Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein mánadagsblaðið Íslendski forsætisharrin Sig­ mundur Davið Gunnlaugsson vil gjarna verða á bygjulongd og í eygnahædd við fólkið, og tí vil hann ikki líta niður á sjónvarpsmannin og upp­ tøkutólið, tá ið hann gjørdi samrøðu nú um dagarnar. Sigmundur Davið Gunn­ laugsson tók tí eina hósk­andi støðu, so hann kundi fram­ standa sum tann sympatiski leiðarin. Í blaðnum í dag lesa vit um Bakka­ frost, sum ætlar at gera íløgur fyri meira enn ein milliard krónur næstu fimm árini. Ambitiøsa fyri­ tøkan við høvuðssæti á Glyvrum hev­ur síðstu árini keypt seg inn í øll lið í framleiðsluketuni, kapp­ ingar­neytar eru keyptir og altjóða hevur felagið staðið seg sera væl, bæði í kappingini um kundarnar og á keypsskálanum í Oslo. Nú verður farið eitt stig víðari. Fyritøkan hevur roknað seg fram til, at virksemið er ov spjatt kring land­ið, og tað kostar pengar. Ítøki­ liga eini 50-70 milliónir krónur um árið. Tað eru nógvir pengar, tá man er í altjóða kapping, og tí skal virk­semið savnast í nýggjum og framkomnum virki á Glyvrum. Tað er lítið at ivast í, at eitt ný­ mótans virki við eini 350-400 ar­ beiðsplássum er sera gott fyri Skála­fjørðin. Virkið vil skapa optimismu og vøkstur í økinum. Men ætlanin merkir samstundis, at arbeiðspláss hvørva aðrastaðni kring landið. Arbeiðspláss hvørva í Klaksvík, Fuglafirði, Kollafirði, á Argjum og á Strondum. Sjálv sigur leiðslan á Bakkafrost, at eingin verður uppsagdur, men at nøkur skulu ferðast longri til arbeiðis. Felagið brýtur onga lóg við at miðsavna sítt virksemi. Tvørtur­ ímóti brynjar felagið seg til fram­ hald­andi at vera við í fremstu røð í altjóða kappingini, har 15 feløg í løtuni sita á 80 prosentum av allari laksaframleiðslu í heiminum. Sum fyritøka hevur Bakkafrost fingið eina slíka stødd, at ætlanir inni í felagnum merkjast langt út í samfelagið. Samfelagsábyrgdin hjá Bakkafrost er størri enn hjá teim­ um flestu. Í kjalarvørrinum á íløguætlanini kemur kjakið um arbeiðspláss. Tað kemur at síggjast aftur í teimum økjum, har arbeiðsplássini hvørva. Eins væl og tað kemur at síggjast aftur á Glyvrum og Skálafjørðinum annars, har arbeiðspláss leggjast afturat. Miðsavnanin av virkseminum hjá Bakkafrost er dømi um, at lokal áhugamál og samfelagsábyrgd er eitt hugtak, ið kann definerast á sera ymiskan hátt. Sambært leiðsluni í felagnum er útbyggingarætlanin og mið­savn­ anin ein fortreyt fyri, at felagið fram­haldandi kann vera við í fremstu røð. Og arbeiðsplássini tí ikki hvørva úr føroyska samfelag­ num. Somu gongd hava vit sæð aðra­ staðni, har smáar fyritøkur verða stongdar og virksemið savn­að í størri og meira effektivar fram­ leiðslueindir. Avbjóðingin hjá tí almenna er hvørja ferð at lofta teim­um økjum, har arbeiðsplássini hvørva. At bera so í bandi, at optim­ isman verður varðveitt, eisini har naglin verður settur í hurðina. Tað er ein almenn uppgáva at geva vinnulívinum góðar og tryggar karmar. Men tað er eisini ein al­ menn uppgáva at tryggja, at øki í landinum ikki detta niðurímillum. At stýra og raðfesta soleiðis, at íløg­ur verða gjørdar og optimisma fær gróð­rar­botn í veiku økjunum – soleiðis at hesi ikki fána burtur í einki, meðan kraftcentur verða bygd aðrastaðni. Felagið brýtur onga lóg við at miðsavna sítt virksemi Nýggj skelti eru sett upp í Gundadali fyri at hjálpa fólki at finna fram til ymsu vallirnar, hallirnar og bygningarnar. Men hyggja vit nærri eftir hesum skelti, so ber til at spyrja spurn­ inginum, um talan er um vegleiðandi ella villleiðandi skelti. Samfelagsábyrgd í altjóða kapping Í dag gevur Uni Debess úr nyggja fløgu, sum hann kallast “Blue Buzz”. Fløgan er heldur øðrvísi enn tær, ið Uni Debess fyrr hevur givið út. Henda er meiri yvir í blues rock og meira rá. – "Blue Buzz" byrjaði við, at eg gekk runt við einum ljóði í høvdinum, men eg hevði ikki nøkur løg, sum eg kundi seta í samband vid hetta ljóð, so eg fór í upptøkuhølini og fór bara í gongd. Eg setti mær fyri, at tað skuldu verða 10 løg og gjørdi av, hvørjum duri og tempo løgini skuldu verða í. So improviseraði eg, men setti mær eisini fyri, at eg hevði bara loyvi at gera eina roynd fyri hvørt hugskot, eg fekk. Hetta var ein heilt ótrúliga gevandi tilgongd, sigur Uni Debess. “Blue Buzz” er upptikin í Sólarmagn, sum er bygda­ húsið á Velbastað. Á fløguni "Blue Buzz " spælur og syngur Uni Debess alt sjálvur. Uni við nýggjari fløgu Takið støðu! Soleiðis drepur tú eina tjóð Árni Dahl Kjak á síðu 12 Má doyggja frá hesum kjansi Jóhannes Johannesen Síðu 24-27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Vegleiðandi ella villleiðandi?