mánadagur 8. juli 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Dansur
yrking til ein málning hjá Sámal Joensen Mikines.
Sum rørslur í frumhavi,
eggjandi,óskiljandi,
sum verkir hjá føðandi kvinnu,
treytaleysar, ófalsaðar,
við vóngóðum frumrørslum,
sáddar frá faðir og móðir,
til synir og døtrar.
Ætt eftur ætt,
gongur dansurin, vers fyri vers,
teskaður inn í ófødda barnið
og nýføðingin
borin at brósti,
í skýmingsløtum,
líka so væl hjá húskalli,
sum hjá bónda.
Kvæðini, ørindini,
umkvæðini, dansurin,
einasti verndareingilin hjá føroyska tungumálinum.
Ein mentunararvur,
arvaður inn í mergin av mentan,
um forfedrarnar,
livur í okkum.
Goymdur í stoltleika
í hjørtum á
okkum føroyingum,
eru kvæðini
og í merginum,
rytman, rørslan.
Okkara føroyski dansur.
Valdemar á L.
Tøkk til
ókendan vin
Manne Næs
Bíarvegur 137, Hvalba
Orðatakið sigur: alt kemur aftur, ið ikki er stolið.
Góði vinur, takk skalt tú hava fyri, at tú fann mær
turriklæðið. Eitt føroyskt vovið hálsturriklæð, sum
eg hevði fingið frá eini systur mínari. Hon hevði sjálv
vovið tað, og eg eri sera glaður fyri tað.
23/6 var eg á flogvøllinum og fylgdi Karin ávegis
til flogfarið. Komin aftur til bilin, merki eg, at
turriklæðið er vekk. Eg inn aftur at leita, har vit
høvdu sitið og gingið, men nei. Komin aftur til bilin
síggi eg, at tú hevur funnið tað og bundið tað um
ein lyktapela.
Tú kanst ætla, eg var glaður, tað bjargaði mær
degnum.
Stóra tøkk skalt tú hava, ókendi vinur. Kemur tú
suður, ert tú vælkomin til kaffi hjá mær.
Nú er frammi í miðlunum,
at eldraøkið allarhelst skal
hava eykajáttan, tí at støðan
als ikki er nøktandi fyri
hvørki búfólk, starvsfólk,
avvarðandi ellan nakran. Og
tað er sjálvsagt at gleðast
um, at eykajáttanin kemur,
tí støðan er alt annað enn
góð nógva staðni. Høvdu
avvarðandi, starvsfólk og
nyggja felagið Eldramálið ikki
víst á støðuna í eldrarøktini,
so hevði allarhelst onki hent.
Vit í andstøðuni hava víst á
somu trupulleikar í langa
tíð, og Almannaverkið var
eisini kunnað um støðuna í
eldrarøktini, men tað vísir
seg, at ikki fyrr enn fólkið
rópar varskóð so hendir
nakað. Og tíbetur hava vit
fólk, sum gera vart við seg,
tí tað syrgiliga er, at tá ið vit
vísa á støðuna, so er tað sum
kennist samgongan ikki við
tað. Og tað er stórt spell, tí
í veruleikanum tekur man
tey eldru sum gíðslar heldur
enn at vilja viðganga, at
andstøðan kann hava rætt.
Hetta er bæði óvirðuligt og
óbúgvið.
Annað uppskot var
til eykajáttan
Tá ið uppskot um eykajáttan
kom fyri tingið beint áðrenn
summarsteðgin varð víst á,
at tørvurin á peningi var 6,2
milliónir. Eykajáttanin, sum
varð latin, var uppá 4,1 millión,
so tað sigur seg sjálvt, at tann
eykajáttanin ikki var nóg
mikið. Tí løgdu vit uppskot
fram um eykajáttan uppá
6,2 milliónir. Tað uppskotið
fall tíverri. Men nú vilja tey,
sum feldur okkara uppskot
koma við nyggjari umbøn
um eykajáttan. Hví vil nakar
útseta eldrarøktina, og tey
sum varða av fyri slíkum ?
Øll vistu at 4,1 millión ikki
var nøktandi. Kann tað vera
fyri at sleppa at vera hetja, tá
ið tann seinna eykajáttanin
verður samtykt ? eg veit
ikki, men undarligt er. Ella
kann tað vera nakað við, at
man ynskir, at eldrarøktin
kostar so lítið sum gjørligt
við ársenda í ár, tí man hevur
avgjørt, at eldraøkið skal
leggjast út til kommunurnar
at umsita 1 jan 2014 við somu
upphædd, sum tað kostaði 31
dec 2013 ? Hvør veit ?
Tað er so ikki at undirmeta
hvøja negativa ávirkan tað
hevur havt á okkara eldru,
á starvsfólk og okkum øll,
at vit uppliva hvussu eldra
røktin, og tey eldru vera
viðfarin og viðgjørd. Tann
ótryggleika og tað stúran
hetta hevur viðført hevur
stórar menniskjaligar avleið
ingar.
Samgongan valdi
eina óneyðuga og
ónøktandi loysn
Um okkara uppskot um
eykajáttan hevði verið sam
tykt, so vóru vit heldur
ikki komin í tað støðu, at
peningurin bleiv tikin frá
barnaumboðnum. Vit høvdu
tikið pening av tí, sum var
avsett til rentustuðul, tí
framrokningar vístu, at har
kom at loypa av. Man hevði
sostatt kunnað fingið bæði
í posa og sekk, men valdi
heldur at taka peningin
frá barnaumboðnum , og
eina eykajáttan, sum als
ikki var nøktandi, og sum
man frammanundan visti
einans var til at taka brodd
in av trupulleikunum í eldra
røktini.
Jú álvarsamari málini
eru, tess minni
vera tey viðgjørd
Ætlanin var ikki hjá sam
gonguni at koma við nakrari
umbøn um eykajáttan til
eldrarøktina áðrenn ting
ið fór í summarferiu. Al
mannaverkið var nevniliga
kunnað um støðuna, tá ið
samgongan kom í tingið við
eini eykajáttan áðenn summ
arsteðgin, og har var ongin
umbøn um eykajáttan til
eldrarøktina við. Sjálvt um
Alamannaverkið var kunnað
um hvørjar avleiðingar ætl
aðu sparingarnar fóru at
hava við sær fyri tey eldru.
At tey til dømis skuldu liggja
meira í songini, ikki sluppu
í bað sum vanligt, sparast
skuldi uppá mat, reingerð
o.s. fr. Eitt slíkt stórmál
hevði man ongar ætlanir um
at viðgera. Men hetta hava
vit upplivað alt ov ofta, til
dømis :
Fákækramarkið
hevur
man nú arbeitt við í uml
2 ár tí tað er so ómetaliga
trupult- skattaskipanin bleiv
umløgd uppá dagar !
Barnaumboðið
hevur
verið á dagsskrá í áravís- for
skattingin av pensjónum tók
nakrar dagar !
Skálafjarðartunnilin
skuldi als onga viðgerð r-
bakkaverjan í Sumba fyri
800 túsund krónur fekk 5
viðgerðir !
Og soleiðis er tað so mangt,
sum er undarligt. Tað sigur
um ikki annað, nakað um
arbeiðslag og raðfestingar.
Vit í Tjóðveldi fara so at
gera okkara til at viðgera
eldraøkið bæði sakliga og
gjølla. Tað er neyðugt tí hetta
er eitt stórt og týðandi mál,
sum nærum røkkur í hvørt
hús í landinum, og tí, at tað
hava tey eldru uppiborið.
Mangt er undarligt !
Tørvur er á eykajáttan til eldrarøktina
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Ert tú fátøk/fátækur?
Bergur A. Dalsgarð
Landsstýriskvinnan í sosial
málum í Danmark setti fyri
tveimum vikum síðani í gildi
ein frymil fyri, hvussu fátækr
adømi kann roknast út.
Frymilin er soleiðis: Tey,
sum tjena minni enn helvtina
av miðinntøkuni, eru fátøk.
Spurningur:
Hvat merkir miðinntøka,
og hvussu høg er hon?
Stutta svarið:
Miðinntøkan er tann vanlig
asta ársinntøkan í landinum,
og miðinntøkan í Føroyum er
umleið 218.000 krónur.
ERT TÚ FÁTØK/FÁTÆK
UR?
Ert tú ein av teimum, sum
hevur eina ársinntøku uppá
minni enn 109.000 krónur, so
hevði tú verið fátøk/fátækur,
um danski frymilin varð brúkt
ur í føroyskum viðurskiftum.
Frymilin verður brúktur
upp á øll, sum hava arbeiði og
eru eldri enn 15 ár.
Hvat skal hetta brúkast til?
Fátækramarkið er upp
runaliga eitt vinstravent hug
skot, og sostatt hevur Javnað
arflokkurin altíð tikið undir
við at áseta eitt fátækramark.
Hugskotið gongur út uppá, at
tað politiska valdið (stjórnin)
má hava hagtøl fyri støðuna
í landinum, so tað ber til at
gera okkurt frá politiskari
síðu fyri at skapa javna í sam
felagnum, og harvið fyribyrgja
fátækradømi. Í nýggjari tíð
hava bæði vinstra- og høgra
vendir flokkar víst seg at vera
áhugaðir í at fáa ásett eitt fá
tækramark, men tað gevur
ikki meining, at høgravendir
flokkar stuðla uppskotinum,
tí hvat skulu hagtøl fyri fá
tækradømi brúkast til, um
viljin til at viðurkenna og basa
fátækradøminum
gjøgnum
tað almenna ikki er til staðar?
Hvussu skal tað brúkast?
Við at hava ein ítøkiligan
hátt at rokna fátækradømi
út, kunnu politikararnir ikki
tosa seg burtur úr, at tað finst
fátækradømi. Sostatt verður
politiski myndugleikin av
bjóðaður til at finna eina
loysn upp á fátækradømið,
og tann loysnin vil elva til ein
meira vinstravendan fíggjar
politikk, ið skapar størri javna
í samfelagnum. Tað er svárari
hjá tí fátækra ikki at hava ráð
til at eta heilsugóðan mat, enn
hjá tí ríka at rinda vanligan,
norðurlendskan,
progressi
van skatt.
At áseta eitt fátækramark
fyri at basa fátækradøminum
hevur inntil nú bert verið ein
dreymur hjá sosialistum - nú
er dreymurin fyri donsku sosi
alistarnar hálvt uppfyltur.
Í løtuni arbeiðir ein bólkur
undir Almannaráðnum við
einum uppskoti um føroyskt
fátækramark. Tað er gott og
neyðugt.
Soleiðis verður miðinntøk
an roknað:
Miðinntøkan verður funn
in við at brúka hagtøl fyri
ársinntøkur, sum eru at finna
á heimasíðuni hjá Hagstovu
Føroya.
Ein talva verður gjørd, har
inntøkan
hjá
løntakarum
verður býtt upp í 1000'arar, so
hvør stabbi umboðar eina árs
løn uppá so og so nógvar 1000