Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fader, Fader ak vor hjerte Er så fuld af tak til dig, Vi, som aldrig helt kan fatte Hvad det er at miste dig Herren giver mange gaver, Herpå jorden om igen Men han giver kun en fader han får vi ej igen Góði Svabo, nú nakað er fráliðið síðani tú legði árarnar inn aftaná virki arbeiðslív, vilja vit fegin bera tær eina heilsan og tøkk. Tað kennist rættuliga tómt her inni á Húsanesvegi, nú tú ikki ert millum okkum longur. Tú fylti so nógv upp í dagligdegnum við tínum skemtiliga og hjartagóða lyndi. Tú valdi sum blaðungur sjógvin sum títt lívsstarv, og baldist har so leingi heilsan loyvdi tí. Mangan fongin førdi tú heim, bæði frá fjar- og nærleiðum. Komin væl til mans, hevði tú ein tín besta fongin heim við, tá tú fannst tær unnustuna úr Hvalba. Familjan var altíð fremst í huga tínum, og fingu tit tveir evnaligar dreingir. Stuttligt var at síggja, hvussu lukkuligur og glaður tú vart, tá tit fingu tykkara fyrsta ommudóttir. Gud fái tøkk fyri, at tykkum untust at fáa nøkur góð og hendingarík ár saman. Ikki minst feriurnar í Danmørk. Lagnan vildi tað tó ikki sum vit. Og nøkur fá ár eftir at tú vart givin á havinum, var tú raktur av herviligari sjúku . Tó at tú vart meint raktur av sjúkuni, kempaði tú sum fáur, og her var títt positiva sinni, tær og okkum stór hjálp. Tú hevði ein trúgvan vin í Jesus Pápa, og legði teg trúliga í hansara hendur hvørja nátt. Hann var tær ein góður vinur tá harðast leikaði á. Vit vilja her bera tær eina hjartans tøkk, fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Jesus Pápi goymi teg hjá sær, til vit hittast aftur Pápi okkara farin er Pápi okkara farin er,- ringt tað er at skilja Eftir vit nú sita her, - ei skilja Faðirs vilja Harri ver nú okkum hjá,- til vit aftur pápa sjá. Pápi okkara góður var, - var trúfastur sum fáur Ei hann spurdi hvør og hvar, - øllum gav hann gávur Svárt tað er at missa teg, - ei vit skilja Harrans veg. Inn til okkum sorgin kom, - tað neit so fast í hjarta Alt var so óskiljandi, - hendan morgun svarta Lív mítt fór ein annan veg,- pápi mín eg elski teg Pápi og mamma vóru eitt,-annað kann ei fara Tey hvønn annan hava leitt,- gjøgnum lívið harða Eftir situr mamma nú,- pápi í himli festi búð Gráturin seg treingir á,- kemur sum ein alda Harrin hjálpa okkum má,- her vit ikki valda Í hjarta føldist sorg so stór,- tá pápi heim til Harran fór Tær kærastu heilsanir Evi, Herfinn, Jonhard, Connie, Nathalia og Silas - Svabo Svabo Poulsen (Svabo í Gerðinum) Miðvágur til áminningar Føddur 31/7 1941 deyður 24/9 2011 nøvn Rann seg inn í Jesu favn Tað vóru tung tíðindi, sum frættust týsmorgunin 25. juni, at Harry var funnin deyð­ur á gøtuni um Tofta­ vatn. Ikki tí, Harry var nær­um 75 ár, og harvið ikki nakar unglingi, men fys­iskt og mentalt var hann, sum ein unglingi. At hasin renni­ túrurin skuldi vera hansara síðsti, var tað neyvan nakar, sum grunaði. Flestu fólk roknaðu við, at hann fór helst at gerast heilt gamal, við tí lívihátti hann livdi. Eisini tí hann vildi liva, livdi í núinum, nýtti hvørja løtu, var jaligur, fryntligur og góð­hýraður av lyndi, sum fá­ur. Hann var ikki stórur í vavi, men við sínum fryntliga og lætta sinnalagið, altíð við tí góða orðinum, fylti hann nógv upp, har hann var. Men enn einaferð sannast bíbliuorðið hjá Jesaja 55,8: “Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin“ Avmáldu dagarnir vóru uppi, tíðin úti og lívið liðugt. Harry var føddur á Toft­ um í 1938 og var yngstur av 9 systkjum. Mammuna misti hann longu, sum 14 ára gamal, og var tað ein dyggur smeitur fyri hann. Harry var sjómaður í mong ár, áðrenn hann fór at læra til rørleggjara. Eftir tað var hann maskinmaður á flakavirkinum Nyki á Toftum, húsavørður í Tofta skúla og hevði svimjuhylin í skúlanum undir hond, sam­ an við Emmu líka til síðstu jól. Harry og Emma blivu tíð­liga góð. Emma og ver­ foreldrini, og serliga ver­móð­ irin, fingu stóran týdning fyri Harry. Hóast sorg og sakn, nú Harry so brádliga doyði, segði Emma, brosandi og í takk­semi: “Eg var bara 13 ár og Harrry var bara 15 ár tá vit blivu væl. Vit tóku ring uppá tá eg var 16 og giftust tá eg var 18 og Harry var 20 ár. Vit hava kenst og veri góð í yvir 60 ár. Lívið hevur verið fantastiskt!” Harry og Emma bygdu sær hús á Toftum. Tey fingu 4 børn. Tríggjar dreingir og eina gentu. Gentan livdi bara í nakrar mánaðir og mittasti sonurin Vensil doyði í bestu árum í 2006. Harry elskaði sína familju, var stoltur og takksamur fyri hana og tosaði ofta um tey. Abbadøturnar fyltu sera nógv. Tær vóru til stóra gleði fyri hann og hann fyri tær. Harry er vorðin lands­ kendur fyri sína renning. Hann var ein ímynd av fræls­um ídrótti, og serliga sum rennari. Mangir eru teir ung­lingar, sum ikki megn­ aðu at renna Harry av, hóast hann bæði kundi verið pápi og abbi teirra. Í sínum barnaheimið, og serliga frá mammuni, fekk Harry tíðliga at hoyra um Jesus. Boðskapurin fekk stóran týdning fyri hann. Sum vaksin maður møtti Jesus honum, á ein serligan hátt, í missiónshúsinum í Ritu­vík. Vit eru mong, sum hava hoyrt Harry siga frá, tá hann var frelstur og fekk trúðarvissu og gleði í hjartað. Harry var, eftir tað, eitt livandi vitni um Jesus, í orði og verkið, heima vi hús, á arbeiðsplássunum, í missiónshúsinum, á renni­ breytini og hvar hann ann­ ars var. Hann var ein “rennandi lærusveinur”, sum eisini rann út um landið við boð­ skapinum um Jesus. Tað gjørdi hann, millum ann­ að við, at syngja í Tofta streingja­kórið í mong ár. Eisini vitnaði og talaði hann á møt­um á Toftum og út um landið. Í nøkur ár sat hann í stýr­ inum fyri missións­húsið. Vit eru mong, sum við gleði, undran og takksemi minnast Harry og takka Gudi fyri hann. Orðið frá Hebrearabravinum 13,7 sigur tað soleiðis: – Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava tala Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgi so trúgv teirra eftir!- – Takk Harry, fyri alt tú vart fyri okkum – eisini í missiónshúsinum. Tað síðsta praktiska tú gjørdi í missiónshúsinum var at forbinda ein radiator, sum nú hitar. Tú hitaði og lýsti upp har tú vart. Síðsti vitnisburður tín í missiónshúsinum var leygarkvøldið 22. juni, tá tú saman við “Undir­hús­kór­in­ um” millum annað sang: “Allan vegin hann(Jesus) meg leiðir, kann eg ynskja meir enn tað!” Tú doyði - mitt í lívinum, í lívsgleðini, í undranini, í takkseminum fyri lívið, í renniklaðunum og ikki minst - í trúnni á Jesus. Tú ranst teg bókstavuliga inn í Jesu favn. Nú ert tú burturi úr likaminum, heima hjá Harranum!- Gud signi og styrki teg Emma, Absalon, Hans og familjur tykkara. Æra verið minni um Harry Hansen. Torleif Johannesen Minningarorð um Harry Hansen Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jákup Kass Strendur andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri góð og troystarrík orð frá Bergi Debes Joensen á Røktarheiminum, Jógvan Fríðrikssyni við kórsetan í Sjóvar Kirkju og Símuni Person Jacobsen við jarðarferðina. Tøkk til Dupultkvartettina í Ebenezer, Tofta Streingjakór og Havnarkórið fyri vakran sang. Tøkk til kirkjutænarar og tøkk til tykkum, ið komu við ljóðtøkni og settu bussar tøkar. Tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri góða røkt og umsorgan. Takk fyri vitjanir, telefonsamrøður og heilsanir. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Leguhúsið í Nesvík. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til seinasta hvíldarstaðin her á fold. Familjunnar vegna Marjan, Bartal og Karin