mánadagur 8. juli 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
REPORTASJA Føroyski fiskiskapurin eftir makreli
og sild hevur elvt til diplomatiska kreppu. Men
á Varðanum Pelagic á Tvøroyri er gleðin um
virksemið størri enn óttin fyri boykotti av føroyskum
fiskavørum. Sosialurin var á Tvøroyri seinasta
týsdag, tá nótaskipið Jupiter landaði 400 tons
Tekstur: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
Inni á virkinum er ein øgil
igur gangur.
Eitt áhaldandi buldur frá
stálmaskinum,
sum
flyta
makrel og sild inn eftir av
longum kørum og flutnings
bondum, sum greina seg sum
ein blonk æðraskipan út í tað
hvítmálaðu fabrikshøllina.
RRRHHUUMM, sigur tað
uttan íhald.
Lukturin av tí feita fisk
inum, sum liggur og skvambl
ar í kørunum, er rámur.
Við eina av maskinunum
stendur 39 ára gamla Lilian
Kjærbo við eini appilsingulari
fiskakurv.
– Vit kanna góðskuna á
fiskinum á ymsum støðum
og tryggja, at vit halda
góðskuna gjøgnum alla fram
leiðsluna, sigur hon.
Blóðdálkað vatn spruttar í
allar ættir, tá ið stállúkurnar
verða latnar upp, og stórar
nøgdir av fiski tjumsa niður
í kørini.
Lilian ber kurvina við
makreli yvir til eitt borð, har
royndir verða tiknar og dátur
verða skrásettar.
Hon er úr Sumba og eigur
trý børn. Var arbeiðsleys,
tá virkið læt upp, men við
starvinum sum eftirlitsfólk
fekk hon møguleika at brúka
sína útbúgving sum ídnaðar
laborantur á heimstaðnum.
– Eg veit ikki um tað bara
var eg sum var glað, men
øll virka glaðari. Alt fór at
blomstra.
Tíðindini um silda- og
makrelkreppuna, sum er end
að á hægsta politiska stigi, og
hóttanirnar um at makrelur
og sild úr Føroyum kunnu
vera útilokað frá evropeiska
marknaðinum, hóva henni
einki serligt.
– Eg má siga, at eg hugsaði
eitt sindur um tað, tá eg
koyrdi til arbeiðis í morgun
og hoyrdi útvarpið, sigur
hon, men ger tó beinanvegin
greitt, at hon heldur kósina
hjá Vestergaard og lands
stýrinum vera ta røttu.
– Eg haldi at tað er rætt,
tað hann ger. Eg havi ikki
fingið alt við, men eg skilji at
vit eru ikki ordiliga sloppin
upp í part. Viðhvørt noyðist
mann at gera nakað, sum
ikki er so vælumtókt fyri at
hava nakað at kunna siga.
Hetta hevur stóran týdning
fyri Føroyar.
Uppi í einum búri sita
arbeiðsformennirnir
og
fylgja við á telduskíggjum,
at alt koyrir sum tað skal. At
framleiðslan gongur í einum
jøvnum streymi.
Teir eru í svørtum ketil
draktum. Laborantarnir í
reyðum. Maskinfólkini eru
blá.
Einki er tilvildarligt.
Jupiter byrjaði at landa
klokkan 11 fyrrapartin. Virkið
tekur 20-30 tons um tíman,
og gongst sum ætlað verður
liðugt á miðnátt.
Meginparturin av fram
leiðsluni verður heilfryst,
men makrelurin undir 300
gramm fer eftir eini linju
tvørtur um alla høllina, har
hann verður avhøvdaður og
magatømdur í eini Baader-
maskinu.
Alt koyrir sum eftir einum
samlibandi.
Øll kenna sín leiklut.
framhald ➥
uppsjóvarvinna
Meðan diplom
SAMLIBAND
Kvikar og royndar hendur skilja sild frá makreli á Varðanum
Pelagic á Tvøroyri. Tað fara 20-30 tons gjøgnum virkið um
tíman, so alt má ganga sum eftir einum samlibandi
Viðhvørt noyðist mann at gera
nakað, sum ikki er so vælumtókt fyri
at hava nakað at kunna siga. Hetta
hevur stóran týdning fyri Føroyar
Lilian Kjærbo, eftirlitsfólk á Varðanum Pelagic