fríggjadagur 5. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
vikuskiftisblaðið
Fyrsta tígguárið í hesi øldini
er tað heitasta, sum nakrantíð
er mált, og ógvusligt illveður
og náttúruvanlukkur hava
hesi tíggju árini kostað meira
enn 370.000 menniskjum
lívið, sigur ST.
Hvørt ár, burtursæð frá
2008, var hitin so nógvur,
at hesi árini eru millum tey
níggju heitastu, sum eru
máld, síðani farið var undir
at hitamátingar fyri góðum
160 árum síðani.
Hóast talið á teimum,
sum eru deyð í vatnflóð og
stormi, er fallið hesi árini,
eru skrásett yvir 370.000
andlát, sum hava beinleiðis
tilknýti til ógvusligt illveður,
náttúruvanlukkur og veður
lagið annars.
Sunnudagin verða aftur blómutyssi
løgd út fyri at minnast tey, ið lótu
lív á føroysku vegunum. Ein vakur
siður, ið Ingi Gunnarsson úr Havn
hevur tikið stig til og røkt síðstu 13
árini.
Í hvørjari vanlukku eru lagnur,
og tær varpa vit ljós á í blaðnum
ídag. Men í hvørjari vanlukku eru
eisini nógvir spurningar. Hvat
hendi, hví hendi tað, og kundi nakað
verið gjørt øðrvísi.
Í okkara grannalondum taka fak
fólk sær av at svara hesum spurn
ingum, hvørja ferð ein álvarsom
vanlukka fer fram. Á sama hátt
sum skaðanevndir lýsa vanlukkur á
sjógvi og í luftini, so lýsir ein skaða
nevnd vanlukkur í ferðsluni.
Síðstu 10 árini hava ikki færri
enn tvey álit eftirlýst, at vit eisini
í Føroyum fáa eina skaðanevnd til
ferðsluvanlukkur.
Harumframt
hevur løgtingið samtykt at seta
nullhugsjónina inn í ferðslulógina.
Flestu eru samd um, at síðstu
árini eru ábøtur gjørdar. Vegirnir og
bilarnir eru tryggari, og eisini verður
nógv gjørt fyri at upplýsa um vandar
í ferðsluni. Men hvussu kunnu vit
røkka nullhugsjónini, at eingin skal
doyggja ella koma álvarsliga til skaða
í ferðsluni, tá vit ikki vita út í æsir
orsøkirnar til ferðsluvanlukkur?
Tá vit ikki vilja fáa til vega nýggja
vitan, sum kann brúkast til at bøta
um ferðslutrygdina og fyribyrgja
vanlukkur á vegunum.
Síðani fyrsta ferðsluvanlukka
kravdi mannalív í 1928 eru 275
fólk deyð í ferðsluni á føroysku
vegunum. Síðsta árið hava trý fólk
latið lív í ferðsluni. Harumframt
koma allar tær vanlukkur, ið hava
havt við sær álvarsaman fólka
skaða.
Heilt afturi í 2003 vísti álitið
Ávegis til Nullhugsjónina, at ferðslu
vanlukkur og -óhapp kostaðu sam
felagnum 193 millónir krónur. Um
árið.
Aftur at køldu tølunum koma so
lagnurnar og djúpu, menniskjaligu
sárini.
Vit vita væl, at orsøkin til eina
ferðsluvanlukku mangan er eitt
persónligt mistak. Menniskju gera
mistøk. Men tá vit ikki vilja kanna
niður í smálutir, hvør orsøkin var til
ferðsluvanlukkuna, so gerst vegurin
móti nullhugsjónini óneyðuga lang
ur.
Tað er ein raðfesting, um vit vilja
hava eina skaðanevnd at kanna
ferðsluvanlukkur. Vit kunnu í
blaðnum í dag staðfesta, at higartil
er viljin ikki til staðar. Og tað er
beinleiðis í andsøgn við løgtings
samtyktina frá apríl 2006, tá null
hugsjónin varð sett inn í ferðslu
lógina.
Í grannalondunum kanna
skaðanevndir vanlukkur
Jógvan Andreas á Brúnni
hevur latið upp listafram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin er opin í eina
viku til 10. Juli.
Jákup
Andrias
hevur
havt fleiri framsýningar áð
ur, bæði í Havn, í Runavík,
í Fuglafirði og á Skipanesi.
Somuleiðis hevur hann fleiri
ferðir sýnt fram í Danmark.
Á framsýningini hesuferð
hevur hann 25 málningar,
sum
allir
eru
málaðir
hetta seinast árið til hesa
framsýningina.
Men umframt málningar
nar, ætlar hann sær eisini at
gera okkurt serstakt burtur
úr hølunum í Smiðjuni í sam
bandi við framsýningina.
Jógvan Andrias í Smiðjuni
Náttúran kostað
370.000 mannalív
Nú er
nóg mikið
Heðin Mortensen
Baksíðan
Útoyggj
ar mugu
ikki enda
sum ítrív
Olga Biskopstø
Síða 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Vilja vit nullhugsjónina
Send sms-boð
við tekstinum:
bon
til 1940
Vinn
gávukort
sms'a&
25.000,-
virði
Í sambandi við at Bónus letur upp nýggjan handil á Karla-
magnusar breyt 9. juli skipar Rás2 fyri eini sms-kapping, har
vinningurin er eitt gávukort frá nýggja handlinum upp á heilar
25.000 krónur. Drigið verður á Rás2 sama kvøldið, sum stóra
familjutiltakið verður uttanfyri nýggja Bónushandilin 6. juli.
Seinasta freist at luttaka er leygarkvøldið 6. juli kl. 21.45.