Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Óli Gaard-Jensen 60 ár Hósdagin 29. apríl 2004 fyllur Óli Gaard-Jensen á Tvøroyri 60 ár. Óli er føddur í Danmark tann 29. apríl 1944, sonur Hans og Gretu Gaard- Jensen. Tey fingu tvey børn, eina gentu og ein drong. Sum 4 ára gamal flutti familian heim til føroyar. Fyrst til Vágs, í Smillum, síðan til Argir. Sum 30 ára gamal flutti hann til suðuoyar, har hann fann konuna, Fritze Lud- vig, dóttir Danjal Johan og Andreu Ludvig. Tey giftust í Tvøroyar kirkju í 1976, og fingu eina dóttir. Óli er útbúgvin skips- kokkur í Vestmannaoyggj- unum í Íslandi og hann ar- beiðir enn sum skipskokk- ur. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 1. mai á Traðargøtu 14, Argir. TÍðINDASKRIV Í Skandinavia hava fleiri øki vátar vegir tríggjar av fýra døgum um árið í með- al, og í Føroyum man tað vera fýra av fimm døgum í meðal. Tað vita flestu bil- førarar sum tí - sambært dekkframleiðarunum - leggja størstan dent á, hvussu dekkini klára seg á vátum vegi. Stórur munur er á førleikunum at standa fastur á vátum vegi, vísa nýggjastu dekkroyndirnar og -kanningarnar. Hesi úr- slit hava elvt til, at nakrir dekkframleiðarar eru farnir at menna serstøk regndekk. Regndekkið frá Good- Year eitur HydraGrip, sum er skapt til at sleppa undan vatnglíðing (aquaplanning) og at bremsa best møguligt á vátum vegi. Eisini før- leikan at halda bilin á rætt- ari kós, tá koyrt verður gjøgnum sving, hevur verið raðfest frammaliga. Nýggju dekkini skilja seg frá øðrum við, at mynstrið og samansetingin av ym- isku tilfarsliðunum er øðr- vísi. GoodYear hevur skapt dekkmynstrið út frá tí, vit kenna frá tøknini í nútím- ans vetrardekkum við lamellum og drenrásum. Tað gevur eina ógvuliga smidliga viðberaflati mill- um dekk og veg, har nógvir smáir kantar millum smáu lamellirnar skapa neyðugu gníggimótstøðuna (frik- tiónina) og neyðuga støðu- festið. FDM hevur roynt nýggju dekkini á GoodYear roynd- arbreytini í Mireval í Suð- ur-frankaríki. Teir siga, at "nýggju dekkni hava eyð- sýnt ein betri førleika at standa føst á vátum vegi. Samanberandi bremsu- royndir við nýggju dekkun- um og tey hjá kappingar- neytunum vístu, at ítøki- ligur fyrimunur var við HydraGrip-dekkunum á øllum økjum. Mest undran- arvert var ein roynd, har tveir líka bilar - ein bilur við HydraGrip-dekkum og ein bilur við einum dekki frá kappingarneytanum - koyrdu við somu ferð á eini sirkulbreyt, har eitt øki var sprænt við vatni. Í váta øki- num var bilurin við Hydra- Grip-dekkunum næstan óá- virkaður, meðan bilurin við dekkunum hjá kappingar- neytanum gleið ein heilan metur til síðuna". Royndin vísir, hvat kann henda, um tú koyrir ígjøg- num eitt vátt sving. Í ring- asta føri fer bilurin so nógv til síðuna, at hann kemur yvir í hina koyribreytina ella fer av vegnum. Hydra- Grip er ment til at halda kósina í slíkum føri. Super Dekk umboðar GoodYear í Føroyum og hevur HydraGrip-dekkini á goymslu Kelda: FDM - Motor nr. 4 apríl 2004 Nýtt og kollveltandi regndekk 13. apríl 2004 byrjaði Anna Louisa Joensen at arbeiða hjá Ferðslutrygd. Anna Louisa er 41 ára gomul og útbúgvin sjúkra- systur. Í tí starvinum hevur hon serliga arbeitt við børnum. Harumframt hev- ur hon tikið útbúgvingina Natur og aktivitetsvejleder. Seinastu árini hevur hon partvíst arbeitt sum lærari. Starvið, sum Anna Louisa er byrjað í hálvtíðar og samstundis sum Anna Louisa er sett í starv, er Ása Joensen, sum hevur starv- ast á Ferðslutrygd síðani 1982, farin í hálva tíð. Ferðslutrygd hevur nú trý starvsfólk, dagliga leiðaran Jón Kragesteen og so om- anfyrinevndu. Ferðslutrygd nýtt starvsfólk Dagurin 30. apríl. Severus. Var í fimtu øld biskupur í Napoli. Prógv sum miðla- tøkningur Guðrun Heðinsdóttir Mort- ensen, Tórshavn, hevur tann 29. apríl 2004 lokið prógv í Aalborg, sum miðlatøkningur. Minningarorð um Leon Gunnar Johannesen Føddur 14. november 1988 deyður 22. mars 2004 Eg og Leon Gunnar høvdu nógvar góðar løtur saman. Tá ið vit vóru í føðingardegi hjá honum, spældu vit væl saman, vit beistaðust, flentu og stuttleikaðu okkum. Vit vóru ofta í Sandvík fyrr hjá ommuni og abbanum. Vit vóru hjá seyðinum við abbanum, vit hoyggjaðu og koyrdu hoyggj við traktorinum hjá abba, tað hildu vit vera stuttligt. Leygarkvøldið áðrenn ta óhugnaligu hendingina, tosaðu tú og eg saman í TB-húsinum, vit tosaðu um gamlar dagar, tá ið vit vóru í Sandvík, og um hvat abbin lærdi okkum. Teg lærdi hann at reka og fletta seyð, meg lærdi hann at binda, tá flenti tú. Leon Gunnar var fittur og hjálpsamur drongur. Hann hjálpti til har, ið hann kundi, og hann segði aldri nei, um nakar bað hann um hjálp. Leon Gunnar eitur eftir pápa mínum Leon. Eg eiti eisini eftir honum, tað er eitt av tingunum, vit høvdu felags. Mánadagin tann 22. mars hendi ein óhugnalig hending. Eg trúði tí ikki, tá ið eg hoyrdi at tú ikki var ímillum okkum meira. Hvør vildi trúð, at ein so ungur og fittur drongur skuldi blíva tikin frá familjuni og vinum. Eg vísi stóra samkenslu við Irdi, Teddy, Angeli og restini av familjuni. Má Gud styrkja tykkum í hesi stóru sorg. Systkinabarnið Leona L. Johannesen C M Y K 17 16