Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 2 VIKUSKIFTI Mær dámar væl at hyggja at tíðinda­sendingum úr millum annað Danmark, Noreg og Onglandi, umframt sjálvsagt okkara egnu Dag og Viku. Men tá myndir frá kríggi, bumbuspeingingum og løstaðum menniskjum koma á skíggjan, má eg sløkkja. Orki ikki at fáa slíkar myndir á nethinnuna. Hetta er kanska sum hjá strutsinum … Men føli at har er onki, eg kann gera; tað er reint hjálparloysi. Takki tá Gudi fyri at vera so heppin at búgva í friðarligu norðureuropu. Uttan at samanbera menniskju við dýr, so havi eg tað á sama hátt, tá víst verður frá høsnarunga verksmiðjum, minkahaldum og óhugnaligum djóraflutningum. Fyri meg er tað lættari at hoyra um hetta í einum útvarpi ella lesa um tað, og soleiðis sleppa undan at hava myndir av verju­leysum djórum fyri eygunum. Tí vit skulu vita um hetta, haldi eg. Mugu ikki góðtaka slíka djórapínslu. Og tað eru øki, vit kunnu gera nakað við. Millum annað djóravernd. Vit kunnu keypa høsnarungar, sum hava hava havt eitt stutt, gott lív, egg frá hønum, sum framleiðarin er farin væl við. Krevja at kjøtvørur hava merking, sum sigur frá umstøðunum, dýrið hevur livað undir og, sum tað er dripið undir. Haldi hetta er heilt natúrlig tankagongd hjá okkum føroyingum. Vit hava lógir, sum verja dýrini. Og vit hava reglur fyri, hvussu dýrini verða flutt og dripin. Hetta eru krøv vit seta okkum sjálvum. Hví skulu vit so ikki vænta og krevja tað av øðrum, sum vit á nógvum økjum samanbera okkum við? Eg veit væl, at kostnaðurin av vørum, framleiddar við djóravernd í huga, er hægri. Men fleiri vit verða, sum seta hesi krøv, bíligari verða vørurnar. ... Nú er hásummar. Pisurnar eru floygdar, lombini, gásarungarnir, svanaungarnir – øll hava vaksið seg stór og sterk. Tað er ein stuttleiki og eisini hjartanemandi at eygleiða íbornu eginleikarnar hjá ærnum, gæsnum og svanunum at verja og kela fyri sínum avkomi. Og at hoyra og síggja heiðafuglin gera alt fyri at leiða teg burtur frá reiðrinum. Øll hesi sleppa at brúka sínar viðføddu eginleikar. Tey, sum hava seyð, gæs og onnur húsdjór, hjúkla um tey. Tað stutta lívið hjá til dømis lombunum og gásarungunum er gott. Okkara samfelag er framkomið við­ víkjandi djóra­vælferð. Tað haldi eg kann sigast uttan at gera ov nógv av. So hóast vit nokk noyðast at góðtaka, at høsnarungafabrikkir og svínastallar ikki fara í søguna við tað fyrsta, so kunnu vit í handlunum gera okkara ávirkan á teirra liviumstøður. At skumpa undir, so at skerda lívið, hesir skapningar fáa í lut, alla tíðina verður betrað. Og soleiðis hjálpa til, so at sorgar­søgurnar um illa viðfarin djór í mat­ vørufram­leiðsluni verða færri og færri. Tað stutta lívið Simona Weihe Tim á føroyskan pall Leygarkvøldið hevur danski rocktónleikarin Tim Christensen konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan verður um eina akustiska sitikonsert, har Tim Christen fer at spæla sínar kendu sangir og greiða frá. Stanley Samuelsen, sum er ættaður úr Fuglafirði, men búsitandi í Danmark, fer at hita upp. Tim Christensen Mentanarhúsið í Fuglafirði Leygarkvøldið 6/7 kl. 20.00 Lív í Grasagarði Leygardagin verður árligi Barnafestivalurin hildin í Grasagarði í Havn. Tiltakið byrjar kl. 13.00, tá ið Jensina fer at undirhalda. Á skránni eru eisini Hjørdis Johansen, talentbørn, Dansibólkurin Mini M’s og Óvita Bluesband. Dagurin endar við konsert við Karoline frá X-Factor. Barnafestivalur Grasagarði í Havn Leygardagin 6/7 frá kl. 13.00 FM kappróður leygardagin Leygardagin verður enn eitt umfar av FM-kappróðri. Hesaferð verður róð á varmakeldustevnu í Fuglafirði. Hetta er fjórða umfarið av kappróðrinum í summar. Kappróðurin endar á ólavsøku. FM kappróður Fuglafjørður Leygardagin 6/7 kl. 15.00 Kvøldseta í Dali Fríggjakvøldið verður kvøldseta í Eiriksgarði í Dali. Millum annað verður høvi at royna mat við føroyskum viðskera, og eisini verður fólkadansur og frøoyskur dansur. Kvøldseta Dalur Fríggjakvøldið 5/7 frá kl. 19.00 Føroya Regatta úr Fuglafirði Hósdagin byrjar stóra regattan við stóru træseglskipunum. Lagt verður frá landi í Fuglafirði hóskvøldið, og síðani verður siglt millum oyggjarnar til 7. juli. Føroya Regatta Byrjar í Fuglafirði 4/7 Heldur fram til 7/7 Ruddið forsíðuna! »Høgni Hoydal skilir onki« Portal.fo Ruddið forsíðuna! Bankin slapp væl frá at lúgva Dimma Hvat sørin? Pápin hjá músini deyður vp.fo Dugdi hann ikki sjálvur? »Cardiff gjørt sáttmála fyri Cornelius« sportal.fo klumma