hósdagur 4. juli 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Syðradalur er ein tann minsta bygd
in í Føroyum og í Tórshavnar komm
unu. Har eru tveir bóndagarðar, og í
2006 búðu sjey fólk har.
Í 1584 verður annar bóndagarð
urin prestagarður fyri sunnara
partin av Streymoynni, men prest
arnir búðu í Havn og høvdu upp
sitara.
Ein av hesum uppsitarum var
Hanus Christiansen f. 1853, og tað
er hansara søga, henda frásøgnin
snýr seg um. Kona Hanus var Anna
Fredrikka Haraldsdatter, f. 1854 í
Miðvági. Tey giftust í 1879 í Havnar
kirkju.
Hanus tók við eftir pápa sín
Christian Hansen f. 1820. Kona hans
ara var Ellen Nicolaidóttir f.1822 av
Argjum. Tey fingu tilsamans fýra
børn Karin f. 1846, Christianna f.
1848, Hans f. 1853 og Poul Nicolai f.
1861.
Prestur koyrdi Hanus
av garðinum
Um søguna hjá Hanusi skrivar
Viderø prestur frásøgn hjá soninum
Harald um, tá ið pápin mátti fara av
garðinum. Umskrivað til gerandis
føroyskt ljóðar hetta so:
Hanus bóndi vildi treyðugt
flyta. Hann elskaði Syðradal eins og
hansara forfedrar. Men tá ið Bruun
prestur kom úr Vágum til Havnar í
1897 hevði hann mann við sær, sum
skuldi vera uppsitari.
Hetta kom Hanusi illa við. Hann
hevði lokið allar sínar skyldur móti
presti. Hann tosaði við Bærentsen,
amtmannin, og hann hjálpti honum
at vera sitandi. Men tá kom Rohde
prestur, og tá var verri hjá Hanusi.
Harald gloymdi hetta aldri, sum
hann greiddi frá:
Eg var tá um tjúgu ár og hoyrdi
orðadrátt teirra. Orðini hjá prestin
um vóru so ljót, at tey kunnu ikki
takast upp aftur. Hetta tók sum
rímiligt er pápa fast. Hann var tá
ein tilkomin maður og var fast
grógvin í Syðradali. Og hvar skuldi
hann fara? Børnini vóru ikki øll til
komin.
Hann var kanska ikki so góður
bóndi sum pápi hansara, sum eitt
ár skar so mikið, at prestur fekk
193 seyðir, og hann hevði sjálvur
triðingin eftir. Evaldsen prestur,
sum var í Havn 1879-1886, var so
hugtikin av honum, at hann beyð
honum ókeypis ferð niður at vitja
seg.
Hanus, langabbi, var so góður
við seyðin, at í stórkava var hann í
størri koti enn vanligt, fyri inn við
barmin at kunna bera lomb, sum
vóru deyðkomin. Tá kravdi hann
eisini, at øll, sum sótu heima, skuldu
halda saman hendur og bert hugsa
um seyðin.
Í Syðradali var tungt at liva, men
tí ólust kreftirnar bæði til likam og
sálar.
Eg skilti adri, hví prestur vildi
hava pápa frá. Hóast hann ikki altíð
var so heppin í haganum, so leyk
hann altíð sínar skyldur. Rhode fór
enntá av landinum fá ár seinni.
Eg segði við pápa, at hann skuldi
ikki finna seg í hesi ljótu orðini hjá
presti og eg mælti honum til at
flyta. Tað sama segði Kristian bróð
ur.
Vit keyptu so trøðna frá Niels
í Dali, og bygdu vit á henni. Vit
høvdu nógvar vinir, sum høvdu
vitjað okkum í Syðradali, har teir
høvdu havt góðar løtur.
Men tað var tungt at flyta, ser
liga tí nú skuldi lán takast at byggja
nýggju húsini. Tað var eisini tungt
at koma niðan á trøðna, sum lá so
langt uttan fyri byin, at hon varð
kallað Jan Mayen.
Kristian var eftir hetta kallaður
bóndin, men eftir, at vit vóru noydd
at flyta torgaði hann ikki prestar.
Men hann tilbað Jóannes bónda.
Óli Reinert bóndi í Norðradali
segði seg ikki kunna skilja, at Hanus
varð rikin av garðinum. Hann ið
kom aftaná fekk ikki meira burtur
úr, heldur var tað minni, tí Hanus
var so væl mannaður.
Kristian sigldi við Kvívíkar
Tummas við Stella Argus. Eina ferð
var hann illa meislaður í hondina,
og tá mátti Tummas royna seg sum
lækni. Einasta doyving var brenni
vín, sum hann fekk bæði undan
og eftir viðgerðina. Aftaná segði
doktor Dahl, at her var gjørt tað,
sum skuldi gerast.
Børnini hjá Onnu og Hanus.
1. Ellen f. 1879, giftist við Joen
Pauli Ellendersen (1878-1961) fødd
ur í Hvalba og deyður í Keyp
mannahavn. Hon doyði í Hvalba.
Tey fingu børnini Anna Hansina
f. 1910, Niclas Martin f. 1912 og
Maren Malena f. 1917. Hon flutti til
Amerika.
2. Harald (1881-1973), grótmaður.
Hann var ógiftur. Húsini hjá hon
um kallaðust Syðradalur. Anna av
Váli, sum vaks upp í Norðradali,
hevur greitt frá, at tá tey í hennara
ungdómi fóru til Havnar við vøru,
var tað við rossi. Í Havn vórðu ross
ini altíð tjóðrað hjá Harald í Syðra
dali, til farið varð til hús aftur!
3. Fredrikka Jørgina Sofía f.
1884, gift við einum dana og doyði
á Bornholm. Hon fekk trý børn,
Børge, Bodil og Billy.
4. Kristina (1885-1973). Hon var
á Føroya Fólkaháskúla summarið
1910. Fyrri maður hennara var Óli
Olsen av Viðareiði (1887-1923). Tey
vóru stutt gift og fingu einki barn.
Hann doyði vist av tuberklum.
Kristina giftist aftur við Sámal
Petur Thomsen (1896-1979, fiski
maður úr Kollafirði. Tey fingu eitt
barn, Hans Thomsen 1928-1993,
kendur m.a. sum rithøvundur.
Hann giftist við Bergfríðu Klein
(1928-1992). Hon var dóttir Dánjal
Klein, sum 1940-1952 var formaður
í Føroya Fiskimannafelag.
Tá ið Hans doyði fekk hann tað
ummæli, at hann var ein av teimum,
sum hevði gjørt mest fyri føroyska
málið.
Hann tók málsligt studentsprógv
27. juni 1946 á V.B.V. Hann var hjá
Landsverki í mong ár í bókhald
inum.
Í 1976 fekk Hans M.A. Jacobsens
bókmentaheiðursløn. Í 1986 fekk
Hans heiðursgávu úr grunnin
Kristians á Brekkumørk.
Hansara absolutta høvuðsavrik
eru óteljandi týðingarnar úr al
heimsbókmentum
til
føroyskt,
bæði stórar skaldsøgur og ótal
av stuttsøgum, eisini yrkingar og
mong leikhandrit. Hann gjørdi eis
ini upprunarit sjálvur.
Hans gjørdi nógvar sendingar
til útvarpið og las upp bøkur í út
varpinum.
5. Christian (1887-1960). Hann
var ein kendur útróðrarmaður í
Havn og var av sterkastu monnum.
Hann var ógiftur.
6. Dagmar Wilhelmina (1889-
1891)
7. Dagmar Wilhelmina f. 1893.
Giftist við Martinus Elias Hansen.
Tey fingu Jørginu og Onnu.
8. Marianna Christina f. 1895
9. Hans Niklái (1894-1969), málari.
Hann var ógiftur
Børnini
fingu
eftirnavnið
Hansen. Tó varð Kristina kallað
Christiansen
HENDUR IÐ SLEPTU
Hanus misti garðin í Syðradali
Ì hesi røð er eisini nokk so fitt av bygdarsøgu, eisini frá bygdunum í Tórshavnar kommunu.
Grøvin hjá Onnu og Hanus í Syðradali er eisini ein partur av søguni hjá hesi bygd
Komandi partur
Í komandi parti um triggjar
vikur, verður eitt sindur av
Nólsoyarsøgu, nevniliga um Carl
Ljot og Albert Joensen. Eisini
verður eitt ískoyti um Heina
Heinesen, skrivað av beiggjanum
William.
ANNA CHRISTIANSEN
F. 9.6 1854 D. 8.4 1932
HANS CHRISTIANSEN
F. 5.6. 1853 D. 30.11. 1939
Syðradalur S, haðani Anna og Hanus flutti til Havnar
Dóttirsonur tey bæði var Hans
Thomsen, kendur sum mentamaður