Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høgligari at hava seyð á útoyggjum ÚTOYGGJ Nú verður farið undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at menna seyðahaldið á útoyggj, tí tað er grundarlagið hjá teimum, sum búgva har Áki Bertholdsen – Útoyggjarnar í Føroyum mugu ikki enda sum tað bera ítriv hjá fólki á meginøkinum. Tað halda tey í Út­oyggja­ felagnum eftir aðalfundin í felagnum leygardagin. Og tey eru sannførd um, at ein lykil til at halda lív í útoyggjunum, er at bøta um umstøðurnar hjá teimum á útoyggj, at hava seyð. – Vit hava gjørt nakað fyri at menna ferðavinnuna á útoyggj, men tað er einki at ivast í, at tað er seyðahaldið, sum er grundarlagið undir tilveruni á útoyggj, sigur Olga Biskopstø, samskipari í útoyggjafelagnum. – Men umstøðurnar at hava seyð á útoyggj, eru vánaligar, leggur hon afturat. Á aðalfundinum í Út­ oyggja­felagnum varð avgjørt, at taka málið upp av álvara og sostatt er hetta nú ein spurningur, Útoyggjafelagið fer at arbeiða miðvíst við næstu tíðina. Olga Biskopstø sigur, at á fundi eftir summarfrítíðina, fara tey at seta ein arb­eiðs­ bólk undir Útoyggja­felag­ num at virka fyri at menna seyðahaldið á útoyggj. Tá fara tey eisini at út­ greina akkurát, hvussu farast skal til verka í hesum sam­ bandi. Samstarv við Norðurlond Olga Biskopstø sigur, at eitt, tey hugsað nógv um í hesum sambandi, er hvussu seyðahaldið á útoggj kann mennast fakliga. – Vit hugsa um at taka samstarv upp við jarðar­ brúkarar í øðrum Norðan­ londum, kanska fyrst og fremst í Íslandi, har seyða­ haldið er eru nógv fremri enn hjá okkum, sigur sam­ skiparin hjá Útoyggjafelag­ num. Eitt endamál við hesum er, at føroyskir jarð­arbrúk­ arar kunnu fáa hugskot frá íslendingum og øðrum norð­ urlendingum til, hvussu tað ber til at fáa meiri burtur úr seyðinum og kjøtinum ístað­ in fyri vit bara gera sum vit altíð hava gjørt, og at kalla bara hugsað um at selja krovini heil, antin røst ella turr. – Tað ræður eisini um at fáa aðrar vørur burtur úr kjøtinum, sigur Olga Biskop­ stø. Í hesum sambandi sær hon ætlanina um fram­ leiðsluhús á útoyggjunum sum eitt frambrot, tí har kann seyður verða dripin undir heilsufrøðiliga góð­ kendum umstøðum. - Sum støðan er nú, loysir tað seg als ikki fíggjarliga at fáast við seyð og skal jarðarbrúk á útoyggj hava nakra framtíð, verður tað neyðugt at skipa tað soleiðis, at tað kastar nakað av sær, sigur Olga Biskopstø. Ræðisrætturin á jørðini Men Olga Biskopstø sigur, at í sambandi við hugsað verður eisini um øll viðurskifti viðvíkjandi jørðini, sum tey halda, ikki eru nøktandi. Tá ið lógin varð broytt, skuldi eitt endamál vera at leggja jørðina saman í størri brúk. Samstundis varð festi­ jørðin gjørd umsetilig. – Tí mettu vit, at so hvørt, smá festi vórðu leys, vórðu tey løgd saman við einum øðrum festi fyri at fáa burð­ ardygg jarðarbrúk, sigur Olga Biskopstø. Men hon sigur, at gongdin hevur verið akkurát tann øvugta, tí tað, vit hava sæð, er, at jørðin verður pettað sundur í enn minni stykki, enn hon var í. – Tað ger tað uppaftur torførari at fáa lønandi vinnu burtur úr seyða­haldinum. Olga Biskopstø sigur, at í hesum liggur eisini, at fólk, sum búgva inni á megin­ landinum, ella uttanlands, eiga ein fittan part av jørðini á útoyggj. Tey stúra fyri, at gongdin fer at verða tann sama við festijørðini og tað er ein spurningur, tey ætla at taka upp í eini roynd at forða fyri tí. – Hendir tað seg, at festi­ jørð á útoyggj verður handl­ að, mugu tey, sum búgva á útoyggj í kappbjóðing við onnur um jørðina og tá er skjótt, at ræðisrætturin yvir jørðini fer av oynni. Hetta halda tey á útoyggj er ein sera hættislig gong, tí útoyggjarnar mugu ikki enda sum tað bera frítíð­ar­ paradís hjá fólki á megin­ landinum. - Lagnan hjá útoyggjunum má ikki vera tann, at tær bara verða ítriv hjá fólki á meginlandinum og tískil verður neyðugt at taka spur­ ningin um jarðarlóggávuna upp. Hon heldur, at tað er neyðugt at taka hendan trupulleikan upp beinan­veg­ in tí er jørðin fyrst farin av útoyggjunum, vendst ikki aftur. – So er liðugt á útoyggj, tí tá ið tað ikki ber til at hava landbúnað á útoyggj, eru heldur eingi livilíkindi har, sigur Olga Biskopstø. Eymur spurningur Olga Biskopstø sigur, at min­ stakravið má vera, at tað er brúksskylda á jørðini á útoyggj, so at hon ikki liggur óvirkin. – Tað hevði í øllum førum givið útoyggjafólki nakrar møguleikar, tey ikki hava í dag. – Eg veit, at jørðin er eitt ómetaliga eymt evni í Før­ oyum og at tað er ringt at gera broytingar. Men tað merkir ikki, at onki eigur at vera gjørt og tað fara vit nú at royna, sigur Olga Biskop­ stø. Men standa útoyggjarnar yvir til at bjarga? - Ja, tað er ikki ov seint, men so mugu livilíkindi skap­ast. Tað eru ming ung­ fólk, sum eru sinnað at bú­ seta seg á útoyggj, men tað er ein forðing, at bæði jarð­ar­ viðurskifti, bústaðar­viður­ skifti og samferðsluviður­ skiftini eru so tørfør. – Tað er einki, sum eggjar fólki til at flyta á útoyggj og tí verður neyðugt at broyta fortreytirnar, so at tað ber til at fáast við ferðavinnu ella handverk, ella at ferðast í onnur pláss at arbeiða. – Men í hesum talgiltu tíðum ber eisini í summum førum til at sita á útoyggj og arbeiða fyri eina fyritøku, ella ein stovn inni á megin­ landinum, sigur samskiparin í Útoyggjafelagnum. Livilíkindi - Verða umstøðurnar at hava seyð ikki betri, er lívið liðugt á útoyggj, sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum Nevnd og ráð óbroytt Ongar broytingar hendi, hvørki í nevnd, ella um­ boðsráði í Útoyggja­ felagnum á aðalfundi­ num í felagnum á Kirkju leygardagin. Sostatt var Óla Jákup úr Dímun
afturvaldur til formann, Esbern í Eyð­ans­stovu varå aftur­ vald­ur til nevndarlim og
Olga Biskopstø var afturvald sum skrivari og samskipari. Somuleiðis varð alt umboðsráðið afturvald og og tí eru Magni Garða­ líð, Húsar, sum er for­ maður og Óli á Geil­ini, Svínoy, sum er skriv­ari. Hinir limirnir í ráð­ num eru Harry Jensen, Skúvoy,
Eyðun Eliasen, Trøllanes,
Andras í Fram - ­mistovu, Kirkja,
 Jo­han­ na Hansen, Hatt­ar­vík,
 Magnus Eliasen, Mikla­ dalur,
Katrina Jo­hanne­ sen, Mykines,
Kartin Len­ vig, Hestur
og Jóg­van Jón Petersen, Stóra Dímun. Útoyggjarnar mugu ikki enda sum tað bera frítíðarparadís hjá fólki á meginlandinum