Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Við fyrsta eygnabrá líkist Galaxy S4 sera nógv undangongumanninum. Tað er eitt sindur synd, tí tá eru tað bert veruligir snildfon- fjepparar, sum duga at síggja, at tú hevur nýggjastu útgávuna um hendi. S4 líkist ikki veruliga einum flaggskipi. Bakið er úr plasti og tykist heldur »bíligt«, hóast Samsung fær tað at síggja áhugavert út við prikkuta mynstrinum. Fyrimunurin er, at tað ber til at taka plastlokið av, soleiðis at tú fært atgongd til battarí umframt minnis- og SIM-kort. Hetta ger tað skjótt at økja um goymsluplássið, og tað er ein greiður fyrimunur í mun til kappingarneytarnar, har tað mest av øllum ræður um at fáa okkum at goyma dátur í skýnum. Skíggin Ein av betranunum í mun til undangongu­ mannin S III er nýggi skíggin, sum er bæði er størri og hevur betri upploysn. Hann kann nú reypa av 1080 HD-upploysn. Við øðrum orðum er talan um somu upploysn, sum stóri flatskíggin í stovuni, hóast hetta er á einum rættiliga nógv minni 5 tumma skíggja. Skíggin hevur hartil sera góða litendurgeving og hevur góðar sjónarvinkul, meðan mynda­ góðskan er í sama flokki sum Xperia og HTC One. So er tað upp til einstaka brúkaran at meta, um tær dámar best sterku litirnar í AMOLED-skíggjanum hjá Samsung ella vanligu LCD-skíggjarnar. Ljóðgóðska Vit eru hinvegin ikki eins imponerað um ljóðendurgevingina frá Galaxy S4. Hon er ikki beinleiðis vánalig, men langt ífrá somu góðsku sum HTC One hevur við ljóðinum frá Beats Audio. Oyrapropparnir, sum fylgja við, eru undir lágmarkinum, og innbygdi hátalarin er heldur býttisliga settur á bakið, soleiðis at ljóðið verður innistongt – líkamikið um tú heldur telefonini í hondini ella leggur hana á borðið. Brúkaravinarligheit Snildfonin reagerar sera skjótt, og tú kanst blaða í valmyndum og spola í kyk­mynda­ brotum, uttan at hesi hanga ella hakka. Galaxy S4 hevur ein ræð av funkum. Har er S Beam, so tað er lætt at para snildfonir og flyta dátur; Air Wiev, har tú kanst halda fingurin nær skíggjanum og fáa undan­sýn­ ingar av eitt nú teldupostum ella myndum; Air Gesture, har tú kanst stýra snildfonini við handarørslum framman fyri skíggjan; Voice Control, sum er alternativið hjá Samsung til Siri hjá Apple; Smart Stay, har skermurin lýsir, so leingi tú hyggur at honum; og Smart Pause, har kykmyndabrot verða sett á pausu, um tú hyggur burtur. Alt hetta eru áhugaverdar funkur, men tær eru ikki neyðturvuliga tað, sum tú nýtir orku upp á í gerandisdegnum. Einasta funkan, sum veruliga imponeraði okkum, er S Translate, sum umsetur tekst og talu til onnur mál, og sum eisini kann lesa upp fyri tær. Sera hent á uttanlandsferðum, men higartil rættiliga avmarkað, tí málini eru bert átta í tali. Megi Galaxy S4 setir fleiri nýggj ferðmet í teknisku testunum hjá okkum. Geekbench-scoran er ikki minni enn 3.250, sum er nógv, um sammett verður við HTC One (2.641) og Xperia Z (2.066). Í øðrum eftirgjørdum testum so sum AnTuTu og CF-Bench setti hon eisini nýtt met. Eisini í praktiskum testum sum Browsermark stendur hon seg væl, og leggur seg her ájavnt við meistaran, iPhone 5, við 2.445 stigum. Einasta testin, har Galaxy S4 ikki er heilt so skjót, er við 3D-grafikki, men hon er avgjørt nóg skjót til nýggjastu spølini. Tekstur: Jonas Ekelund Ferðmikil men keðilig Galaxy S4 livir sum so upp til vánirnar, men talan er meira um menning enn um kollvelting GADGET: Samsung Galaxy S4 Samsung Galaxy S4 (GT-I9505) Stýriskipan: Android 4.2.2 Jelly Bean Skíggi: 5" 1080 x 1920 Super AMOLED, 441 ppi Geril: 1,9 GHz Snapdragon 600 quad-core Minni: 2 GB ram / 16-64 GB + microSD Myndatól: 13 MP + 2 MP Tráðleyst: 4G/LTE, NFC, BT 4.0, 802.11 a/b/g/n/ac Mát: 137 x 70 x 7,9 mm Vekt: 130 g Battarí: 2600 mAh, 17 tíma talu, 350 tíma standby Prísur: 5.200 krónur Enn finst Poppy bert á tekniborðinum, men veitir tú uppfinarunum fíggjarligan stuðul, kanst tú gerast eigari av einum luti, sum ger tína iPhone til eitt 3D-myndatól. Hóast iPhone bert hevur eitt myndatól, so kann telefonin kortini nýtast til at taka upp myndir í 3D. Í øllum førum, um tú nýtir ein Poppy, sum er ein nýggj verkætlan hjá tveimum uppfinnarum úr Seattle. Ethan Lowry og Joe Hetzeberg leita í løtuni eftir »fólkafígging« á kickstarter.com, so teir kunnu arbeiða víðari vði verkætlanini. Poppy er ein mekanisk uppfinning, sum als ikki ger nýtslu av battaríum og elektronikki. Tað er einans talan um optik, sum ikki bara letur brúkaran taka upp livandi myndir í 3D, men sum eisini kann hjálpa tær at síggja Youtube-kykmyndir í 3D, um tað hevur áhuga. YouTube hevur seinastu fýra árini havt tøkni, sum stuðlar uppundir 3D. Poppy kann nýtast saman við iPhone 4, 4S og 5 umframt iPod Touch (fimta ættarlið). Vilt tú vera við til at stuðla (og keypa) Poppy til iPhone, so kann hetta gerast fyri 39 USS. iPhone sum 3D-upptøkutól 5.200 krónur samsung.dk Meting ★★★★★★ + - Sera skjót. Fínt myndatól og skíggi. Nógvar serligar funkur. Meðalgott battarí. Vantandi marglætis­ kensla. SERLIGA VIÐMÆLT Niðurstøða Hóast Galaxy S4 er betrað á so at siga øllum økjum, líkist hon undangongumanninum sera nógv. Tá tað er sagt, so er Galaxy S4 uttan iva ein sera stuttlig snildfon, sum er løtt at brúka, og har veikleikarnir eru fáir. Hon er sera skjót, kløn og góð í hondini, hevur ein fínan skíggja og eitt gott myndatól. Hjartað sigur, at vit heldur vilja hava HTC One, men heilin sigur, at Galaxy S4 er betra valið.