mikudagur 3. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Týsdagin
var
ein
nýggj
heimasíða kunngjørd, sum
skal
geva
útlendingum
møguleikan at finna fram
til
føroyskar
tónleikarar.
Heimasíðan music.fo er á
enskum, og skal sambært
stigtakarunum vera við til
at økja um møguleikan hjá
føroyskum tónleikarum at
koma út í heim.
– Tíðin er komin til at
bjóða teimum vantandi liðið
– eina tíðindakeldu á inter
netinum, sum kunnger aktu
ellan føroyskan tónleik eitt
stað, á einum máli, sum flest
fólk í heiminum skilja, siga
stigtakarar.
Víðari siga tey, at áhugin
og eftirspurningurin eftir
tónleikinum fer einans at
vaksa, tá fleiri fólk úti í heimi
so við og við fara at leggja
merki til føroyska tónleikin.
Danski uttanríkisráðharrin hevur
eina bundna uppgávu, sum er at
syrgja fyri, at Føroyar ikki verða
stongdar úti úr Evropeiska Sam
veldinum.
Gerast hóttanirnar frá Mariu
Damanaki um tiltøk veruleiki, so
hevur Danmark bundið seg til at
fylgja meirilutanum í Brússel, og
harvið er kílin settur mitt niður í
ríkisfelagsskapin.
Tí fór Villy Søvndal til Brússel
í síðstu viku. Og tí boðsendi hann
løgmanni og landsstýrismannin í
fiskivinnumálum á fund í Uttan
ríkisráðnum fyrrapartin týsdagin.
Tað er ein gomul og slitin klisje,
at semja krevur at báðir part
ar geva seg. Í svarinum til Mariu
Damanaki 17. juni segði landsstýrið
seg vera sinnað til at fara aftur til
samráðingarborðið. Eftir fundin
við danska uttanríkisráðharran siga
Føroyar tað sama – at man er til reiðar
at fara aftur til samráðingarborðið.
Hesaferð verða boðini send Dama
naki á brævpappírinum hjá Uttan
ríkisráðnum.
Umvegis
Villy
Søvndal
fáa
vit at vita, at Maria Damanaki
á fundinum í síðstu viku rætti
hondina út til Føroyar. Sambært
uttanríkisráðharranum vil fiski
vinnukommisserurin
aftur
til
samráðingarborðið, um hon væl at
merkja veit frammanundan, at Før
oyar reelt eisini vilja samráðingar.
Tað ber hinvegin boð um høgt
spæl, tá landsstýrið við hóttanini
um boykot og handilstiltøk hang
andi yvir sær bara sigur tað sama,
umaftur og umaftur.
Nýggi samráðingarleiðarin hjá
Føroyum sigur seg fara at leggja
meira orku í fyrireikingarnar, og
eisini skal diplomatiska arbeiðið
styrkjast. Tað sleppur so at standa
sína roynd næstu vikurnar.
Mongu
samráðingarumførini
um makrelbýtið førdu einki við
sær. Og longu nú hevur uppsjóvar
vinnan í ES tvinnað makrel- og
sildatrætuna saman. Kanska skuldi
landsstýrið tí tikið uppskotið hjá
Jákupi Mikkelsen til sín og lagt
allan
uppsjóvarfiskin
á
sama
samráðingarborð.
Tað hevði møguliga kostað í
lukrativa svartkjaftabýtinum, ið
gevur fjórða hvønn stert til Føroyar.
Hinvegin kundi leisturin latið so
mikið upp, at mýkingarmissjónin
hjá Villy Søvndal ikki endar sum
oyðimarkargongd.
Skal syrgja fyri, at Føroyar
ikki verða stongdar úti úr ES
Villy á mýkingarmissjón
Løgtingsins Umboðsmaður
kunngjørdi mánadagin árs
frágreiðing fyri 2012, og Sólja
í Ólavstovu ger nú greitt, at
almenn starvsfólk kunnu og
kanska mugu luttaka í sam
felagskjakinum.
Umboðsmaðurin
hev
ur í ár valt at skriva eitt um
eitt aktuelt evni í ársfrá
greiðingini. Undir heitinum
Talufrælsi, tagnarskylda og
loyalitetur viðger Umboðs
maðurin hvat starvsfólk í al
mennum starvi hava loyvi til
at siga alment.
– Almenn starvsfólk hava
sama talufrælsi sum allir aðrir
borgarar, og tey kunnu taka
lut í almennum orðaskiftum
og koma við sínum persón
ligu
sjónarmiðum.
Hetta
er eisini galdandi fyri við
urskifti innan fyri egið ar
beiðsøki, sigur Løgtingsins
Umboðsmaður í ársfrágreið
ingini fyri 2012.
Almenn starvsfólk
skulu luttaka meira
Føroyskur tónleikur
á enskum
Barna
familjur
fáa lætta
Jóhann Lützen
Síða 4
– Eg
geri mær
ómak
Sigmundur
Hannesarson
Síða 14-15
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Vit hava frætt í loftmiðl
unum, hvat stjórin í Felag
num Nótaskip sigur, hvussu
tað
gongur
hjá
Varðin
Pelagic, og at gjøldini hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar
lækka. – Her má havast í huga,
at sernøvn bendast, og at allir
partar í navninum bendast.
Tað rætta er tískil: stjór
in í “Felagnum Nótaskipum”,
hjá “Varðanum Pelagic”, og
gjøldini hjá “Tryggingarfelag
num Føroyum”.
Bústaðir er navn á før
oyskum
bústaðafelag.
Á
eini heimasíðu stendur at
lesa: “Hetta uppbýtið skuldi
eisini gera tað møguligt hjá
Bústaðir at samanseta ta
komandi byggingina best
møguligt.” Her má tað vera:
“hjá Bústøðum”.
Á ymsum heimasíðum
stendur at lesa, hvat skriv
arin hjá ella formaðurin í
Felagnum
Føroyskir
Pen
ingastovnar hava at siga.
Her má tað vera skrivarin hjá
ella formaðurin í “Felagnum
Føroyskum
Peningastovn
um”.
Eisini
stendur
á
eini
heimasíðu, at “Gjaldstovu
ráðið verður mannað eftir
tilráðing frá Felagnum Før
oyskir Grannskoðarar”. Tað
rætta er “Felagnum Føroysk
um Grannskoðarum”. Hetta
má eisini havast í huga, tá
ið onnur feløg við tílíkum
nøvnum er um at røða, t.d.
Felagið
Føroyskir
Sjúkra
røktarfrøðingar, Felagið Før
oyskir Sálarfrøðingar, Felagið
føroyskir fiskimenn uttan
lands, Føroyskir Fysiotera
peutar, Føroyskir Ergotera
peutar, Føroyskir Laborantar
o.s.fr.
Vert er at hava í huga, at
benda vit ikki øll føroysk orð,
avlagar tað málkensluna.
Harumframt má havast
í huga, at nøvn á ritum og
bókum bendast eisini, t.d.
tað stendur at lesa í “Fróð
skaparitum”, og kvæðini eru
at finna í “Føroya kvæðum”.
Felagið Nótaskip o.a.
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo