fríggjadagur 5. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
jørt á Facebook
Eftir at Hjørdist and
aðist, traðkaðu familja
og vinir til alt fyri eitt.
– Har vóru fult av
fólki, sum hjálptu til,
vístu umsorgan og vitj
aðu okkum. Og tað var
fantastiskt at kenna,
at tey vóru nærverandi
saman við okkum, greið
ir Marianna frá.
– Summi dugdu væl
at seta orð á kenslurnar,
og summi vóru har bara,
uttan at siga eitt orð.
Marianna
veit,
at
tað kann vera torført
at hitta fólk, sum hava
mist. Men hon heldur, at
tað er altíð best at fara
beint í sorgina og møta
teimum avvarandi, held
ur enn at skýggja tor
føru støðurnar og rýma
undan teimum.
– Lìvið er bara so.
Eingin sleppur undan
sorg, og vit skulu øll
hitta deyðan. Tí hjálpir
tað einki at renna undan
teimum, sum hava mist –
tað ger bara ilt verri fyri
báðar partar.
Marianna slær fast,
at tað ger einki, um man
ikki veit, hvat man skal
siga.
– Bara tað, at merkja,
at fólk samkenna við
okkum, vermir so ómeta
liga væl, sigur hon.
eydna@sosialurin.fo
Ikki ræðast
tey avvarandi
Eydna Skaale
Heimurin
hjá
familjuni
Gullaksen
syndraðist,
tá
Hjørdis so brádliga varð tikin
frá teimum 7. desember í fjør.
Hóast saknurin er ómeta
ligur, og sorgin framvegis
nívir, so eru tey á veg víðari
í lívinum.
Men hevði tað ikki verið
fyri góðan stuðul frá fam
ilju og vinum, sum tóku um
endan í tíðini eftir vanlukk
una, eru tey ikki vís í, at tey
høvdu komið seg so væl.
Tey høvdu ynskt, at kunn
ingin av sjúkahúsinum var
neyvari.
– Vit fingu at vita, at ein
sálarfrøðingur fór at venda
sær til okkara. Men vit frættu
ongantíð frá honum. Langt
um leingi funnu vit útav, at
tað vóru vit, sum skuldu havt
sett okkum í samband við
hann og ikki øvugt, greiðir
Marianna frá.
Hon heldur, at kunningin
frá
Landssjúkrahúsinum
skuldi verið latin skriftliga.
– Tað er so skjótt at mis
skilja ella at gloyma, hvat
tað var, sum læknin segði. Tú
hevur onga orku, og tú fært
heldur ikki lurtað, tá tú júst
hevur fingið at vita, at dótt
urin er tikin frá tær. Men
høvdu vit fingið eitt skriv,
har alt stóð á, so kundu vit
tikið tað fram aftur, so hvørt
sum vit ivaðust. Av og á er
tað tryggari at samskifta
svart uppá hvítt – og serliga
í slíkum støðum, heldur
Marianna.
Tað eru eisini nógv prak
tisk viðurskifti, sum skulu
fáast upp á pláss, tá tú skalt
syrgja fyri eini jarðarferð.
Kapellið, kunngerð av andláti,
kista, prestur, líkbilur, sangir,
ervi og so framvegis. Og tá
jarðarferðin
kemur
púra
óvæntað, kann tað vera sera
torført at fáa skil á øllum,
sum hugsast skal um.
Familjan sigur, at tað
hevði hjálpt væl, um tey
høvdu fingið okkurt slag av
tjekklista við praktiskum
upplýsingum. Eitt standard
skjal, sum øll í somu støðu
kundu fingið við sær heim.
Hetta er vanlig manna
gongd, tá fólk andast á øðrum
deildum á Landssjúkrahús
inum, og familjan heldur, at
hetta eisini átti at verið inn
ført, tá vanlukkur raka.
– Um familja og vinfólk
ikki hjálptu til við tí praktiska,
veit eg ikki, hvussu tað hevði
verið, sigur Flemming.
– Tá tú missir ein av tín
um nærmastu, so ynskir tú
sjálvandi, at jarðarferðin skal
vera so vøkur og virðilig, sum
gjørligt. Tað verður hon ikki,
um tú gloymir okkurt týdn
ingarmikið – t.d. líkbilin. Men
eftir eina slíka vanlukku
megnar tú ikki at hugsa um
alt, vísir Marianna á.
Hon heldur, at um tey
høvdu fingið ein tílíkan lista
– til dømis dagin eftir – hevði
tað gjørt stóran mun.
– Tað hevði havt størri
týdning, enn man kanska
gevur sær far um, tá man
ikki stendur í støðuni.
Hjálpin má koma
til tey avvarandi
Flemming skuldi til eksamiur
á Vinnuháskúlanum nakað
eftir vanlukkuna, men hann
fekk ikki savnað seg um at
lesa, tí tankar um vanlukk
una og Hjørdis mólu allatíð
ina fyri honum.
Ein av lærarunum bað
Flemming fara til sálarfrøð
ing.
Hann ringdi síðani sjálvur
oman á sjúkrahúsið og fekk
eina tíð.
– Tað hjálpti mær ótrúliga
væl, og eg vil viðmæla øll
um í somu støðu at fara
til sálarfrøðing fyri at fáa
skipað tankarnar. Men eg
haldi eisini, at tað átti at
verið eitt tilboð, sum kom
til tey avvarandi, soleiðis, at
tey ikki skulu uppsøkja tað
sjálvi. Tað eru jú nógv, sum
ikki hava orku til tað – ella
sum ikki sjálvi síggja sínar
trupulleikar, vísir Flemming
á. Hann er enn tann einasti í
familjuni, sum hevur verið til
sálarfrøðing.
– Tað kunnu standast yms
ir persónligir trupulleikar
av tí, tá man missir onkran,
sum er so nær. Har haldi eg,
at skipanin átti at verið betri
at lofta fólki, tí tað er skjótt
til, at tað fara fleiri lív, heldur
enn bara tað eina, tí tey av
varandi kunnu farast illa, um
tey ikki fáa neyðugu hjálpina
aftaná, vísir hann á.
Einki svar uppá
spurningarnar
Eftir vanlukkuna ringdi ein
politistur til Petur Gilbert,
pápin. Hann greiddi frá hvat
hendi, tá Hjørdis misti tamar
haldið á bilinum. Men tey
høvdu ynskt sær eina neyva
skrivliga frágreiðing.
Flemming
hevur
bara
ímyndað sær, hvat tað var,
sum hendi.
– Tað er so óskiljandi, og
sjálvandi leitar man eftir
einum svari. Tá man ikki fær
tað frá myndugleikunum, so
roynir man at stykkja tað
saman sjálvur, sigur hann.
– Av tí, at vit ongantíð
fingu at vita nágreiniliga,
hvussu vanlukkan hendi,
so hava vit heldur ongantíð
fingið eitt greitt svar uppá,
hví Hjørdis doyði. Tað var
eingin frágreiðing skrivað, og
eingin av okkum veit nakað
við vissu. Vit bara gita.
Familjan
Gullaksen
er
samd um, at tað átti at verið
ein havarínevnd, sum kann
aði ferðsluvanlukkur, eins
og kanningar verða gjørdar
av vanlukkum, sum til dømis
henda á sjónum.
eydna@sosialurin.fo
– Øll kunningin, sum vit fingu á sjúkrahúsinum, var munnlig. Og vit fingu
hana beint eftir, at vit fingu deyðsboðini um Hjørdis. Vit høvdu ynskt, at vit
fingu onkra skriftliga kunning eisini, tí tað er ringt at móttaka og minnast
upplýsingar, samstundis sum tú ert í sjokki, er familjan Gullaksen samd um
Marianna og
Petur Gilbert
Gullaksen eiga
børnini:
Flemming - 1982
Heidi - 1987
Elsu Mariu - 1988
Olgu - 1990
Hjørdis - 1991
Ynskt betri
kunning
Profilurin
Tað harmar familjuna Gullaksen, at fólk løgdu and
látið av Hjørdis út á Facebook, áðrenn tey høvdu fingið
fatur á pápanum, sum var til skips, og systrini, sum
var niðri. Í dag gleðast tey tó um, at fólk minnast
Hjørdis og skriva heilsanir á hennara facebook síðu
Facebook screenshot
grundini var heima. So man
skal vara seg.
✚ Í dag er familjan glað
fyri facebook profilin hjá
Hjørdis, og tey ætla ikki at
steingja hann, hóast hon
nú er farin.
– Tað vermir, tá fólk
skriva inn á hennara profil
og senda henni minningar
orð og viðmerkingar. Tað er
gott fyri okkum at lesa, at
hon hevði so nógv at týða
fyri onnur eisini.
eydna@sosialurin.fo
deyðin í ferðsluni