mikudagur 3. juli 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Við fyrsta eygnabrá líkist Galaxy S4 sera nógv
undangongumanninum. Tað er eitt sindur
synd, tí tá eru tað bert veruligir snildfon-
fjepparar, sum duga at síggja, at tú hevur
nýggjastu útgávuna um hendi. S4 líkist
ikki veruliga einum flaggskipi.
Bakið er úr plasti og tykist heldur
»bíligt«, hóast Samsung fær tað
at síggja áhugavert út við prikkuta
mynstrinum. Fyrimunurin er, at tað ber
til at taka plastlokið av, soleiðis at tú
fært atgongd til battarí umframt minnis-
og SIM-kort. Hetta ger tað skjótt at økja
um goymsluplássið, og tað er ein greiður
fyrimunur í mun til kappingarneytarnar, har
tað mest av øllum ræður um at fáa okkum at
goyma dátur í skýnum.
Skíggin
Ein av betranunum í mun til undangongu
mannin S III er nýggi skíggin, sum er bæði
er størri og hevur betri upploysn. Hann kann
nú reypa av 1080 HD-upploysn. Við øðrum
orðum er talan um somu upploysn, sum stóri
flatskíggin í stovuni, hóast hetta er á einum
rættiliga nógv minni 5 tumma skíggja.
Skíggin hevur hartil sera góða litendurgeving
og hevur góðar sjónarvinkul, meðan mynda
góðskan er í sama flokki sum Xperia og HTC
One. So er tað upp til einstaka brúkaran
at meta, um tær dámar best sterku litirnar
í AMOLED-skíggjanum hjá Samsung ella
vanligu LCD-skíggjarnar.
Ljóðgóðska
Vit eru hinvegin ikki eins imponerað um
ljóðendurgevingina frá Galaxy S4. Hon er
ikki beinleiðis vánalig, men langt ífrá somu
góðsku sum HTC One hevur við ljóðinum frá
Beats Audio. Oyrapropparnir, sum fylgja við,
eru undir lágmarkinum, og innbygdi hátalarin
er heldur býttisliga settur á bakið, soleiðis
at ljóðið verður innistongt – líkamikið um tú
heldur telefonini í hondini ella leggur hana á
borðið.
Brúkaravinarligheit
Snildfonin reagerar sera skjótt, og tú kanst
blaða í valmyndum og spola í kykmynda
brotum, uttan at hesi hanga ella hakka.
Galaxy S4 hevur ein ræð av
funkum. Har er S Beam, so
tað er lætt at para snildfonir
og flyta dátur; Air Wiev, har
tú kanst halda fingurin nær
skíggjanum og fáa undansýn
ingar av eitt nú teldupostum
ella myndum; Air Gesture, har
tú kanst stýra snildfonini við
handarørslum framman fyri
skíggjan; Voice Control, sum
er alternativið hjá Samsung
til Siri hjá Apple; Smart Stay,
har skermurin lýsir, so leingi
tú hyggur at honum; og Smart
Pause, har kykmyndabrot
verða sett á pausu, um tú
hyggur burtur.
Alt hetta eru áhugaverdar funkur, men tær
eru ikki neyðturvuliga tað, sum tú nýtir orku
upp á í gerandisdegnum. Einasta funkan, sum
veruliga imponeraði okkum, er S Translate,
sum umsetur tekst og talu til onnur mál, og
sum eisini kann lesa upp fyri tær. Sera hent
á uttanlandsferðum, men higartil rættiliga
avmarkað, tí málini eru bert átta í tali.
Megi
Galaxy S4 setir fleiri nýggj ferðmet í teknisku
testunum hjá okkum. Geekbench-scoran er
ikki minni enn 3.250, sum er
nógv, um sammett verður við
HTC One (2.641) og Xperia Z
(2.066). Í øðrum eftirgjørdum
testum so sum AnTuTu og
CF-Bench setti hon eisini
nýtt met. Eisini í praktiskum
testum sum Browsermark
stendur hon seg væl, og
leggur seg her ájavnt við
meistaran, iPhone 5, við
2.445 stigum. Einasta testin,
har Galaxy S4 ikki er heilt so
skjót, er við 3D-grafikki, men
hon er avgjørt nóg skjót til
nýggjastu spølini.
Tekstur: Jonas Ekelund
Ferðmikil men keðilig
Galaxy S4 livir sum so upp til vánirnar, men talan
er meira um menning enn um kollvelting
GADGET: Samsung Galaxy S4
Samsung Galaxy S4 (GT-I9505)
Stýriskipan: Android
4.2.2 Jelly Bean
Skíggi: 5" 1080 x 1920
Super AMOLED, 441 ppi
Geril: 1,9 GHz Snapdragon
600 quad-core
Minni: 2 GB ram /
16-64 GB + microSD
Myndatól: 13 MP + 2 MP
Tráðleyst: 4G/LTE, NFC, BT
4.0, 802.11 a/b/g/n/ac
Mát: 137 x 70 x 7,9 mm
Vekt: 130 g
Battarí: 2600 mAh,
17 tíma talu, 350 tíma standby
Prísur: 5.200 krónur
Enn finst Poppy bert á tekniborðinum, men
veitir tú uppfinarunum fíggjarligan stuðul,
kanst tú gerast eigari av einum luti, sum ger
tína iPhone til eitt 3D-myndatól.
Hóast iPhone bert hevur eitt myndatól, so
kann telefonin kortini nýtast til at taka
upp myndir í 3D. Í øllum førum, um tú nýtir
ein Poppy, sum er ein nýggj verkætlan hjá
tveimum uppfinnarum úr Seattle. Ethan
Lowry og Joe Hetzeberg leita í løtuni eftir
»fólkafígging« á kickstarter.com, so teir
kunnu arbeiða víðari vði verkætlanini.
Poppy er ein mekanisk uppfinning, sum als
ikki ger nýtslu av battaríum og elektronikki.
Tað er einans talan um optik, sum ikki bara
letur brúkaran taka upp livandi myndir í 3D,
men sum eisini kann hjálpa tær at síggja
Youtube-kykmyndir í 3D, um tað hevur
áhuga. YouTube hevur seinastu fýra árini
havt tøkni, sum stuðlar uppundir 3D.
Poppy kann nýtast saman við iPhone 4, 4S
og 5 umframt iPod Touch (fimta ættarlið).
Vilt tú vera við til at stuðla (og keypa) Poppy
til iPhone, so kann hetta gerast fyri 39 USS.
iPhone sum 3D-upptøkutól
5.200 krónur
samsung.dk
Meting
★★★★★★
+
-
Sera skjót. Fínt
myndatól og skíggi.
Nógvar serligar funkur.
Meðalgott battarí.
Vantandi marglætis
kensla.
SERLIGA
VIÐMÆLT
Niðurstøða
Hóast Galaxy S4 er betrað á so at siga øllum
økjum, líkist hon undangongumanninum sera
nógv. Tá tað er sagt, so er Galaxy S4 uttan
iva ein sera stuttlig snildfon, sum er løtt at
brúka, og har veikleikarnir eru fáir. Hon er
sera skjót, kløn og góð í hondini, hevur ein
fínan skíggja og eitt gott myndatól. Hjartað
sigur, at vit heldur vilja hava HTC One, men
heilin sigur, at Galaxy S4 er betra valið.