fríggjadagur 5. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Høgligari at hava
seyð á útoyggjum
ÚTOYGGJ Nú verður farið undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at menna seyðahaldið
á útoyggj, tí tað er grundarlagið hjá teimum, sum búgva har
Áki Bertholdsen
– Útoyggjarnar í Føroyum
mugu ikki enda sum tað bera
ítriv hjá fólki á meginøkinum.
Tað halda tey í Útoyggja
felagnum eftir aðalfundin í
felagnum leygardagin.
Og tey eru sannførd um,
at ein lykil til at halda lív í
útoyggjunum, er at bøta um
umstøðurnar hjá teimum á
útoyggj, at hava seyð.
– Vit hava gjørt nakað fyri
at menna ferðavinnuna á
útoyggj, men tað er einki at
ivast í, at tað er seyðahaldið,
sum er grundarlagið undir
tilveruni á útoyggj, sigur
Olga Biskopstø, samskipari í
útoyggjafelagnum.
– Men umstøðurnar at
hava seyð á útoyggj, eru
vánaligar, leggur hon afturat.
Á aðalfundinum í Út
oyggjafelagnum varð avgjørt,
at taka málið upp av álvara
og sostatt er hetta nú ein
spurningur, Útoyggjafelagið
fer at arbeiða miðvíst við
næstu tíðina.
Olga Biskopstø sigur, at á
fundi eftir summarfrítíðina,
fara tey at seta ein arbeiðs
bólk undir Útoyggjafelag
num at virka fyri at menna
seyðahaldið á útoyggj.
Tá fara tey eisini at út
greina akkurát, hvussu farast
skal til verka í hesum sam
bandi.
Samstarv við
Norðurlond
Olga Biskopstø sigur, at
eitt, tey hugsað nógv um í
hesum sambandi, er hvussu
seyðahaldið á útoggj kann
mennast fakliga.
– Vit hugsa um at taka
samstarv upp við jarðar
brúkarar í øðrum Norðan
londum, kanska fyrst og
fremst í Íslandi, har seyða
haldið er eru nógv fremri
enn hjá okkum, sigur sam
skiparin hjá Útoyggjafelag
num.
Eitt endamál við hesum
er, at føroyskir jarðarbrúk
arar kunnu fáa hugskot frá
íslendingum og øðrum norð
urlendingum til, hvussu tað
ber til at fáa meiri burtur úr
seyðinum og kjøtinum ístað
in fyri vit bara gera sum vit
altíð hava gjørt, og at kalla
bara hugsað um at selja
krovini heil, antin røst ella
turr.
– Tað ræður eisini um at
fáa aðrar vørur burtur úr
kjøtinum, sigur Olga Biskop
stø.
Í hesum sambandi sær
hon ætlanina um fram
leiðsluhús á útoyggjunum
sum eitt frambrot, tí har
kann seyður verða dripin
undir heilsufrøðiliga góð
kendum umstøðum.
- Sum støðan er nú, loysir
tað seg als ikki fíggjarliga at
fáast
við
seyð
og
skal
jarðarbrúk á útoyggj hava
nakra framtíð, verður tað
neyðugt at skipa tað soleiðis,
at tað kastar nakað av sær,
sigur Olga Biskopstø.
Ræðisrætturin á jørðini
Men Olga Biskopstø sigur, at í
sambandi við hugsað verður
eisini um øll viðurskifti
viðvíkjandi jørðini, sum tey
halda, ikki eru nøktandi.
Tá ið lógin varð broytt,
skuldi eitt endamál vera at
leggja jørðina saman í størri
brúk.
Samstundis varð festi
jørðin gjørd umsetilig.
– Tí mettu vit, at so hvørt,
smá festi vórðu leys, vórðu
tey løgd saman við einum
øðrum festi fyri at fáa burð
ardygg jarðarbrúk, sigur Olga
Biskopstø.
Men hon sigur, at gongdin
hevur verið akkurát tann
øvugta, tí tað, vit hava sæð,
er, at jørðin verður pettað
sundur í enn minni stykki,
enn hon var í.
– Tað ger tað uppaftur
torførari at fáa lønandi vinnu
burtur úr seyðahaldinum.
Olga Biskopstø sigur, at í
hesum liggur eisini, at fólk,
sum búgva inni á megin
landinum, ella uttanlands,
eiga ein fittan part av jørðini
á útoyggj.
Tey stúra fyri, at gongdin
fer at verða tann sama við
festijørðini og tað er ein
spurningur, tey ætla at taka
upp í eini roynd at forða fyri
tí.
– Hendir tað seg, at festi
jørð á útoyggj verður handl
að, mugu tey, sum búgva á
útoyggj í kappbjóðing við
onnur um jørðina og tá er
skjótt, at ræðisrætturin yvir
jørðini fer av oynni.
Hetta halda tey á útoyggj
er ein sera hættislig gong, tí
útoyggjarnar
mugu
ikki
enda sum tað bera frítíðar
paradís hjá fólki á megin
landinum.
- Lagnan hjá útoyggjunum
má ikki vera tann, at tær
bara verða ítriv hjá fólki á
meginlandinum
og
tískil
verður neyðugt at taka spur
ningin um jarðarlóggávuna
upp.
Hon heldur, at tað er
neyðugt at taka hendan
trupulleikan upp beinanveg
in tí er jørðin fyrst farin av
útoyggjunum, vendst ikki
aftur.
– So er liðugt á útoyggj, tí
tá ið tað ikki ber til at hava
landbúnað á útoyggj, eru
heldur eingi livilíkindi har,
sigur Olga Biskopstø.
Eymur spurningur
Olga Biskopstø sigur, at min
stakravið má vera, at tað
er brúksskylda á jørðini á
útoyggj, so at hon ikki liggur
óvirkin.
– Tað hevði í øllum førum
givið útoyggjafólki nakrar
møguleikar, tey ikki hava í
dag.
– Eg veit, at jørðin er eitt
ómetaliga eymt evni í Før
oyum og at tað er ringt at
gera broytingar. Men tað
merkir ikki, at onki eigur at
vera gjørt og tað fara vit nú
at royna, sigur Olga Biskop
stø.
Men standa útoyggjarnar
yvir til at bjarga?
- Ja, tað er ikki ov seint,
men so mugu livilíkindi
skapast. Tað eru ming ung
fólk, sum eru sinnað at bú
seta seg á útoyggj, men tað er
ein forðing, at bæði jarðar
viðurskifti, bústaðarviður
skifti og samferðsluviður
skiftini eru so tørfør.
– Tað er einki, sum eggjar
fólki til at flyta á útoyggj og
tí verður neyðugt at broyta
fortreytirnar, so at tað ber til
at fáast við ferðavinnu ella
handverk, ella at ferðast í
onnur pláss at arbeiða.
– Men í hesum talgiltu
tíðum ber eisini í summum
førum til at sita á útoyggj og
arbeiða fyri eina fyritøku,
ella ein stovn inni á megin
landinum, sigur samskiparin
í Útoyggjafelagnum.
Livilíkindi
- Verða umstøðurnar at hava seyð ikki betri, er lívið liðugt á
útoyggj, sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum
Nevnd
og ráð
óbroytt
Ongar broytingar hendi,
hvørki í nevnd, ella um
boðsráði
í
Útoyggja
felagnum á aðalfundi
num í felagnum á Kirkju
leygardagin.
Sostatt var Óla Jákup
úr
Dímun
afturvaldur
til formann, Esbern í
Eyðansstovu varå aftur
valdur til nevndarlim
og
Olga Biskopstø var
afturvald sum skrivari
og samskipari.
Somuleiðis varð alt
umboðsráðið afturvald
og og tí eru Magni Garða
líð, Húsar, sum er for
maður og Óli á Geilini,
Svínoy, sum er skrivari.
Hinir limirnir í ráð
num eru Harry Jensen,
Skúvoy,
Eyðun Eliasen,
Trøllanes,
Andras í Fram -
mistovu, Kirkja,
Johan
na Hansen, Hattarvík,
Magnus Eliasen, Mikla
dalur,
Katrina Johanne
sen, Mykines,
Kartin Len
vig, Hestur
og Jógvan
Jón
Petersen,
Stóra
Dímun.
Útoyggjarnar mugu
ikki enda sum tað bera
frítíðarparadís hjá fólki á
meginlandinum