mikudagur 3. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Enn ein rockrødd á Vágsbø
Frammanundan er kunn
gjørt, at sangararnir Joe Lynn
Turner, Bobby Kimball og
Bill Champlin verða partur
av Legends-konsertini, og
nú kemur Robin Beck eisini
afturat teimum.
Robin
Beck
er
ættað
úr New York, og seint í
1980’unum var hon ovast á
fleiri hitlistum við sanginum
First Time, sum kom víða, tí
hann varð nýttur í eini sjón
varpslýsing fyri Coca-Cola.
Robin Beck byrjaði sum
kórsangari hjá ymsum bólk
um og sangarum í USA – eitt
nú Chaka Khan og Leo Sayer.
Í 1988 fekk hon veruliga
gongd á yrkisleiðina, tá ið
hon toppaði fleiri hitlistar
við sanginum First Time, og
eftir tað fekk hon eisini hitt
við sangum sum Save Up All
Your Tears og balladuni Tears
In The Rain.
Útgávan
Trouble
Or
Nothing, sum kom út í 1989,
var framleidd av kenda sang
skrivaranum og framleið
aranum Desmond Child, og
sangirnir vóru skrivaðir av
hittmakarum sum Dianne
Warren, Billy Steinberg og
Holly Knight.
Robin Beck hevur verið
virkin við útgávum og fram
førslum øll árini síðani, og í
ár hevur hon givið fløguna
Underneath út.
Robin Beck fer at syngja
sínar kendastu sangir á
Summar
Festivalinum
í
august, tá ið hon fer at verða
partur av stóru amerikansku
Legends-konsertini.
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
Arbeiðsuppgávur
Saman við hinum starvsfólkunum í timburdeildini
hjá Borg kemur tú at taka tær av allari sølu av timbri
og tilhoyrandi byggitilfari. Arbeiðið fevnir eisini um
tilboðsgeving í sambandi við bæði størri og smærri
byggiverkætlanir. Hóast timburdeildin í Klaksvík er
títt lærupláss, kemur tú eisini at starvast á hinum
deildunum okkurt tíðarskeið.
vit væntA Av tær
- at tú ert ágrýtin, røkin og arbeiðssom/-samur
- at tú hevur góð samstarvsevni
- at tú tekur ábyrgd
- at tú dugir at vísa kundavinsemi
og veita eina góða tænastu
- at tú hevur koyrikort
TIL TIMBURDEILDINA HJÁ BORG Í KLAKSVÍK
Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast
gjørligt. Meira upplýsing um læruplássið,
fæst við at seta seg í samband við
Hallur Joensen tlf. 555590.
Freistin at søkja er mikudagin
10. juli 2013.
umsóknir skulu sendast til:
Borg Runavík
Fjøruvegur 5
620 Runavík
Att.: Hallur Joensen
ella við telduposti til:
hallur.j@borg.fo
Vilt tú vera við til at menna og betra um tænastustøðið hjá eini spennandi
fyritøku, so bjóðar BORG nú eitt lærupláss í timburdeildini í Klaksvík.
bOrg Í klAksvÍk
Amerikanska rocksongkvinnan Robin Beck verður við, tá ið bólkurin
»Legends – Voices of Rock« fer á pallin á Summar Festivalinum
Sunnudagin 7. juli er
minningardagur
teirra
deyðu í ferðsluni. Hetta
er dagurin, har vit steðga
á og minnast tey sum
doyðu í ferðsluni og tey
sum liva við missinum.
Eins og undanfarin ár
verður minningardagurin
hildin fyrsta sunnudagin
í juli. Henda dagin verða
blómutyssi løgd út har
ferðsluvanlukkur,
sum
hava
kravt
mannalív,
hendu. Evnið, deyð í ferðsl
uni, verður eisini tikið upp
í kirkjum og samkomum.
Síðani fyrsta ferðsluvan
lukkan í Føroyum kravdi
mannalív í 1928 eru til
samans 274 deyð.
Endamálið við tiltak
inum er at fyribyrgja
ferðsluvanlukkum og at
fáa okkum øll at steðga á
eina løtu og hugsa um hesi
álvarsomu
viðurskifti,
sum henda so nær okkum,
men sum vit ofta kortini
eru skjót at gloyma.
Tað var Ingi Gunnars
son, sum fyrstu ferð í
2000 tók stig til at leggja
út blómutyssi fyri á still
føran hátt at minnast tey
ið lótu lív á føroysku veg
unum. Hann samskipar
framhaldandi tiltakið í
samstarvi við sjálvbodn
ari arbeiðsmegi. Tiltakið
er stuðlað av Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, fyritøkum
og einstaklingum. Møgu
ligt er at stuðla tiltakinum
við at seta pening inn á
konto í Eik.
Minningardagur
verður sunnudagin
Robin Beck toppaði
fleiri hitlistar við sang
inum First Time