hósdagur 4. juli 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 76 · 5. juli 2013
9
í Fuglafirði haðani ein stórur partur av
familjuni er, sigur Sólvá G. Olsen.
Hóast vøggan er brúkt til flestu
børnini í familjuni, hava børnini hjá
Sólvá G. Olsen ikki ligið í henni.
– Míni børn hava ikki brúkt hana av
tí einfaldu orsøk, at vit hava búð í Dan
mark, sigur Sólvá G. Olsen, sum fegnast
um, at søgan um vøgguna og kúluna
verður tryggjað, við tað at Krígssavnið
fær hesar lutirnar í varðveitslu.
– Eg haldi, tað er so fantastiskt, at tað
er eitt slíkt savn í Føroyum, tí Føroyar
vóru jú ikki í kríggi, men nógvir manns
eru deyðir í Føroyum undir krígnum,
og tí er einki løgið í, at vit hava eitt
krígssavn í Føroyum. Tá haldi eg eis-
ini, at mann eigur at lata lutir, um mann
hevur okkurt liggjandi, sum hevur
við kríggið at gera, sigur Sólvá G.
Olsen.
Spældu í bumbuholi
Tá Sólvá Olsen lítur aftur á barnaárini
í Havn renna eyðkendu barakkirnar,
ensku soldátarnir og heyggjarnir, har
tey spældu, henni til hugs.
– Vit fluttu úr kjallaranum hjá Frú
Øster í Dr. Jacobsensgøtu og niðan í eini
hús Mattalág, og har havi eg havi míni
barnaár, fortelur Sólvá G. Olsen, sum
serliga væl minnist loftalarmin, sum fór
frá, tá loftálop var yvir Havnina.
– Tað var als ikki óvanligt, at vit
hoyrdu ta sirenuna. Tá sleptu øll øllum,
og alt fyri eitt varð farið í kjallaran,
har vit royndu at hugna okkum sum
frægast, inn til vandin var av, sigur
Sólvá G. Olsen.
Hon dylir ikki fyri, at hon framvegis
minnist óttan, ið kom á tey, tá lofta
larmurin var at hoyra.
– Vit vóru sjálvandi bangin. Kanska
serliga tí at vit vistu, hvussu álvarsom
loftálopini kundu vera, tí bara einar
100 metrar frá okkum var eitt stórt
bumbuhol, har vit børn ofta plagdu at
spæla. Eg minnist, at holið var stórt og
runt, og so vuksu gloym meg ei blómur
har, fortelur Sólvá G. Olsen. Blídliga
eygnabráið avdúkar, at hon minnist
barnaárini í Mattalág sum eina góða
tíð.
– Har var nóg mikið av plássi av
spæla á, tí tað vóru næstan eingi hús
har á leiðini tá í tíðini samanborið við
í dag.
Soldátar á Landavegnum
At síggja soldátar á havnargøtum tá í
tíðini var ein partur av gerandisdegnum
hjá smágentuni Sólvá G. Olsen.
– Teir minnist eg øgiliga væl. Minn
ist eisini væl sekkjapípurnar, sum teir
gingu við, tá teir marsjeraðu eftir
Landavegnum. Og so eisini barakkirnar,
har teir hildu til, fortelur Sólvá G. Olsen
og leggur afturat, hvussu fryntligir
eingilsmenninir vóru.
– Soldátarnir vóru so ótrúliga fittir
við okkum børn og plagdu av geva okk
um Cadbury sjokolátu. Tað var jú nakað
heilt forkunnugt her í Føroyum tá. Eitt
annað, sum teir eisini plagdu av geva
okkum, var tyggigummi. Eg var so lítil,
so eg plagdi altíð at spýta tað út aftur,
og tað var nakað, sum hini børnini
høvdu hug til at ilskast eitt sindur á,
sigur Sólvá G. Olsen og flennir.
Søgan fer á savnið
Vøggan og kúlan eru eitt av fleiri minn
um úr fyrstu barnaárunum hjá Sólvá G.
Olsen. Eftir ætlan fara tey á Krígssavnið
í Miðvági, har tey vitjandi síðani hava
møguleika at hoyra søguna, ið hoyrir
til vøgguna og kúluna.
– Kúluna havi eg goymt, síðani
mamma gav mær hana. Onkuntíð havi
eg hugsað, at eg burdi sett hana í gips
og rammu og síðani givið ommubørn
unum, men tey kenna ikki sjálv til hasa
tíðina og kunnu ei heldur ímynda sær,
hvussu tað var, sigur Sólvá G. Olsen,
sum fegnast um at vøggan og kúlan
kunnu fara á Krígssavnið.
– Vónandi kann tað verða ein
spennandi søga har, sum tey vitjandi
á savninum fáa gleði av, sigur Sólvá
G. Olsen.
Myndir: álvur haraldsen
– Nú eri eg ikki ein sentimental týpa, men jú, eg havi ofta hugsað, at tað kundi gingið
heilt galið, sigur Sólvá G. Olsen, sum her vísir kúluna, ið rakti vøggu hennara