mikudagur 3. juli 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Tróndur Arge
Víkingur hevur havt eitt
miseydnað kappingarár í ár
og úrslitið eru bara blivin
verri. Nú hevur felagið valt
at skifta venjara. Inn fyri
Jógvan Martin Olsen kemur
Sigfríður Clementsen.
Enn er ógreitt hvussu
landið liggur viðvíkjandi frá
farandi venjaranum, men
Jógvan Martin Olsen hevur
fyri kortum boðað frá, at
hann gevst sum venjari hjá
Víkingi eftir hetta kappingar
árið, tí hann fer í nýtt starv á
Svangaskarði.
Formaðurin
í
Víkingi,
Brandur
Jacobsen,
vil
ikki gera viðmerkingar til
venjaraskiftið, men vísur til
tíðindaskrivi, sum felagið
hevur sent út í kvøld.
Tíðindaskrivið frá Víkingi
ljóðar soleiðis:
»Víkingur
og
Jógvan
Martin Olsen eru í dag
komnir ásamt um at steðga
samstarvinum.
Víking
ur
hevur
samstundis
gjørt sáttmála við Sigfríð
Clementsen fyri restia av
kappingarárinum
og
fyri
kappingarárið 2014.
Víkingur
hevur
fleiri
sera spennandi uppgávur
fyri
framman
við
bæði
Europa Leauge luttøku og
hálvfinaluni í kappingini um
løgmansteypið. Harumframt
ætlar felagið eisini í ár, eins
og undanfarnu ár, at liggja í
fremstu røð í landskappingini.
Sigfríður hevur nógvar og
drúgvar royndir, sum venjari
í Føroyum, og við at gera ein
hálvt annað ára sáttmála
við Sigfríð, metir felagið at
seg hava fingið ein góðan
venjara, sum kann røkka
málunum felagið hevur sett
sær.
Jógvan Martin hevur verið
venjari hjá Víkingi síðani
2009 og hevði sáttmála til 1.
november í ár.
Umftamt at hava verið
venjari hjá 1. liðnum hevur
Jógvan Martin eisini, saman
við ungdómsvenjarunum hjá
felagnum, havt ábyrgdina at
leggja ungdómsvenjingarnar
hjá
felagnum
til
rættis.
Somuleiðis havur hann loyst
nógvar aðrar uppgávur fyri
felagið.
Víkingur hevur í tíðini
Jógvan Martin hevur verið
venjari vunnið Løgmans
steypið tvær ferðir, og úrs
litini hava annars verið góð.
Jógvan Martin hevur gjørt
ein megnar arbeiði í tíðini
hann hevur verið í Víkingi,
og eru vit sera takksom fyri
tað góða samstarvið vit hava
havt við hann.«
Jógvan Martin Olsen:
Skiljast í sátt og semju
Tað er einki ilt millum Víking
og Jógvan Martin Olsen, nú
samstarvið millum partarnar
er endað. Jógvan Martin
Olsen var venjari hjá Víkingi
í fýra og eitt hálvt ár.
– Samstarvið millum meg
og Víking steðgar í sátt og
semju. Havi alt gott at bera
leiðslu felagsins alla tíðina
eg havi verið í felagnum, sig
ur Jógvan Martin og takkar
øllum í Víkingi fyri gott sam
starv.
– Nú eg gevist, vóni eg at
tað liggur nakað eftir meg
í felagnum, sum tit kunnu
byggja víðari á. Eg gleðið
meg serliga yvir, at Víkingur
fekk heilar fimm spælarar á
U15 landsliðið. Hetta ber boð
um eitt grundleggjandi gott
ungdómsarbeiðið,
leggur
fyrrverandi landsliðsvenjarin
afturat.
Jógvan Martin fegnast
eisini um, at tað hevur eydn
ast felagnum at vunnið Løg
manssteypið tvær ferðir við
honum á odda.
– Árið 2013 hevur ikki
hilnast so væl sum vit
høvdu vóna og tað má eg
sum venjari taka mín part av
skuldini fyri. Fari at ynskja
Sigfríði
og
Effohópinum
bestu eydnu við komandi
uppgávum,
sigur
Jógvan
Martin Olsen, sum nú er fyrr
verandi venjari hjá Víkingi.
Jógvan Martin skal í næst
um í starv á Svangaskarið.
Ætlanin var ongantíð at
halda fram longri enn hetta
kappingarárið í Víkingi.
trondur@sosialurin.fo
Sigfríður Clementsen
nýggjur venjari hjá Víkingi
Víkingur váttar í kvøld, at Sigfríður Clementsen verður
nýggjur venjari og tekur yvir alt fyri eitt
Sigfríður Clementsen
Tað verður ikki Odmar
Færø, sum skal tetta hol
ið í verjuni hjá B36, nú
Martin Pedersen takkar
fyri seg í felagnum.
Føroyski landsliðsmið
verjin kom í fjør heim at
hjálpa B36 í seinnu hálvu.
Tað hava verið onkrar git
ingar um, at sterki mið
verjin møguliga skuldi
koma heim at hjálpa B36,
nú Martin Pedersen gevst
í felagnum.
– Eg havi eisini hoyrt
hatta, men tað passar ikki.
Eg ivist um eg yvirhøvur
komið til Føroyar í summ
ar, tí útbúgvingin er so
krevjandi, sigur Odmar
Færø í stuttari viðmerking
við portalin.
Føroyski
miðverjin
spælir
við
skotska
3.
deildarfelagnum Forfar.
Odmar Færø hevur verið
plágaður av skaðum síð
ani hann slóð ígjøgnum
á landsliðnum í útidyst
inum
móti
Týsklandi.
Hóast sannførandi avrik á
landsliðnum, so valdi Lars
Olsen,
landsliðsvenjari,
ikki at taka miðverjan út
til dystirnar móti Írlandi
og Svøríki, tí hann vildi
hava Odmar Færø at koma
seg ordiliga eftir skaðan.
– Eg eri uttan skaða
nú og kann byrja at venja
saman við hinum til upp
startin, sigur Odmar Færø
og vónar at verða klárur
aftur næstu ferð landslið
ið spælir.
23 ára gamli Odmar
Færø hevur spælt seks
landsdystir fyri Føroyar.
trondur@sosialurin.fo
Ongin Odmar
at hjálpa B36
U19: Føroyar flottan sigur
Magnus Jákupsson danskt
gull í ryggsvimjing
Fyri løtu síðani vunnu før
oysku U19-menninir 22-21
móti Slovakia, sum undan
dystinum lá nummar eitt í
bólkinum og hevði vunnið
bæði ímóti Danmark og
Sveits, skrivar HSF.
Liðið spældi ein sera góð
an seinna hálvleik eftir at
hava verið aftanfyri 12-10 í
hálvleikinum.
Málskjúttar
vóru:
Eirikur
Jákupsson
Simonsen 6, Allan Norðberg
5, Pætur Thomsen 2, Kjartan
Johannesen
2,
Jónas
G.
Djurhuus 2, Tróndur Arge
1, Helgi Hoydal 1, Djóni
Højgaard 1, Rasmus Gullfoss
1,
Hanus
Christophersen
1.(Tøl HSF.fo)
Føroyska liðið vann í gjár
16-11 móti Estlandi, men tapti
seinna dystin móti Sveits 23-
16. Í morgin spæla Føroyar
móti Danmark klokkan 10.00
og móti Finlandi kl. 15.00.
trondur@sosialurin.fo
Magnus
Jákupsson
vann
mánadagin gull í 50 metrar
ryggsvimjing
á
donsku
meistarastevnuni,
skrivar
svimjing.com.
Hann svam teinin uppá
25.63
sekund,
har
næsti
maður Andreas Schiellerup
svam 26.07. Hetta er stórt
persónligt met hjá Magnusi
Jákupsson. Hetta er eisini
greitt
besta
tíð
millum
danskar svimjarar yvirhøvur
í ár, í mun til hansara til nú
bestu tíð 25.92 frá Danish
Open í mars mánaða.
Føroyska
metið
hjá
Magnusi er 26.34 frá donsku
meistarastevnuni í fjør, so
har hendir av álvara nakað
hjá Magnusi. Danska metið
hjá Matiasi Gydesen er 25.44,
frá EM í Budapest í 2010,
skrivar svimjing.com
Pál hálvan minutt skjót
ast
Pál Joensen var væl skjót
astur í 800 metra svimjingini.
Hann snøgt sagt hølvaði
danska meistaran av. Pál
svam teinin uppá 8:03.77,
har hin næstskjótasti og nú
danski meistarin, Marc Bach
Nielsen, svam teinin uppá
8:32.79, skrivar svimjing.com.
Pál Joensen er skrásettur
sum »ekstra«, hetta helst tí
hann er føroyingur.
trondur@sosialurin.fo