fríggjadagur 5. juli 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eik Banki hevur í 2012 og 2013
havt eina støðuga framgongd
á vinnukunda økinum. Bankin
hevur fingið nógvar nýggjar
kundar, og hevur veitt oman fyri
hálva mia. kr. í nýggjum lánum
og kredittum til føroyskar
vinnu kundar. Úrslitini hava verið
góð og útlitini eru góð.
Vit sóknast tí eftir einum
vinnukundaráðgeva, sum ynskir
at skapa virði fyri kundarnar hjá
bankanum, og sum setir góða
tænastu í hásæti.
Starvið
Tú fært ábyrgd av kundum
innan fiskivinnuna, alivinnu,
skipavinnu og innan atknýttar
vinnur. Arbeiðið fevnir um alt
samskifti við vinnu kundar,
ráðgeving, kreditt viðgerð og
støðu takan til fyrispurningar frá
kundunum.
Tú verður partur av einum
skund miklum og støðugt
skift andi umhvørvi. Vinnu
kunda deildin hevur 13 roynd
og dugnalig starvsfólk. Deildin
virkar í tøttum samstarvi við
Kreditt deildina og við Eik
Markets.
Tú fært góðar arbeiðs um støð
ur og setanartreytir. Tú fært
somu leiðis góðar møgu leikar
at víðarimenna og útbúgva teg í
starvinum.
Starvsstaðurin er Yviri við
Strond í Havn.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur stóran
áhuga fyri okkara høvðusvinnu
og at tú hevur royndir við
vinnukundaráðgeving og/ella
viðkomandi útbúgving, eitt nú
HD, cand. merc. ella viðkomandi
útbúgving innan fiskivinnu.
Persónligir eginleikar
Tær dámar væl at hava tætt sam
band við kundar og tú dugir væl
at samskifta. Tú ert uppsøkjandi,
hevur góð samstarvsevni og er
positiv/ur av lyndi.
Áhugað kunnu seta seg í
samband við Olav Guttesen,
vinnukundaleiðara á telefon
548181, teldupostur og@eik.
fo, ella við Fanny Petersen,
HRleiðara, telefon 548530,
teldupostur fp@eik.fo.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt og løn verður ásett
sambært avtalu.
Skrivligar umsóknir skulu
sendast til starv@eik.fo, og vera
okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. juli 2013.
Eik Banki vil verða fremsta val føroyinga, bæði tá ræður um privat
kundar og vinnukundar. Umframt á vinnukundadeildini veita vit
ráðgeving og fíggjarligar tænastur á Eik Markets og 6 privat kunda
deildum kring landið. Í Eik starvast uml. 170 fólk.
Vilt tú verða við
til at menna eina
vinnukundadeild
í vøkstri?
www.eik.fo
Námsfrøðingur til
vøggustovuna Lítlaskóg
www.torshavn.fo
NÁMSFRØÐINGUR TIL VØGGUSTOVU
Tórshavnar kommuna søkir vegna Lítlaskóg eftir námsfrøðingi
at arbeiða 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu, at byrja
5. august 2013.
setanarviðurskifti
Starvið verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum
skal verða hjá Lítliskógur, Djóni Í Geilsgøta 51, 110 Tórshavn ella
við telduposti litliskogur@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin
29. juli kl. 12.00
meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jensina Magnussen 210191,
ella við at fara inn á heimasíða okkara www.litliskogur.fo
tórshavnar
kommuna
80 ára føðingardagur
Mikudagin 17. juli fyllir Sigrid Jacobsen í
Vági 80 ár. Dagurin verður hildin leygdar
dagin 13. juli frá 11 til 16 í Jómsborg. Øll er
hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
Tann 22. juli fyllir Eyðun Vest Vágur 60 ár.
Dagurin verður hildin 20. Juli í Billiard
húsinum frá kl 19 til 24. Tey, ið vilja gleða
Eyðun, við at koma í føðingardag, vinarliga
sigið frá innan 16. juli á tlf 586168, 573462
ella 278097.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 27. juli hava hjúnini Marianna
og Álvur Magnusson Klaksvík, gullbrúd
leyp. Dagurin verður hátíðarhildin frá kl
15 00 í hølinum hjá Klaksvíkar Húsmøðra
felag í Bøgøtu Klaksvík. Øll eru hjartaliga
vælkomin
Marianna og Álvur
Gullbrúdleyp
Mánadagin 22. juli hava hjúnini Rakul og
Niklas Foldbo gullbrúdleypsdag. Dagurin
verður hildin fríggjardagin 26. juli í kirkju
kjallarinum í Fríðrikskirkjuni frá kl 18.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
25. juli giftast Gudny Langgaard og Ved
Nagurset í Leirvíkar kirkju. Brúdleypið
verður hildið í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 19. Tey, ið vilja gleðast saman við brúð
arparinum, verða vinarliga biðin um at
boða frá luttøku á tel. 502050 (Gudny),
503081 (Ved) ella við at senda teldupost á
gudnyogved@gmail.com Seinasta freist
Brúdleyp
Leygardagin tann 13. juli giftast í Fasterholt
Kirke (DK), Turid Debes Poulsen dóttir
Joan Poulsen og Paula Debes, og Eyðstein
Andreasen sonur Rósu Andreasen og
Victor Olsen. Brúðarparið býr Ejstrupvej
1, Fasterholt, DK-7330 Brande.
Brúdleyp
Leygardagin 13. juli kl. 14 giftast í býráðs
húsinum í Klaksvík, Astrid Leivsgarð
Jacobsen og Kristoffur Dragaberg, Klaks-
vík. Høvi verður at heilsa upp á brúðar
parið í hølinum hjá kappróðrarfelaganum
í Árnafirði frá kl. 17.
Síggjast :)w
Merkisdagar