arbeiða við.
Hann dugir heldur ikki
at siga akkurat, hvussu ein
slík skipan kann snikkast
saman.
Kortini sigur hann, at
málið er at seta hol á nú á
nýggjárinum.
Men eitt dømið um eina
slíka skipan kundi verið,
at børnini og ungu fingu
okkurt slag av kortið, sum
gav teimum avsláttur, ella
gjørdi tað heilt ókeypis hjá
teimum at taka lut í ymsum
virksemi.
Formaðurin
í
Sosialu
nevnd sigur, at í býráðnum
hugsa tey sær at seta eina
pulju á 300.000 krónur av til
endamálið á fíggjarætlanini
fyri í 2014.
– Hetta verður fyri at
seta hol á. So fáa vit at
síggja, hvussu skipanin hiln
ast og um tørvur verður á at
hækka játtanina.
Kortini ásannar hann, at
nógv atlit eru at taka.
– Hetta má ikki enda við,
at ítróttarfeløg og onnur frí
tíðarfeløg fara at gera sær
dælt av eini slíkari skipan
og fara at hækka limagjaldið
upp í loft.
– Eitt annað, sum hugsast
má um, er, hvussu nógvum
ítróttarfeløgum, børnini eru
við í.
Burtur frá telduni
Jóhann Lützen sigur, at
hetta verður ein skipan, sum
eisini fer at geva foreldrum,
sum eru hart fyrispent, ein
møguleika at lata børnini
hava eitt frítíðarítriv á jøvn
um føti við hini børnini.
Hann sigur, at foreldur,
sum ikki eru væl fyri fíggjar
liga, hava annars lyndi til
at spara frítíðarítrivini hjá
børnunum burtur rættiliga
skjótt, fyri at fáa endarnar
at røkka saman, tí tey hava
ikki ráð at rinda limagjald.
Hann sigur, at ein slík
skipan kundi eisini eggja
børnum og ungum at farið
frá telduskerminum og út í
eitt ítróttarfelag at røra seg
ístaðin.
aki@sosialurin.fo
BARNAFAMILJUR Klaksvíkar Býráð ætlar at gera tað ókeypis hjá
børnum og ungum í Klaksvík íðka ítrótt og at hava onnur frítíðarítriv
BARNAANSING
Hesi næstu
árini fer tað
at vera nógv
lættari at vera
barnafamilja
í Klaksvík