mánadagur 8. juli 2013síða 32
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í morgin
hósdagin
lufttrýstið
mikudagin
Gul til stívt andøvsgul
av útnyðringi, 5-10 m/s,
minkandi til 3-8 m/s. Turt
og út á dagin nakað av sól.
Um kvøldið lot til andøvsgul,
undir 7 m/s, mest av
útsynningi. Klárt, men út
á náttina verður skýggjað.
Hitin millum 8 og 13 stig.
Lot til andøvsgul av
útsynningi, 3-8 m/s. Mest
skýggjað, men onkur æli.
Hitin millum 10 og 13 stig.
Lot til andøvsgul av
útsynningi, 3-8 m/s. Mest
skýggjað, men onkur æli.
Út á náttina nakað av regni.
Hitin millum 10 og 13 stig.
3-8 m/s
3-8 m/s
3-8 m/s
3-8 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
8/13°C
10/13°C
10/13°C
Heimspeki
Vit eru øll fiskar í Harrans havi
Nýtt
átak frá
Ferðslu
trygd
Ungfólk eru yvirumboðað í
ferðsluvanlukkum. Tey eru
lutfalsliga fá í ferðsluni, men
standa fyri einum stórum
parti av vanlukkunum – bæði
sum offur, men eisini sum
partur av vanlukkum, har
tað gongur út yvir onnur.
Við trimum øðrvísi viralum
stuttfilmum undir samlaða
heitinum ’Ránið’, vil Ráðið
fyri Ferðslutrygd saman
við Tryggingarfelagnum
Føroyar økja tilvitskuna hjá
ungfólki at bera seg rætt at
í ferðsluni.
Talan er um stuttfilmar, sum
bara vera at síggja í biografi
og á internetinum, tí tað eru
miðlarnir, sum ung í Føroyum
brúka mest.
Fyrsti stuttfilmurin snýr seg
um, at tú ikki kanst koyra
bil, um tú hevur drukkið.
Filmarnir snúgva seg um fýra
ránsmenn í gekkaskortum,
sum hava trupulleika at
sleppa undan løgregluni,
tí ein teirra megnar ikki at
bera seg rætt at í ferðsluni.
Hann kann síggjast á
facebookbólkinum hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd og
á youtube undir ’Ránið’.
Málbólkurin eru føroyingar
í aldursbókinum 15-24 ár.
Vit vita, at tað í størri mun
eru menn, sum láta lív, so
filmarnir eru í fyrstu atløgu
gjørdir til ungar menn.
Harumframt til javngamlar
kvinnur, sum ávirka teir og
mótmæla, um teir ætla at
koyra.
Filmarnir eru skemtiligir og
munandi øðrvísi enn hvat við
eru von við í Føroyum. Her er
eingin fremstifingur at hóma
í boðskapinum – í staðin
tosar filmurin sítt egna mál,
ið ungdómurin skilur.
Endamálið við filmunum er
liður í miðvísa arbeiðinum
hjá Ráðnum at minka
talið á ungum, ið doyggja
ella fáa ávarsligan skaða
í ferðsluni. Harumframt
at skapa tryggar vanar í
ferðsluni. Onnur átøk millum
Ráðið og Tryggingarfelagið
Føroyar er framleiðsla
av undirvísingartilfari,
sum í løtuni verður
gjørt av inntøkunum
fyri Guðrun&Guðrun-
endurskinsvestarnar.
Í mong ár hevur eisini
verið samstarvað saman
við øðrum um árligu
ferðsluundirvísing Ráðsins
fyri landsins 8. flokkum.
Hinir báðir filmarnir, ið fara
at snúgva seg um bilbelti og
gáloysni koma í heyst.