fríggjadagur 5. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
deyðin í ferðsluni
út í mótkoyrandi breytina.
Bilurin vendi við vinstru
síðu hjá Hjørdis soleiðis,
at mótkoyrandi hevði rent
beint í hennara vinstru lið.
Okkara ferð var nú eitt sind
ur minkað, kanska einir 40
km/t. Tá eg sá, at bilurin ikki
fekst at koyra til høgru og
út í røttu breyt, dugdi eg at
síggja, at fyrsti mótkoyrandi
fór at renna beint inn í
Hjørdis.
Her mátti berast skjótt
at.
– Eg skrykti í róðrið, fyri
at fáa bilin at snara, so mót
koyrandi ikki fór at renna
á Hjørdis. Tað eydnaðist at
snara bilinum 180 stig, so at
mótkoyrandi nú í staðin kom
inn á mína høgru lið. Bilur-
in var nú ávegis út av veg
num.
Leif sá, at tað fór at verða
ein samanstoytur og setti
seg í spenni móti handska
rúminum. – Eg sá beint í
billyktirnar á mótkoyrandi
bilinum og var tí vísur í, at
eg fór at verða raktur. Men
hann rendi á hurðina á bak
setrinum aftan fyri meg. Tað
stóð nógv á høvdinum og
nakkanum. Alt føldist leyst,
tí megin var øgilig. Hetta tók
alt tilsamans bert fá sekund,
men eg upplivdi tað í slow
motion.
Okkara bilur fór útav veg
num og mól tvær ferðir um
seg sjálvan og út á slættan
skerv og gras. Hin bilurin fór
útav longri frammi. So var
alt stilt.
Vónríkur
Leif lætnaði um hjartað, tá
ið bilurin endiliga steðgaði,
tí hann visti, at bilurin hevði
rakt tættast honum, og kort
ini var hann óskaddur. Hetta
mátti merkja, at Hjørdis eis
ini var komin væl frá saman
stoytinum, tá hon sat longri
burturfrá.
– Fyrst var eg skakkur og
síðani øgiliga glaður. Skilti
ikki, at eg kundi vera sloppin
frá hesum uttan hava ilt
nakra staðni. Eg sá, at Hjørdis
lá út ímóti førarahurðini. Eg
tók í hana og vildi hava hana
yvir ímóti mær. Har sá alt
vanligt út, og einki var at
síggja á henni. Hon andaði,
men eg fekk ikki samband við
hana. Roknaði við, at hon var
svímað. Eg hugsaði ikki tað
ringasta. Eg visti, at okkurt
var hent, men visti ikki hvat.
So sat eg har og helt um hana,
og bara andadráttur hennara
hoyrdist. Eg sá niðan á vegin,
har fólk nú hoyrdust, minnist
Leif.
Rúturin, har Leif sat, var
brotin ella opin. Fólk komu
oman at spyrja, um alt var í
lagi.
– Eg sat bara við henni.
Eg segði, at einki var galið
við mær, men eg fekk ikki
samband við Hjørdis. Sá at
fólk stóðu við fartelefon, helst
fyri at ringja eftir sjúkrabili.
Eg brúkti fartelefonina at
lýsa við, fyri at hyggja, um
nakað var at síggja á Hjørdis.
Eg fann einki, sum var galið,
men eyguni vóru hálvblund
andi. Eg føldi, at eg bleiv vát
ur omaneftir síðuni, men
visti ikki, hvat tað var, tí tað
var bølamyrkt.
Brádliga kvirt
Tey sótu tveyeini og bíðaðu
eftir
sjúkrabilinum.
Ein
maður, sum stóð uttanfyri,
bað Leif hyggja í oyruni á
Hjørdis.
– Tá sá eg, at blóð kom úr
oyrunum og skilti, hví eg var
vátur oman eftir síðuni. Eg
var kortini framvegis vón
ríkur. Men tá eg segði honum,
at blóð kom úr oyrunum, sá
eg á hansara andlitsbragdi,
at hetta var ikki gott. Tá kom
nakað av fjáltri á meg. Eg
rópti nakrar ferðir, um ikki
sjúkrabilurin var á veg her,
tí vit høvdu sitið her nóg
leingi.
Leif fekk at vita, at sjúkra
bilurin var ávegis, men at
hálkan seinkaði.
–
Meðan
vit
bíðaðu,
hoyrdi eg, at hon fór at anda
øðrvísi og meiri tungliga. Og
brádliga var púra kvirt. Tá
rópti eg niðan á vegin, at hon
er steðgað at anda, greiður
Leif frá.
Hann visti, at hetta var
álvarsligt og gjørdi av, at
hon skuldi úr bilinum um
gangandi, og leyp úr sínum
vindeyga. Tá varnaðist hann,
at bilurin sá út, sum hann var
hálvur – reyvin var rætt og
slætt trýst saman til næstan
einki. Hann leyp yvirum, fyri
at vita, um hann fekk latið
hurðina upp. Men bilurin var
so skeivur, at tað bar ikki til.
– Onkur kom við eini
jarnstong at bróta hurðina
upp við, so vit fingu hana
úr bilinum. Tað kláraðu vit
rímiliga skjótt, og fingu hana
út og bóru hana niðan í veg
jaðaran. So tóku fólk yvir, fyri
at geva henni fyrstuhjálp.
Sjúkrabilurin var framvegis
ikki komin. Men tá gingu bert
fáir minuttir, til teir komu.
Tað kendist sum gingu tað
einir 40 minuttir tilsamans,
men tað vóru helst ikki nógv
meiri enn 10. Harfrá veit eg
ikki meiri, men hugsaði, at
hon var í góðum hondum.
Vónin brast
Tey vórðu koyrd suður á
Landssjúkrahúsið
í
hvør
sínum sjúkrabili. Har var
nógv fólk allastaðni. Leif
visti ikki, hvussu støðan var
hjá Hjørdis.
– Tað var, sum mann sá á
starvsfólkunum, at hetta var
sera álvarsligt. Og tað var
ikki meg tað snúði seg um, tí
mær bagdi einki. Eg tordi ikki
at spyrja, tí eg orkaði ikki at
hoyra nakað ringt – eg vildi
hoyra okkurt gott.
Hann varð koyrdur í eina
hvílistovu, har hann bara lá.
– So kom ein lækni, Heini
Harryson, sum eg kenni.
Hann spurdi meg, hvussu
eg hevði tað? Eg spurdi eftir
Hjørdis. Eftir eitt bil svaraði
hann, at hon er farin. Tástani
skilti eg, hvussu álvarsligt
tað var. Eg vónaði til tað
allarseinasta, men nú datt alt
sundur. Míni foreldur vóru
hjá mær, og tey grótu eisini.
Teir næstu tímarnar komu
familja og vinfólk út á sjúkra
húsið. Tey vildu vita, hvat var
hent. Vinkonur Hjørdis komu
eisini. Soleiðis gekk ein long
løta.
– Tað harðasta var, tá
hennara familja kom inn til
mín. Mamman og hennara
fýra systkin. Hjørdis var
lítlasystirin. Onkur teirra var
komin úr Danmark. Tey bíð
aðu leingi eftir pápa henn
ara, sum var úti við línubáti.
Tað tók eina løtu at sigla inn.
Eg hugsaði nógv um, at hann
skuldi frætta úti á sjónum, at
yngsta dóttirin var deyð.
Tað kendist óveruligt hjá
Leif, at hann var púra frískur
likamliga. So var ein veggur
ímillum, og har lá Hjørdis
deyð. Tað vóru fólk eisini
bilsin um.
Meðan vit bíðaðu, hoyrdi eg, at hon fór at anda øðrvísi
og meiri tungliga. Og brádliga var púra kvirt
framhald á síðu 9...
Mynd: Álvur Haraldsen