fríggjadagur 5. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
deyðin í ferðsluni
– Vit snaraðu úr rundkoyringini, og hon setti
ferðina upp. Tá vit koyrdu einar 50 km/t, varnaðust
vit, at tað brádliga var vorðið hált – veruliga
hált – svartakálk, sigur Leif Mikkelsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Sunnudagin er Minningardagur teirra deyðu í
ferðsluni. Í 2000 tók Ingi Gunnarsson úr Havn stig
til at leggja út blómutyssi, har ferðsluvanlukkur
hava kravt mannalív, og hetta hevur verið gjørt á
hvørjum ári síðani. Síðsta árið hava trý fólk latið
lív á føroysku vegunum. Í blaðnum í dag varpa vit
ljós á eina av vanlukkunum, umframt tær fylgjur, ið
slíkar vanlukkur hava við sær fyri tey, ið eftir sita.