týsdagur 2. juli 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Føroyskir bøndur
illa plágaðir av
villum gæs
LANDAPLÁGA Bóndur mugu standa hjálparleysir og hyggja at
ímeðan villar gæs skræða ein stóran part av grøðini í seg
Áki Bertholdsen
Villar gæs eru ein so stór
plága fyri føroyskar bøndur,
at nú vilja teir sleppa at skjóta.
Men tað sleppa teir ikki,
tí villgásin er friðað og tí
mugu bøndurnir bara standa
hjálparleysir og hyggja at
ímeðan villgæs í stórum tali
seta seg í bøin og skræða ein
stóran part av grasinum í seg.
Tað er ein gamal tru
pulleiki, at villgæs sita í
bønum og gera sær dælt av
grasinum, sum bøndurnir
annars høvdu ætlað neytum
og seyði.
Hvussu nógv gæsnar eta,
er ikki vist.
Tað er Búnaðarstovan nú
farin at kanna.
Portalurin umrøddi tru
pulleikan
um
vikuskiftið
og tá metti Peter T. Haahr,
fyrrverandi stjóri á Roynd
arstøðini í Kollafirði, at gæs
nar eta helvtina av grasinum.
Jógvan Joensen, bóndi
á Beitisgarðinum á Sandi,
sigur, at trupulleikin er so
mikið stórur, at tað ljóðar
ikki ósannlíkt.
Tað vil Rólvur Djurhuus á
Búnaðarstovuni ikki skriva
undir upp á fyrstu syftu.
Men hann sigur, at tað er
staðfest, at gæsnar eta ein
heilt stóran part av grøðini.
Akkurát,
hvussu
nógv
gæsnar eta, eru tey í løtuni í
ferð við at kanna.
Og tær kanningarnar verða
nettupp gjørdar Inni í Dal,
sum hoyrir til Beitisgarðin á
Sandi.
Har stikaði Búnaðarstov
an eitt stykkið inni í fjør og
legði net útyvir, so at gæsnar
ikki sleppa framat.
Stykkið er 2 ferðir 18
metrar og á bønum rundan
um er eingin seyður, so vill
gásin er einasta ávirkanin á
gróðurin.
– Bæði stykkini vórðu
sligin í senn og tað sæst, at
tað er heilt munandi meiri
gras á stykkinum, sum er
innistikað, enn tað var á
stykkinum,
har
gæsnar
sleppa framat, sigur hann.
Hann sigur, at í løtuni
verður royndirnar kannaðar
fyri at fáa eitt nágreiniligt
úrslit.
Rólvur Djurhuus sigur, at
úrslitið av hesi royndini skal
brúkast til at skjalprógva
fyri landsstýrinum, hvussu
stóran skaða, gásin elvir til.
– Í fjør heittu vit á
landsstýrið um broyra fugla
veiðilógina, so at tað verður
loyvt at skjóta gás í veltum
bøi, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt
mælti Búnaðarstovan ikki til
at loyva veiði eftir gás sum
so, men at tað skuldi verða
loyvt at skjóta gæs í bønum.
– Endamálið er at styggja
hana út í hagan, sigur hann.
Rólvur Djurhuus sigur, at
Fiskimálaráðið, sum umsitur
fuglaveiðilógina, vildi hava
prógv fyri, hvussu stóran
skaða gásin ger, áðrenn
nøkur stig verða tikin.
- Og tað eru hesi prógvini,
vit nú hava útvegað við hesi
royndini á Sandi, sigur hann.
Hann sigur, at seinni í ár
fer Búnaðarstovan at senda
Fiskimálaráðnum eina nýgg
ja áheitan um at geva loyvi
til at skjóta gás í veltum
lendi, men tá verða skjal
prógv løgd við sum vísa,
hvussu stóran skaða, gásin
ger.
Rólvur Djurhuus sigur, at
gásin elvir til skaða at kalla
alt árið.
– Tað var í september
mánaði í fjør, at royndarøkið
á Beitisgarðinum á Sandi
varð sligið, men eygleiðingar
vísa, at gásin bítur grasið
niður allan veturin og at tað
er stórur munur á grasinum
innanfyri stikið og uttanfyri.
Hann sigur, at trupul
leikin er langt frá bara í
Sandoy.
– Tað er kring alt landið,
har tað verður velt. Tað eru
serliga bóndur við mjólk
neytum, sum eru illa plágaðir
við tað, at teir tæða bøin væl.
Harvið verður grasið grønari
og tað er serliga hetta grøna
grasið, gásin legst á.
Vandi fyri Salmonella
Men vansin við gásini er ikki
bara tað, at hon skræðir alla
grøðina í seg og traðkar alt
niður.
Bøurin verður eisini illa
dálkaður við gásalorti. Um
framt at tað dálkar grasið
illa, er eisini vandi fyri sal
monella.
- Eingin veit, hvat villur
fuglur ber við sær, men fáa
neytini á einum garði sal
monella, verður at fjósið
avbyrgt og mjólkin verður
ikki tikin. Tað verður ein
vanlukka fyri bóndan.
Rólvur Djurhuus sigur,
tískil er tað komið fyri, at
bøndur hava heilt einfalt
latið vera við at sláa bø, sum
er illa dálkaður við gásalorti.
Jógvan Joensen, bóndi,
sigur eisini, at sum av
grasinum er so skitið, at er
óbrúkiligt til fóður.
Skræða alt í seg
Her er ein týðilig mynd av, hvussu stóran skaða, gásin ger á grøðina. Myndin er av stykkinum, sum er innistikað
og har gásin ikki sleppur framat. Allur bøurin varð sligin í september. Myndin er tikin í mars og inni á friðaða
stykkinum, er grasið 22 sentimetrar sítt, men tað er bara 2 sentimetrar uttanfyri, har gásin sleppur til
Mugu sleppa
at skjóta
- Villgæs eru nú ein so
stór plága hjá føroyskum
bóndum, at okkurt má
gerast.
Tað
heldur
Finnbogi
Midjord, sýslumaður.
Hann sigur, at tað er
hvønn
einasta
dag,
at
tríggir, fýra, fimm bøndur
ringja til hansara at kæra
sína neyð um villgæs, sum
herja bø og veltur.
- Bøndurnir eru komnir
í neyð, tí gæsnar rætt og
slætt herja bæði bø og
veltur og eta alt, sum er
fyri, sigur sýslumaðurin.
Hann sigur, at gamalt er,
at ein gás við ungum etur
líka nógv sum ryssa við
fyli, so tað skal ikki nógv
hugflog at hugsa sær til,
hvussu stóran skaða, ein
gás kann elva til á bønum
og í veltum.
Tað er serliga í Sandoy, í
Sundalagnum
og
við
Skálafjørð, at trupulleikin
er stórur, men hann er at
kalla allastaðni í landinum,
sigur hann.
Men sýslumaðurin fær
einki gjørt, tí gásin er frið
aður fuglur og sostatt er
ikki loyvt at skjóta.
Friðingin avtakast
Tískil
hevur
Finnbogi
Midjord nú skrivað lands
stýrinum bræv, har hann
heitir á myndugleikarnar
um at geva loyvi til at
skjóta villgás eina ávísa tíð
á árinum, um tað so bara
var ein mánað, tá ið støðan
er ringast.
Hann vísir á, at bøndur
leggja nógva orku og brúka
nógvar pengar upp á at sáa
og at velta epli, røtur og
annað og tí er tað nógv
kravt av teimum, at teir
skulu noyðast at standa
hjálparleysur og hyggja at
ímeðan friðaðar villgæs
skræða alt í seg.
Hann heldur ikki, at
hetta kann halda fram, tí
endin kann vera, at onkur
verður provokeraður at
taka lógina í egnar hendur
og tað er eingin orsøk at
trýsta bøndur út í eina slíka
støðu fyri at bjarga grøðini
undan villgásini.
Hetta er ein trupulleiki,
sum hevur verið í fleiri ár,
men nú vónar sýslumað
urin, at myndugleikarnir
avtaka friðingina, í hvussu
so er ein part av árinum.
Sýslumaðurin vísir á, at
í Íslandi er villgásin eisini
ein stórur trupulleiki. Men
har er loyvt at skjóta og har
hava bøndurnir gjørt tað til
eina inntøkukeldu at leiga
fólki byrsur og loyvi at
skjóta eitt ávíst tal av
villgás, kanska einar tvær í
part.