mikudagur 3. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Enn ein roynd at sissa ES
Danski uttanríkisráðharrin roynir seg sum meklara í sildatrætuni
millum ES og Føroyar. Villy Søvndal sigur seg hava góðar
vónir um at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið,
áðrenn handilstiltøk og havnastongsul koma upp á tal
Jón Brian Hvidtfeldt
– Endamálið við fundinum
var at fáa vissu fyri, at Føroyar
eisini vilja aftur til samráð
ingarborðið. Og ta vissuna
fekk eg frá landsstýrinum.
Tað sigur Villy Søvndal,
uttanríkisráðharri, eftir fund
við Kaj Leo Holm Johannesen
og Jacob Vestergaard.
Danski
uttanríkisráð
harrin hevur fingið eina
bundna uppgávu í sildastríð
num millum ES og Føroyar.
Villy Søvndal skal gera sítt
til at fáa partarnar aftur til
samráðingarborðið, og harvið
sleppa undan tí kíla, sum
møgulig ES-tiltøk seta mitt
niður í ríkisfelagsskapin.
Mikudagin í síðstu viku
vóru Mette Gjerskov, mat
vørumálaráðharri, og Vily
Søvndal, uttanríkisráðharri,
á
fundi
við
fiskivinnu
kommisserin hjá ES, Mariu
Damanaki.
–
Á
fundinum
gav
Damanaki til kennar, at hon
ynskir eina samráðingar
loysn. Sammett við tær
hvøssu útmeldingar í al
menna rúminum, so fekk eg
eina útrætta hond frá fiski
vinnukommisserinum, sum
tó vildi hava vissu fyri, at
Føroyar eisini eru til reiðar til
veruligar samráðingar, sigur
Villy Søvndal.
Ta vissuna fekk hann
á fundi við løgmann og
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum, tá teir møttu í
Uttanríkisráðnum týsmorg
unin.
– Okkara boðskapur er
framvegis tann sami, nevn
iliga at vit til eina og hvørja
tíð eru til reiðar at samráðast
við hini strandalondini um
býtið
av
norðhavssildini,
segði Jacob Vestergaard eftir
fundin.
Danska
stjórnin
og
landsstýrið
hava
orðað
eitt felags bræv til fiski
vinnukommisserin, har tað
sambært pørtunum greitt
verður givið til kennar, at
Føroyar ynskja samráðingar
vegin.
Hóttanin
ES hevur útvegað sær neyð
uga amboðið at sláa hart
niður á Føroyar í sildatrætuni.
Samveldið
hóttir
við
at
boykotta uppsjóvarfisk úr
Føroyum, og eisini skal boy
kottið fevna um tær vørur,
ið verða framleiddar úr sild
og makrel. Tað hevur fingið
fleiri at stúra fyri ES-boy
kotti móti alivinnuni, meðan
onnur hava ført fram, at
alifóðrið ikki verður framleitt
úr sild ella makreli, og tí er
tann hóttanin ikki reel. Eis
ini er upp á tal at stongja før
oyskar havnir fyri skipum úr
Føroyum.
17. mai varð hóttanin um
boykot og havnastongsul
formliga send landsstýrinum,
sum fekk ein mánað at svara.
Í svarinum førdi landsstýrið
fram, at sambært altjóða
spælireglum eigur ES at
royna
samráðingarleiðina
meira, áðrenn farið verður
eftir sanktiónsamboðnum.
Eisini vísti landsstýrið á
Havrættarsáttmálan
hjá
ST, ið tryggjar pørtunum í
trætumáli rættin til at royna
seming.
Men brævið úr Tinganesi
tykist ikki at hava rinið við
hjá Mariu Damanaki, sum
sambært uppsjóvarvinnuni
í ES hevur boðað frá, at
tiltøkini verða sett í gildi
áðrenn juli mánaður er farin
afturum.
Danski
uttanríkisráð
harrin sigur seg tó hava fingið
onnur boð frá fiskivinnu
kommisserinum. Nevniliga
at ES er sinnað at fara aftur
til samráðingarborðið.
Villy Søvndal sigur seg
vænta, at svar kemur úr
Brússel innan fáar dagar.
Jón Brian Hvidtfeldt
– Vit hittu Mariu Damanaki
í síðstu viku, og har gav hon
greitt til kennar, at tiltøkini
móti Føroyum verða sett í
gildi í juli.
Tað
sigur
Esben
Sverdrup-Jensen,
stjóri
í
Danmarks
Pelagiske
Producentorganisation.
Esben Sverdrup-Jensen var,
saman við feløgunum hjá
uppsjóvarvinnuni í Skot
landi, Írlandi og Hollandi,
á fundi við fiskivinnu
kommisserin hjá ES í síðstu
viku. Har vóru boðini greið,
sambært Sverdrup-Jensen:
– Sanktiónirnar eru áveg.
Løgfrøðiliga tilgongdin er
ígongd, og málið verður
samtykt hálvan juli, soleiðis
at tiltøkini kunnu setast
í verk, áðrenn komið er
inn í august, sigur Esben
Sverdrup-Jensen og heldur
fram:
– Vit sluppu ikki at síggja
útkastið til sanktiónir. Men
fiskivinnukommisserurin
gav greitt til kennar, at til
tøkini koma at raka sild og
makrel, ið verður fiskaður
saman við sildini. Og harum
framt segði Maria Damanaki
seg umhugsa at seta tiltøk í
verk móti alifiski, sum etur
fóður, framleitt úr sild og
makreli.
Harumframt bleiv, sam
bært
Esben
Sverdrup-
Jensen, tosað um havna
stongsul, uttan at farið var
í smálutir við tí.
Skurkurin
Uppsjóvarvinnan í Dan
mark,
Skotlandi,
Írlandi
og Hollandi er av tí greiðu
fatan, at fyrst og fremst
Føroyar eru stóri skurkurin
í uppsjóvarfiskiskapinum.
– Vit hava leingi heitt á
strandarlondini um at vísa
ábyrgd og koma aftur til
samráðingarborðið við ein
um skilagóðum uppleggi til
loysn. Higartil hava vit sæð
15 samráðingarumfør um
makrelin, uttan at nøkur
loysn hevur verið í eygsjón.
Føroyar hava ikki viljað
flutt seg, og tí vóna vit at
sanktiónir frá ES kunnu
noyða málið aftur á beint,
sigur
Esben
Sverdrup-
Jensen.
Tað rínur ikki við stjóran
í
Danmarks
Pelagiske
Producentorganisation, at
samráðingarumførini
um
norðhavssildina bara vóru
tvey í tali, áðrenn slit kom í.
– Tað ber ikki til at býta
sundur makrel og sild, ið eru
partur av sama fiskiskapi. So
tá tú tosar makrel, tosar tú
eisini sild. Og tá tú tosar sild,
tosar tú eisini makrel. Og vit
hava upplivað, at Føroyar
fleirfalda sínar kvotur, sigur
Esben Sverdrup-Jensen.
Tí er retorikkurin frá
uppsjóvarvinnuni
í
ES
harður. Lobbyvirksemið er
stórt, og vinnan fegnast um
tey tiltøk, ið ES hevur frá
boðað.
Føroyska
dupultspælið
Av teimum níggju nevndar
limunum
í
Danmarks
Pelagiske
Producent
organisation
eru
tríggir
føroyingar, sum allir eru
búsitandi
í
Danmark.
Gullak Madsen, reiðari á
Ruth,
Fríði
Magnussen,
reiðari á Asbjørn, og Virgar
Tindskarð, reiðari á Beinur,
sita allir í nevndini.
Hóast
føroyska
sam
bandið tí er tætt, so stendur
Danmarks
Pelagiske
Producentorganisation
saman um at stuðla ES-boy
kottið móti Føroyum.
– Jú, tað er púra greitt, at
nevndin er púra samd í hesi
støðu. Teir etnisku føroy
ingar, sum eru í felagnum,
eru danskir fiskimenn og
hava somu støðu sum hinir
nevndarlimirnir.
Eingin
ivi um tað, sigur Esben
Sverdrup-Jensen, stjóri í
felagnum.
Harmast
Á síni vitjan í Føroyum
gjørdi
Helle
Thorning-
Schmidt greitt, at kemur
eitt møguligt boykott til
atkvøðugreiðslu í ES, so fer
Danmark at atkvøða ímóti.
– Eg skilji væl, at talan
er um eitt delikat mál fyri
Danmark, sum má taka
atlit til nøkur viðurskifti í
ríkisfelagsskapinum. Men
eftir okkara tykki er tað
ein skeiv støða, ið snarar
burtur frá ábyrgdarfullum
fiskivinnupolitikki. Og tað
harmar okkum, sigur Esben
Sverdrup-Jensen.
jonbrian@sosialurin.fo
Boykottið kemur
Uppsjóvarvinnan í ES:
Meðan politikarar brúka diplomatiskar vendingar
er uppsjóvarvinnan í ES meira bersøgin. – Tað er
vónleyst at tosa við Føroyar, og tí eru handilstiltøk
einasta amboðið. Tiltøkini koma í juli, sigur
uppsjóvarvinnan eftir fund við Mariu Damanaki
Ian Gatt, Sean O’Donoghue, Esben Sverdrup-Jensen og Gerard van Balsfoort,
umboðandi uppsjóvarvinnuna í ávíkavist Skotlandi, Írlandi, Danmark og Hollandi
á fundi við Mariu Damanaki og embætisfólk hennara í ES í síðstu viku