Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Sosialurin 34 18 00 Tórsgøta · 100 Tórshavn · Tel 31 13 95 hjakissa@olivant.fo DYGD OG STÍLUR FRÁ INNAST TIL UTTAST Í KLÆÐUM FRÁ KISSA VIT UMBOÐAÐ MILLUM ONNUR HESI MERKI: CARL GROSS • NORDAL • SUNWILL • LINDBERGH • JACK’S • BISON BOSWEEL & SONS • BELIKA • CLIPPER • CANSON OF DENMARK. Hálvt ár afturat fyri pedofili Pedofili Fyrrapartin mánadagin dømdi Føroya Rættur ein mann 6 mánaðar fongsulsrevsing fyri pedofili. Hetta er aðru ferð, maðurin fær dóm fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ungar dreingir Rógvi Nybo Eitt hálvt ár í fongsli og 30.000 krónur í endurgjaldi. Tað er dómurin, ein pedo­filur maður fekk, tá hann mána­ dagin fyri aðru stóð ákærdur fyri annan kynsligan ágang enn samlegu móti einum drongi, ið tá var undir 15 ár. Áður hevur dømdi maðurin longu fingið og sitið hálvt­ annað ára fongsulsrevsing fyri brot av sama slagi móti trimum dreingjum. Hetta málið fór fram í sama tíð­ arskeiði, men var ikki við í fyrra rættarmálinum, og fekk hann tí mánadagin eitt hálvt ár afturat í sokallaðum “tillægsstraf”. Maðurin hevði gjøgnum eitt longri tíðarskeið frá 2004 til 2006 systematiskt út­nytt­ að og gjørt seg kynsliga inn á ein ungan drong, ið tá var millum 12 og 15 ár. Ákærdi maðurin játtaði seg lutvíst sekan í ákær­un­ um. Maðurin kundi viðganga, at hann í nøkrum fáum førum, 3 til 4 ferðir, hevði gjørt seg inn á dreingin, men noktaði, at talan var um fleiri føri enn hesi. Vektaði vitnis­ frágreiðing hægst Í ákæruritinum varð ákærdi hinvegin ákærdur fyri í nógv fleiri førum, heilt upp til eini 50 ferðir, at hava gjørt seg inn á henda dreingin. Kravið frá ákæranum var tí, at maðurin fekk í minsta lagi 9 mánaðar fongsulsrevsing. Verjin hjá manninum kravdi hinvegin lutvísa frí­ kenning. Ákæran var eftir teirri paragraffini, sum fevn­ ir um kynsligan ágang móti børnum undir 15 ár. Men av tí at órættaði fylti 15 ár í tíðarskeiðinum, har ágang­ urin skuldi verða farin fram, vísti verjin á, at ákæran ikki kundi fevna um hendingar, ið vóru farnar fram eftir hetta. Harafturat legði verjin dent á, at ivamál var um, hvussu ofta maðurin skuldi hava gjørt seg inn á dreingin, og um so var, hvussu ofta hetta var meðan drongurin var undir 15 ár. Dómarin valdi tó at leggja stóra vekt á vitnisfrá­greið­ ingina hjá órættaða dreing­ inum og einum øðrum vitni í málinum, og dømdi mannin eitt hálvt ára fongsuls­revs­ ing. Kundi lagt kortini á borðið Ákærdi maðurin hevur longu fingið dóm fyri at hava gjørt seg inn á tríggjar dreingir í sama tíðarskeiði, sum hetta málið fevndi um. Undir rættarmálinum kom tað fram, at ágangurin móti órættaða steðgaði, tá maðurin varð ákærdur í fyrra málinum. Ákærin legði dent á, at ákærdi maðurin kundi lagt øll kortini á borðið undir fyrra rættarmálinum. Men ákærdi maðurin varð ikki ákærdur fyri hetta brotið tá og valdi tøgnina. Í síðsta enda kom málið tó fram, og maðurin hevur nú eisini fingið dóm fyri hetta brotið. rogvi@sosialurin.fo Eftir gamlari lóg Tá lógarbrotið fór fram í tíðarskeiðinum 2004 til 2006, kundi maðurin bert dømast eftir galdandi lóggávu í gerningsløtuni. Revsilógin varð herd á hesum øki í 2009, við gildiskomu 1. januar 2010. Tilvildarlig mynd